Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Pol­it­ ikk­ur má vera meira enn klandur SÍÐA 33 Queen fagn­aður á Vágsbø SUMMARFESTIVAL- BLAÐIÐ SÍÐA 26 Spurningurin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og ríkisfelagsskapin vísir seg ikki at fylla nógv í hesum valstríðnum. Hugburðurin hjá teimum flestu tykist vera, at tað er ikki neyðugt við teimum stóru broytinginunum, tí tað gongur fínt, og danskir for­ sætis­málaráðharrar hava sein­ astu 25 árini aftur og aftur sagt, at um føroyingar vilja sleppa úr ríkinum, so fara danir ikki at forða fyri tí. Retorikkurin plagar at verða spískaður, sum valið nærkast, og soleiðis man tað eisini fara at vera næstu vik­ur­nar. Serliga Tjóðveldi og Fram­sókn fara at spæla loysing­ar­kortið. Útmeldingarnar frá flokk­ un­um í síni heild hava higartil verið fáar í valstríðnum. Flokk­arnir hava ikki so av­ gjørd­ar meingingar, meðan ein­støku valevnini siga seg at hava nógv upp á hjartað, blása seg upp og ofta hava frá­boð­ anirnar lítið við veruleikan at gera. Um føroyingar einsamallir skulu syrgja fyri vælferðini í landinum, so er neyðugt við trygg­um inntøkukeldum, og so er neyðugt við avmarking í út­ reiðsluvøkstrinum. Valstríðið boðar ikki júst frá hesum. Úr rúgvuni kunnu vit taka – umframt allar tunlarnar – at samhaldsfasti skal ikki skatt­ ast, at skattafría grund­upp­ hæddin í fólkapensiónini skal verða hægri, at gjøldini frá vinn­uni í landskassan skulu vera lægri, og nú spældi ein út við, at arbeiðstíðin hjá teimum í almennum starvi skal lækk­ ast til 35 tímar – við fullari lønarkompensatión. Talan er um vøkstur í al­ mennu útreiðslunum við milli­ ardum – um árið. Og talan er um minking í almennu inn­ tøkunum við milliardum – um árið. Valstríð er valstríð. Men álv­ ara­tos. Ber tað ikki til at vísa meiri virðing fyri veljarunum, og ber tað ikki til at ansa eftir, at sjálvbjargni í tí fíggjarliga verður gjørt soleiðis til skammar, sum vit síggja tað at vera í valstríðnum? Tíverri eru flokkarnir veikir og megna lítið, men tað hevði tænt teimum og Føroyum til rós, um floksapparatini tóku valevnini í skúla og søgdu teimum, at tað ikki tænar teirra søk, at veljarin verður hildin soleiðis fyri spott. TAÐ LEKUR ILLA MILLUM TEORI OG PRAKSIS Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin