Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. AUGUST 2019 SOSIALURIN 90 4 Føroyingar hava nú verið í summarfrí, síðani undan ólavsøku og tíðin nærkast, tá ið skúlarnir byrja aftur. Nógv børn skulu fyrstu ferð royna seg í skúlaskipanini, sum bæði skal gera okkum til mevitandi samfelagsborgar og tryggja at vit duga at lesa, skriva og rokna. Vit vit væl, at skúlin er broyttur nógv seinastu 50 árini. PISA-kanningarnar loyptu hvøkk á okkum, tí tað vísti seg, at vit lógu ógvuliga aftarlaga á PISA- listanum, men alt bendir á, at hetta er komið uppá pláss aftur. Vit mugu staðfesta, at tað almenna hevur átikið sær leiklutin at uppdraga og læra komandi ættarliðini. Foreldur eiga sjálvandi sín part, men tað vísir seg, at tað er torført. Flestu teirra, sum hava børn í skúlaaldri ella yngri, hava upp undir hendur at gera við at passa teirra egna arbeiðið og hús og heim. Børnini eru sjálvandi frammarlaga í tankunum, men ofta velja somu curling- foreldrini heldur at seta krøv til onnur enn sjálvi at taka sær av teimum ungu. Ája! Hví tað er so er ikki altíð so lætt at siga, men okkara samfelag hevur í dag so nógv at bjóða vaksnum fólki, at hjá mongum fer ein stórur partur av vikuskiftinum við tiltøkum av øllum handa slag. Fyrst er tað børnini sum skulu til ítrótt og so eru tað ymiskar veitslur fríggja­ kvøld og leygarkvøld áðrenn arbeiðs­dag­ urin kallar aftur mánadag. Viðhvørt kundi verið áhugavert at sett spurningin um vit hava skipað okk­ara samfelag, so væl sum tilber? Hetta vikiskiftið er vælumtókti summ­ar­festivalurin í Klaksvík. Úr øll­um Før­oyum streyma fólk til við kamp­ing­ vogn­um , bátum oig teltum og halda fest har í einar tríggjar dagar. Fyri Klaksvík er hetta spennandi dag­ ar við nógvum fólki og góðum tónleiki. Vit kunnu bara staðfesta, at við teimum tónleikafestivalum, sum hava verið í Føroyum í hesi øldini, so hava so at siga øll stór tónleikanøvn verið her – burtursæð frá teimum allardýrastu. Festivalarnir av­loystu stevnurnar og nú eru mat­festi­val­ar­nir farnir at vinna seg fram. Tveir slík­ir eru í Havn vár og heyst, men tað verð­ur neyvan leingi til mat­stov­urnar fara at vísa teirra kynstur fram fyri almenn­ingum. Summartónar er eitt annað slag av tónleikastevnum, sum gjøgnum fleiri ár hevur vunnið sær fleiri og fleiri viðhaldsfólk, tí hetta er tyónleikur av einum øðrum slag á høgum støði. Ája! Hevði sett mær fyri ikki at skriva nakað um politikk í hesi klummu, men noyð­ ist kortini at minna á, at nú eru bert tríggjar vikur, til kross­urin skal setast og harvið ávirka samfelagsgongdina komandi fýra árini. Ája Vikan ið fór Sæð á Facebook: Maður mín er ein rættur teologur. Eg máli stovuna, og hann kemur inn javnan og minnir meg á heiligdagarnar Fyrsta formansumfarið í valstríðnum var í Kringvarpinum. Ferðavinnan og bústaðarmarknaðurin vóru kjakevnini Summar festivalurin byrjaði hóskvøldið í Klaksvík. Killer Queen, Marius Ziska, Nalja og Eyðun Nolsøe vóru nøkur av teimum, ið framførdu fyrsta kvøldið Nógv kjak hevur verið um eitt portur, ið annar bóndin í Saksun hevur sett upp fyri tey, ið ynskja at ganga út á Lógv Mánadagin kunngjørdi BankNordik, at felagið hevði 118 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár í ár Føroya Eftirskúli boðaði týsdagin frá, at skúlin kortini ikki byrjar í ár. Ov fáir umsøkjarar vóru til skúlan. Rumenar MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt krónur kostar tað at sleppa inn um portrið í Saksun og ganga út á Lógv 75 Fleirtal av orðinum rumeni, ið Sprotin lýsir sum: fólk í ella úr Rumenia, rumenari Mánadagin legði Liljan Weihe fram eina frágreiðing við heitinum Rumenar á loftinum. Talan er um eina kanning av óskipaðu viðurskiftunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, ið 13 fakfeløg hava tikið stig til. Sum heild verður mett, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum eru góð, men nógv kjak hevur staðist um góðskuna á bústøðunum hjá teimum útlendingum, ið arbeiða í byggivinnuni. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At meirnýtslan til Glasir í 2018 var 63,5 milliónir krónur. Sæð á Facebook: Eg skuldi skriva okkurt um Saksun, men eg misti píkatráðin Fleyr til gul av eystri, 1 til 5 metrar um sekundið, sum øtlar út á dagin upp í gul til stívt andøvsgul av eystri landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Um náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landnyrðingi, 7 til 12 metrar um sekundið. At byrja við nakrir sólglottar, men seinni degnum samdrigið. Um náttina samdrigið og møguliga nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig. 5-10 m/s 8-13 m/s 4-8 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðing og norði, 8 til 13 metrar um sekundið, sunnunáttina snarar hann í ein útnyrðing. Samdrigið og møguliga nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 8 og 11 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðing, 8 til 13 metrar um sekundið. Um dagin makar í lot til andøvsgul, 4 til 8 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 6 metrar um sekundið. Turt og samdrigið. Hitin um 10 stig. Um náttina turt. Hitin millum 5 og 9 stig.