týsdagur 6. august 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. august 2019 · Nr. 89
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GULLIÐ VERÐUR IKKI
TIKIÐ UPP Á TUNGU
Í opnum spæli gekk tað illa at
umseta møguleikar til mál, tá ið
KÍ spælararnir í sannførandi sigri í
Fuglafirði vóru savnaðir og tolnir
Jóannes Hansen
Tolin trívst. Í Klaksvík hava
tey í 20 ár bíðað eftir, at tað
aftur skal eydnast at vinna FM
heitið, sum KÍ ikki hevur
vunnið síðani 1999.
Kappingin er so tøtt og hørð
í ár, sum hon ongantíð hevur
verið áður. Fimm feløg kappast
um gullið og gyltu europeisku
plássini, og tað eru ikki ráð at
snáva.
Í gjárkvøldið fóru klaks
víkingar úr Fulgafirði við 3-0
sigri. Talan var um sannførandi
avrik og trivaligan sigur. Úrs
litið ber við sær, at KÍ er topplið
– eitt mál frammanfyri NSÍ.
Tá ið kappingin er so tøtt, so
er ikki heilt óhugsandi, at
málmunurin
kann
fara
at
verða avgerandi. Tí eiga teir í
KÍ at iðra seg um, at teir ikki
vunnu størri sigur ímóti ÍF,
enn teir gjørdu.
Í fyrra hálvleiki vórðu bæði
málini skorað eftir horna.
Jóannes Bjartalíð, sum var væl
upplagdur, skoraði tað fyrra
eftir væl vanda støðu, og hann
átti lut í tí seinna, sum var
sjálvmál.
Torbjørn Grytten skoraði
seinna málið. Tað var skamm
lop í heimaverjuni, tá ið Jesper
Brinck við sending yvir hálvan
vøllin
spældi
skjóta
norð
mannin púra leysan innanfyri
verjuna, og so var lag á manni
at sneiða framvið málverj
anum, áðrenn bólturin varð
trillaður í netið.
Serliga í seinna hálvleiki
spældi KÍ seg til fleiri heilt
góðar
málmøguleikar.
Eftir
uppspæl í vinstru og innlegg
vóru Jóannes Bjartalíð, Páll A.
Klettskarð og ikki minst Boris
Dosljak í fínum støðum, men
teir vóru ikki nóg neyvir.
Tosa lítið
Oddasessurin kennist søtur
millum KÍ fjeppararnar, og tað
verður nógv tosað og skrivað á
sosialu miðlunum.
Spælararnir
tykjast
sera
savnaðir og fokuseraðir, og
teir luttaka ikki í vasinum og
fjasinum.
Meiri enn einaferð hevur KÍ
beinanvegin
eftir
summar
steðgin søplað stig burtur,
sum hava restað í, tá ið FM
roknskapurin í oktober var
liðugur.
Í gjárkvøldið var oddaliðið
fyri fyrstu ferð á vøllinum í
heimligu kappingini eftir fínu
Europaavrikini
í
summar.
Spælararnir vístu tol, og teir
vóru sera fokuseraðir.
Steinbjørn Olsen var í gjár
kvøldið vikarur í miðverjuni,
nú Deni Pavlovic er farin undir
langa leikbannið – í seks dystir:
-Fuglfirðingar vóru varnir
og aftarlaga á vøllinum. Tí var
tað torført hjá okkum at bróta
ígjøgnum og í fyrra hálvleiki
at spæla okkum til stórar
møguleikar, men vit vístu
neyðuga tolið og skoraðu í
fyrra hálvleiki tvey mál eftir
horna, og so høvdu kendu vit
okkum at hava tak á tí, sigur
Steinbjørn Olsen.
Og nú sær tað gott út hjá
tykkum?
-Vit hugsa ikki um meiri
enn næsta dyst. Nú bíða fleiri
av toppliðunum, og tá verður
talan um lykladystir. Eftir
henda sigurin hugsa vit bara
um dystin fríggjakvøldið ímóti
Víkingi, sigur Steinbjørn Ols
en.
Talan verður um tríggjar
lyklauppgerðir á heimavølli
næstu
ferðirnar.
Fríggja
kvøldið
verður
Víkingur
gestur á Summarfestivalinum,
og so bíða Skála og B36.
