hósdagur 8. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Eg havi lovað, at eg komi til Føroya, so
tað komi eg. Tá eg lovi okkurt, so haldi eg
tað.
Soleiðis segði islamkritiski danski
politikarin Rasmus Paludan við Sosialin
síðst í mai mánað. Ætlanin var, at hann
skuldi halda ein fyrilestur í Føroyum mitt
í juni mánað, men tað bleiv av ongum. Og
nú frættist, at ætlanirnar um at fáa hann
hendan vegin eru sleptar.
Rasmus Paludan, sum er formaður í
flokkinum Stram Kurs, er sera væl dámdur á
facebookbólkinum "Føroyingar ímóti islam"
- og tað var millum limir har, at hugskotið
um at fáa hann til Føroya spratt. Sum skilst
hevur føroyaferðin ikki verið væl fyrireikað.
Hann segði við Sosialin í mai, at hann
merkti stóran áhuga frá føroyingum fyri
sínum politikki.
- Tað hevur nógv at siga fyri meg, at tað
eru so nógvir føroyingar, sum seta seg í
samband við meg. Føroyingar ganga høgt
upp í sína egnu mentan og søgu, og tí skilji
eg væl, at nakrir
føroyingar eru
áhugaðir í, hvat eg
havi at siga, segði
hann tá.
9. AUGUST 2019
Í hesum døgum valfarta føroyingar og
útlendingar til Klaksvíkar, har tað er
Summar Festivalur. Hann er á skránni fyri 16.
ferð og er inngrógvin partur av sumrinum.
Fyrr í vikuni vóru fyrstu gestirnir at síggja
umborð á bátum við bátabrúgvarnar
og í húsvognum, sum eru í miðbýnum,
norðureftir eystara armi og úteftir, sum tey
siga har norðuri, vestara armi.
Í fyrrakvøldið var fyrsti brellbitin, tá
ið sangur og musikkur var á vánni og
nógv blíða summarkvøldið fylgdu við. Og
í gjárkvøldið varð so farið undir formligu
skránna, sum er fyri bæði stór og smá, og tað
verður ikki helmað í fyrr enn sunnunáttina.
Gestir búgva ár um ár í sama stað, um
tað so er hjá familju ella til leigu ella á
tjaldingarøkinum, og tað skilst á lagnum, at
mest sum hvør song av Viðareiði og umvegis
Hvannasund, Norðdepli, Árnafjørð, Ánirnar,
Haraldsund, Kunoy og Norðoyri og til
Klaksvíkar er upptikin.
Kommunan spælir við, og klaksvíkingar
eru fyrikomandi og blíðir. Eingin hoyrist
knarra um stóra tiltakið, men heldur taka
einstaklingar, feløg og myndugleikin undir.
Festivalurin fyllir so mikið nógv, at tað er
neyðugt at avbyrgja soleiðin, at bussleiðin
ikki fær koyrt í hesi vikuni.
Tað slitnar næstan ikki sundur í Klaksvík.
Um eina viku verður Sjómannadagurin,
sum er heilt øðrvísi tiltak, har sjógvurin,
fiskivinnan og sjómaðurin og fiskimaðurin
er í fokus, og har vinnan fíggjar so mikið
dyggiliga, at tað tá verður trupult at sleppa
av við eina krónu.
Tá er luttøkan eins stór, sum hon er
hetta vikuskiftið. Kanska eini 10 túsund
hetta vikuskiftið og aftur 10 túsund næsta
vikuskiftið. Tey, sum vitja hetta vikuskiftið,
eru ikki øll tey somu, sum fara at vitja næsta
vikuskiftið. Tí eru vit neyvan langt av leið,
tá ið vit siga, at talið á vitjandi í Klaksvík
tilsaman hesi bæði vikuskiftini verður væl
omanfyri 10 túsund.
Ivaleyst verður tað næstu vikuna í
Klaksvík stutt millum tey, sum bjóða seg
fram á løgtingsvalinum, ið verður um
stórar tríggjar vikur. Tað er sjarmerandi,
og sjálvandi skal tað í okkara fría og frælsa
samfelag eisini vera pláss fyri tí.
Veðrið spælir við, Klaksvík er av álvara á
breddanum, og vit ynskja øllum – vertum og
gestum – blíðan Summar Festival og góðan
Sjómannadag.
Klaksvík er á breddanum
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Paludan kortini
ikki til Føroyar
Í kanningini “Rumenar í Føroyum” kom
fram, at útbúgvingar og førleikar hjá
útlendingum, sum koma til Føroya í
arbeiðsørindum, ikki verður kannað.
Manglandi eftirlitið ger tað nevniliga
ógjørligt at staðfesta, hvørt útlendingarnir
verða løntir eftir røttum sáttmála, og um
lønardumping fer fram.
Liljan Weihe, sum gjørdi kanningina,
fekk einki svar frá løgregluni, tá hon
spurdi, hvussu vorðið var við eftirliti. Í
hesum sambandi sendi Kringvarpið ein
fyrispurning til løgregluna, og har kom svar
beinanvegin.
Sambært Steen Nørskov,
sjefpolitiinspektøri, er løgreglan komin við
einum útkasti um eitt samstarv millum
tríggjar myndugleikar. Tað segði hann
mikudagin í sendingini Summartímin. Talan
er um eitt samstarv millum Arbeiðs- og
brunaeftirlitið, TAKS og løgregluna.
Taks fer at hyggja eftir
inntøkuviðurskiftum og skatti, løgreglan skal
røkja uppgávuna at kanna uppihalds- og
arbeiðsloyvi, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið
skal kanna arbeiðsumstøðurnar hjá
útlendingum.
Arbeiðsviðurskiftini
hjá útlendingum
skulu kannast
Les eisini blaðið
á telefonini
Tom byrjan til
løgtingsvalið
Síða 6
Vágsbøur í
miðdeplinum
Síða 22