mikudagur 14. august 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. august 2019 · Nr. 92
TIL FERÐAVINNUVERKÆTLANIR
Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv
millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu
søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:
· Nýskapan og vørumenning
· Marknaðarføring
· Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
· Góðsku- og umhvørvismenning innan
ferðavinnu
TIL FERÐING
Møguleiki er nú aftur at søkja NATA um stuðul
til ferðing til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu
søkja um stuðul:
· Skúlaflokkar
· Ítróttarfeløg
· Tónleikabólkar
· Onnur mentanarsamstørv
Stuðul frá NATA
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli.
Umsóknarblaðið og neyvari upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nata.fo ella við at skriva til
skrivstovuna hjá NATA, nata@industry.fo
Freistin at lata inn umsókn er 27. august 2019.
Umsøkjarar fáa svar 10. oktober 2019.
Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 10. oktober 2019.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og
Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu, at
styrkja ferðamøguleikarnar og tað mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
www.sansir.fo
POLITIKKUR Á
BREDDAN Í FUGLAFIRÐI
Leygardagin 17. august verður politikkur settur
á breddan í Fuglafirði.
Politisku flokkarnir og áhugafeløg eru at hitta.
Eisini er speakers corner. Føroya Bjór og Okkara
bjóða teimum vitjandi eitthvørt leskandi.
Kjakfundur um landspolitikkin og lokal evnir.
Jón Brian Hvidtfeldt er orðstýrari.
KL. 16.00
– 18.00
KL. 19.00
Væntandi nýta bæði politikkarar, vónrík uppstillaði
og umboð fyri áhugafeløgini høvið at brúka
okkara speakers corner hesa løtuna.
KUNNGERÐ
Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á
løgtingsvalinum leygardagin 31. august 2019
verður í samkomuhøll skúlans.
Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri
at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á
Býráðsskrivstovuni til og við fríggjadagin 30.
august 2019 kl. 15.00.
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til
og við dagin fyri valið. Boðað má verða frá til
Býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagið
kl. 14.00 henda dagin.
Valkort verða send øllum teimum, íð standa á
vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella
fær valkort við villum í, eigur at venda sær til
Býráðsskrivstovuna sum skjótast.
Valstýrið í Vági