týsdagur 6. august 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
Nico & Vinz eru norðmenn upp
vaksnir í Oslo. Teir hava ættarbond
til Afrika, og tað hoyrist aftur í tón
leikinum hjá teimum, sum er bæði
popputur og lívligur.
Fyrsta stóra hittið fingu teir í
2014, tá ið sangurin »Am I Wrong«
klatraði upp á tónatindarnar kring
allan heimin – eisini í USA og Bret
landi.
Nico & Vinz hevur síðani havt
fleiri onnur hitt – eitt nú »That’s
How You Know«, »In Your Arms«
og »When The Day Comes«. Nico &
Vinz arbeiða nú við nýggjari útgávu.
Umframt stórar løtur á hit
listum hava Nico & Vinz gingið
sigursgongd við live-framførslum
kring heimin. Teir eru framúr á palli,
og teirra sjarmerandi og fevnandi
pallframferð gevur áhoyrarunum
hug at smílast og syngja við.
Nico & Vinz hava spælt í fleiri av
stóru talkshowunum í USA – eitt
nú hjá Ellen Degeneres og Jimmy
Fallon – og teir hava eisini spælt
á jólakonsert, sum Barack Obama,
forseti, skipaði fyri uttan fyri Hvítu
Húsini.
Nú fáa føroyingar møguleikan at
uppliva hendan framúr góða popp
bólkin á landsins størsta tónleika
palli.
NICO & VINZ FEVNA VIÐ POPPHITTUM
Heimskendi poppbólkurin Nico & Vinz
er framúr á palli, og teirra sjarmerandi
og fevnandi pallframferð gevur
áhoyrarunum hug at smílast og syngja við
Hans Marius Ziska hevur, síðani
hann ungur tannáringur, verið virk
in í føroyskum tónleiki. Hann hevur
spælt lívligan rock, hann hevur
framført vakrar, stillar sangir, og
í øllum meldrinum av tónleika
sjangrum hevur hann altíð hildið
fast um tann góða sangin.
Marius Ziska telist millum teir
dugnaligastu sangskrivararnar í
landinum, og serliga seinnu árini
hevur hann flutt seg nógv og hevur
skrivað framúr góðar sangir – bæði
á føroysku máli og enskum máli.
Hóast hann longu í fleiri ár hevði
gjørt vart við síni tónlistarligu evni,
so var tað við sigrinum í Global
Battle of Bands, at Marius veruliga
gjørdist ”heimskendur” í Føroyum.
Eftir sigurin í føroysku kappingini
gjørdist bólkurin nummar seks í
heimsfinaluni, og hetta læt dyrnar
upp fyri framførslum í fleiri øðrum
londum – eitt nú í Danmark og
Týsklandi, har Marius ofta hevur
verið á plakatum.
Við fleiri tilnevningum og virðis
lønum hjá bæði Planet Awards og
FMA hevur Marius gjøgnum árini
eisini prógvað, at hann støðugt
megnar at flyta seg við tíðarráki
num, og undirstrikar hetta enn eina
ferð hansara fjølbroytni sum tón
listamaður.
Við einum sterkum bólki aftur
at sær hevur Marius Ziska veruligt
flog og innihald í sínum framførsl
um, og hann kann verða rúnarbind
andi á palli.
Marius Ziska er stutt og greitt
føroyskur tónleikur á hægsta al
tjóða stigi.
Linda Andrews er ein av Føroya
dugnaligastu songkvinnum. Hon
kann syngja fleiri tónleikasløg
– eitt nú popp, soul, funk og
gospel.
Á
Summarfestivalinum
fer Linda Andrews saman við
bólki sínum at framføra sangir
av seinastu útgávuni »Live at
Studio 55«, sum hevur fingið
sera góða móttøku.
Linda hevur í nógv ár havt
tónleik sum yrki. Hon hevur
verið songkvinna, sangskrivari,
vokalcoach og dirigentur í Keyp
mannahavn.
Stóra fjøldin av føroyingum
og danskarum kenna hana helst
sum vinnara av songkappingini
X Factor.
FRAMÚR RØDDIN AFTUR AT HOYRA
Við eini rødd í heimsflokki hevur Hans Marius Ziska í nógv ár
verið millum fremstu og virknastu føroysku tónleikararnar
LINDA VIÐ FUNK OG SOUL