Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Spírandi samstarv sæst millum E og A Nýggja fiskidagatalið í bólki 5b bendir á, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin kunnu tosa saman – eisini um fiskivinnuna Árni Gregersen GREINING: Orða­skiftið hev­ur verið rættuliga hvast í summar, tí bát­ arnir, sum eru bólkaðir í bólki 5b hava brúkt allar sínar fiskidagar. Fyri hvønn einstakan bát hevur tað havt við sær, at hann ikki kundi fara á flot, tí dagarnir vóru brúktir. Fleiri orsøkir eru til at tað er hent. Fyri tað fyrsta, so er dagatalið hjá bólkinum skert gjøgnum árini, men tó ikki so nógv, at fiskidagarnir hava verið uppbrúktir. Bólkur 5b er fyrst og fremst ein bólkur fyri teir sum rógva úr, men ikki hava útróður sum høv­uðsinntøku gjøgnum árið. Til dømis er ofta tal­ an um menn, sum sigla úti, men hava langa frítíð heima. Tað kann eisini vera fólk í Føroyum, sum hava langa samanhang­ andi frítíð. Orsøkin til at dagarnir fyrr ikki eru brúktir er, at nógvir av bátunum sum hava fiskiloyvi í hesum bólki, als ikki hava verið á floti. Vánaligi fiski­ skap­urin hevur gjørt, at tað als ikki hevur loyst seg at gjørt bátin kláran til fiskiskap. Nú er støðan broytt og fiskurin inni við land hevur verið nógvur. Tað hevur gjørt, at nógv av teimum hvílandi loyv­ unum eru aktiveraði aft­ ur, so ágangurin á fiski­ dag­arnar hjá bólkinum hev­ur verið stórur. So stórur, at mitt í summ­ar vóru allir fiski­ dag­arnir brúktir. Stovnsverjan Politiska skipanin hevur í mong ár hildið fast við, at fiskidagaskipanin er besti mátin at verja fiska­ stovnarnar. Ja, so fast, at tá ið lands­stýris­maðurin við fiskivinnu­málum skeyt upp at skifta yvir til kvot­ur, fekk hann so álvars­liga mótstøðu, at hann noyddist at sleppa mál­inum. Men nú er ein stór broyt­ing hend. Nú hevur Tjóðveldi gingið á odda fyri at hækka fiski­daga­ talið í 5b. Nú hevur tað onki at siga, at dagar verða latnir afturat, tí daga­talið er skorið so nógv gjøgnum árini. Ein grundgeving er eis­ini, at skalt tú gera tær vónir at sleppa uppí bólk 5a, so er tú noyddur at fiska eina ávísa nøgd í 5b fyrst. Samgongan kundi ikki semjast um hesar broyt­ ing­ar. Framsókn segði korta­nei, tí hetta var brot við allan fiskivinnu­pol­it­ ikk­in. Fólkaflokkurin skilti bein­anvegin politiskt, at her vóru atkvøður at vinna í vinnuni og løgdu fram uppskot um at hækka fiskidagatalið við meira enn 3000 døgum. Í politikki – og serliga uppundir eitt val – er tað besta tilboðið til veljaran, sum telur. Tjóðveldi sá væl, at slapp Fólka­flokk­ ur­in einsamallur at brúka uppskotið í val­ stríðn­um – uttan mun til um tað var samtykt ella ei – so fór tað at raka Tjóð­veldi hart. Tí valdu teir til endans at fara í parlag við Fólka­ flokkin og gera semju um eitt uppskot, sum gevur 5b 2100 dagar afturat. Politiskt signal? Tað er eyðsýnt, at Tjóð­ veldi uttanfyri Havnina fær ábyrgdina fyri alt , sum ikki gongur eftir vil hjá fiskivinnuni. Høgni Hoy­dal er maðurin, sum meira enn nakar annar stend­ur sum faðir at ný­ skip­anini. Á valinum verður gitt, at hetta fer at kosta flokk­inum dýrt norð­an­ fyri og møguliga í Suð­ur­ oy eisini. Tí er samanrenningin mill­um Tjóðveldi og Fólka­flokkin helst eitt sign­al um, at hesir flokk­ ar­nir kanska kunnu vera undir somu lon eftir valið. Ósemjurnar eru nógv­ ar, men signal um, at tað kortini ber til at finna loysnir, kann lesast í søg­ uni um fiskidagarnar hjá bólki 5b. Fyri Fólkaflokkin er hetta ein funnin frensur, tí sum støðan hevur verið í seinastuni, hevur tað verið ivasamt at meta um, hvønn flokk Fólka­ flokkurin kann fara í sam­gongu við av hinum trim­um størru flokk­un­ um. Javnaðarflokkurin hev­ur hat og týðuliga sagt, at hann fer ikki í sam­gongu við Fólka­ flokk­in og Sambands­ flokk­urin sær út til at hetta meira til eina av­ talu við Javnaðarflokkin. Kann Fólkaflokkurin fáa samstarv við Tjóð­ veldi, so letur tað upp fyri nýggjum møgu­leik­ um og so kunnu vit fáa eina samgongu eftir valið 1.august, sum ongin annars hevði roknað við. Spurningurin er bara, hvør skal standa á odda fyri einari samgongu, har bulurin í samgonguni eru Fólkaflokkurin og Tjóð­veldi? Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Sí eisini www.eldri.fo Pensjónistafeløgini í Suðuroy og Landsfelag Pensjónista ELDRADAGUR 2019 Leygardagin 24. aug. 2019 í SALT á Tvøroyri kl. 9.30 – 17.00 Kl. 9.00: Bussur koyrir frá Smyrli til SALT Kl. 9.30: Morgunmatarborð Kl. 10.30: Ingeborg Vinther, forkvinna, bjóðar vælkomin Kl. 10.40: Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, bera fram heilsan Kl. 11.00: Man kann velja gongutúr fram við Stórá v. Bergur Stórhamar ella í Valinum v. Chris Jan Michelsen Kl. 12.30: Døgurði Kl. 14.00: Daimi Kjærbo í Hørg, eindarleiðari fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, greiður frá um eldraøkið í Suðuroy Kl. 14.40: Alfred Olsen, nevndarlimur, greiðir frá um pensjónir Kl. 15.00: Gestarøðari og skemt: Hans í Líðini Kl. 15.30: Sangur: Tróndur Enni og Lív Næs Kl. 15.50: Kaffi/te v. køku. Lutaseðlar verða drignir Kl. 16.50: Beate L. Samuelsen, forkvinna, Landsfelag Pensjónista, ber fram heilsan Kl. 17.00: Jens Johannesen, formaður, endar dagin Kl. 17.45: Fráferð við bussi til Smyril, ið siglur kl. 18.30 SKRÁ: KOSTNAÐUR KR. 350,- fyri hvønn Tilmelding við at rinda í Betri Banka á konto: 9181 - 363.778.8 í seinasta lagi 15. aug. 2019 LUTASEÐLAR verða seldir (gjaldast kontant) við nógvum góðum vinningum Allir pensjónistar eru hjartaliga vælkomnir