týsdagur 6. august 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
8-10/08
SUMMAR FESTIVALURIN 2019
ARMBOND
Atgongumerki til Summar Festi
valin skuldu skiftast um við
armbond.
Armbond fáast á hesum støðum:
•
Telebúðum í Klaksvík,
Saltangará og á Tvøroyri
•
Torginum í SMS í Havn
•
Norðoya Sparikassa í
Klaksvík
•
Effo-støðin í Leirvík
•
Við inngongdina til
festivalin
Konsert á vágni
MIKUKVØLDIÐ VERÐUR
FLÓTANDI KONSERT Á
VÁGNI Í KLAKSVÍK
Aftur í ár verður hitað upp til
Summar Festivalin við konsert
á vágni í Klaksvík. Flótandi pall
urin verður innarliga á vágni,
og umborð vera tónleikarar og
sangarar.
Í ár fara tvær dugnaligar song
kvinnur at syngja nakrar sangir
og verk. Tær eru Ingibjørg Han
sen og Daisy Johannesen Lolk.
Tónleikarar vera Páll Sólstein
og Rani Nolsøe.
Undanfarin ár hevur konsertin
á vágni verið ein sera hugnalig
upphiting til sjálvan festivalin,
og nógv fólk hava verið og lýtt á.
Vit vóna, at veðrið verður
til vildar, so at konsertin kann
haldast mikukvøldið kl. 21.00.
MATGARÐUR VIÐ
GÓÐUM GØTUMATI
Spennandi matarupplivingar eru
partur av einum góðum festivali,
Summar Festivalurin bjóðar alskyns
matartilboð um alt festivaløkið.
Eingin nýtist at ganga svangur á
festivalinum, og nógv er at velja
ímillum.
Í ár verður ein hugnaligur mat
garður við Føroya Tele, har tað ber
til at fáa ymisk sløg av gøtumati.
Væl kendi fish & chips bilurin hjá
Gist & Vist kemur at standa har, og
har ber til at fáa fyrstafloks fisk frá
Gadus og tilhoyr.
Brioche Popup, sum selir tann
væl umtókta ostaburgaran við ný
bakaðum briochebolla, vistfrøðilig
um oksakjøti og heimrørdum may
onaise, verður at fáa.
Tú kanst eisini fáa bakað epli við
roykum laksi ella chili con carne,
øksakjøt við rómaeplum og sós og
annað.
Hvønn dag fer kokkurin Jákup
Sumberg at langtíðarstokja oksariv
(beef short ribs) í sínum roykiovni,
so tá ræður um at liggja framvið.
NÁTTARBUSSUR
Náttarbussur koyrir úr Klaksvík
til Havnar í sambandi við Summ
ar Festivalin. Bussurin koyrir
frá J. Waagsteinsgøtu beint við
fótbóltsvøllin – stutt frá stóra
Tjaldinum.
Náttarbussurin koyrir hesar tíðir:
Hóskvøld kl. 03:00
Fríggjakvøld kl. 04:00
Leygarkvøld kl. 04:00
Kostnaður er 200 kr. pr. persón.
TJALDBYGDIN ER EIN OASA
Hugnaliga tjaldbygdin
liggur mitt á
festivaløkinum
Aftur í ár bjóðar Summarfestivalurin
fólki at gista mitt á festivaløkinum.
Tjaldingarplássið verður skipað
sum ein hugnalig bygd, har pláss
er fyri bæði ungum og tilkomnum
á grøna økinum, sum liggur í
hjartanum á sjálvum festivalinum.
Í tjaldbygdini verður møguligt
at keypa mat og drekka og
annars hugna sær saman við
festivalgestum. Hugnaliga bygdin
verður
skipað
við
tveimum
grannaløgum, har familjur og tey
meira tilkomnu halda til á økinum
niðan móti stóra tjaldinum og tey
ungu halda til á økinum, sum liggur
oman móti stóra pallinum. Mitt
í bygdini liggur ein stór tipi, sum
eisini er savningarstað hjá teimum,
sum vitja tjaldbygdina. Her ber til
at keypa ein góðan morgunmat, tá
tú vaknar ella eina heita, lætta og
bíliga máltíð, áðrenn tú fert víðari
til næstu konsertina.
Fyrireikararnir siga, at stórur
dentur verður lagdur á at skapa
eitt hugnaligt og innbjóðandi
umhvørvið, soleiðis at gestirnir
kunnu
kenna
seg
væl
allar
dagarnar, meðan festivalurin er.
Her er eitt sindur av øllum
og sambært fyrireikarunum er
tjaldingarøkið ein lítil oasa í øllum
tí nógva, sum annars hendir úti á
sjálvum festivaløkinum.
Meira kann lesast um tjalding á
heimasíðuni sf.fo