Brekkan er brøtt
Setningurin hjá fuglfirðingum
er heilt øðrvísi, enn hann er í
Klaksvík. ÍF er aftast, og tað
snýr seg um at sleppa av aft
astu brík og so vóna, at tað
bara verður eitt lið í næstbestu
deildini, sum fer at kvalifisera
seg at flyta upp.
Hóast tað ikki sær so ljóst
út, so er venjarin, Hans Jørgen
Djurhuus, ikki heilt so dapur
skygdur:
-Vit leggja ikki kongin. Á
Skála høvdu vit uppiborið
meiri enn tepurt tap. Ímóti KÍ
skoraðu teir tvey mál eftir
horna í fyrra hálvleiki. Vit
høvdu tosað nógv um, at teir
við horna leggja bóltin tætt
við nærra stólpa, og vit vóru
væl fyrireikaðir, men kortini
skoraðu teir tvey mál, sigur ÍF
venjarin, og hann heldur fram:
-KÍ er eitt gott lið – kanska
tað besta í Føroyum – og nú
líta vit frameftir og fara at
fyrireika okkum til dystin á
Argjum sunnudagin. Ímóti AB
á útivølli verður rættilig finala,
sum tað verður alneyðugt hjá
okkum at vinna úrtøku í. Um
tað ikki fer at eydnast, so verð
ur tað øgiliga tungt hjá okkum,
sigur ÍF venjarin.
Vónin og ætlanin hjá ÍF
venjaranum var í summar
steðginum
at
styrkja
um
álopspartin við nýggjum spæl
ara, men tað eydnaðist ikki. Í
gjárkvøldið var Holgar Dur
huus fremsti maður.
Størri lokalt íslett
Í Europa dystunum í summar
vóru ikki so nógvir klaks
víkingar á KÍ liðnum. Fýra
spælarar
–
Jóannes
K.
Danielsen,
Ísak
Simonsen,
Jákup B. Andreasen og Ísak
Simonsen – vóru fastir menn.
Í gjárkvøldið vóru fleiri
klaksvíkingar á liðnum. Páll A.
Klettskarð
hevur
vunnið
fremsta plássið aftur, sum
hann var sjálvskrivaður í, áðr
enn hann flutti til Italia. Stein
bjørn Olsen var í miðverjuni,
og tá ið dysturin endaði, vóru
sjey lokalir á vøllinum. Jonn
Johannesen avloysti innskifta
Torbjørn Grytten, sum noydd
ist skaddur av vøllinum aftur,
og Mikkjal á Bergi avloysti
Ísak Simonsen.
Simon Sandmæl, sum ann
ars hevur verið fastur maður.
var ikki á listanum í gjár
kvøldið. Hann er skaddur í
rygginum, men teir vóna, at
hann verður tøkur fríggja
kvøldið. Einki var at síggja til
Magnus Stamnestrø og Darius
Lewis.
ÍF – KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Jóannes Bjartalíð 18.
0-2: sjálvmál 44.
0-3: Torbjørn Grytten 60.
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Petur Meinhard Magnussen –
Sverri Ellingsgaard, Høgni
Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard,
Andy Olsen – Karl Løkin, Milan
Svojic (Sámal Joensen, 83.) –
Hans Jákup Lervig, Ari Ó.
Ellingsgaard, Pól Jákup
Lundsbjerg (Høgni
Zachariassen, 76.) – Holgar
Durhuus
Gult kort: eingin
Venjarar: Kári Reynheim og Hans
Jørgen Djurhuus
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K.
Danielsen, Steinbjørn Olsen,
Jesper Brinck, Ísak Simonsen
(Mikkjal á Berg, 78.) – Semir
Hadzibulic (Torbjørn Grytten,
46./Jonn Johannesen, 71.),
Jákup B. Andreasen – Boris
Dosljak, Jóannes Bjartalíð,
Patrik Johannesen – Páll
Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
Betri deildin menn støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
VM
TM
MM S
1
KÍ
15
11
2
2
36
11
25 35
2
NSÍ
15
11
2
2
39
15
24 35
3
Víkingur
17
11
2
4
38
22
16 35
4
B36
16
11
2
3
25
14
11 35
5
HB
17
10
4
3
41
17
24 34
6
Skála
17
7
0
10
18
21
-3
21
7
TB
17
5
3
9
15
31
-16 18
8
EB/Streymur 17
2
3
12
17
40
-23 9
9
AB
17
2
2
13
16
46
-30 8
10
ÍF
16
1
2
13
11
39
-28 5