fríggjadagur 16. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
16. AUGUST 2019
31. august er
løgtingsval. Tað
er aðru ferð síð
ani floksbýtið á
tingi í 1906, at
løgtingsval er í
augustmánaði.
Fyrru fer var í
1943.
Á
tiltikna
bartalsmessu
valinum 24. august í 1943 vann Fólkaflokkur
in stórsigur. Hetta var aðru ferð at Fólka
flokkurin stillaði upp til val, og flokkurin
fekk 41,5 prosent av atkvøðunum í Føroyum
og 12 av 25 løgtingsmonnum. Fólkaflokkurin
stillaði upp á fyrsta sinni í 1940, og tá fekk
flokkurin 24,7 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
mistu ávikavist 5 og 4 prosentstig. Men Sam
bandsflokkurin varðveitti sínar 8 tingmenn,
meðan Javnaðarflokkurin misti ein og fekk
5. Sjálvstýrisflokkurin misti mest á hesum
valinum, fór úr 16,2
prosentum niður í
10,4 og mist allar 4
tingsessirnar og mist
sæti á tingi.
Annað valið
í august
LØGTINGSVALIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Stórhvalaveiða:
Endiliga heima
aftur
Siðsøga síða 24-25
Havnarmaður úr
Klaksvík seksti
Nøvn síða 9
Í blaðnum...
»Til tess at røkka fullveldinum, hava vit
allar fyrireikingar greiðar. Nú skulu sein
astu stigini takast!
Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi
um, at loysingin nú skal fremjast í verki.
Stór stig skulu takast!
Okkara aðalmál er at seta á stovn før
oyska tjóðveldið. Tað er okkara fremsta
mál í einum stjórnarsamstarvi.«
Soleiðis skrivar Tjóðveldi í yvirlýsing
frá flokstingi floksins hin 6. apríl í ár.
Retorikkurin var eisini ógvuliga greið
ir í fólkatingsvalstríðnum, tá floksins
umboð gjørdu greitt, at hetta fór at vera
hitt seinasta fólkatingsvalið í Føroyum,
tí Føroyar fara at loysa seg úr ríkisfelags
skapinum í hesum fólkatingsvalskeiði
num, sum nú er.
Hesir tónar sampakkaðu illa við tað,
sum Javnaðarflokkurin – serliga undir
leisðu Aksel V. Johannesen – hevur stað
ið fyri, og tú kundi kanska hildið, at
Tjóðveldi dyrgdi eftir einum samstarvi
við Fólkaflokkin heldur enn við Javnað
arflokkin.
Nú løgtingsvalstríðið koyrir við fullari
ferð er loysingarretorikkurin tó niður
tónaður. Eingin tosar um, at loysast skal
í hesum valskeiðnum.
Fólkatingsmaður Javnaðarfloksins,
hevði eina heldur hvassorðaða tíðargrein
her í blaðnum beint eftir fólkatingsvalið,
har hann vísti á, at brádliga kravið um
loysing í hesum valskeiðnum gjørdi, at
Tjóðveldi tapti fólkatingsvalið og at
Sambandsflokkurin gekk so nógv fram
av óttanum um loysing.
Hann segði eisini, at Javnaðarflokkur
in og Tjóðveldi ikki kunnu halda fram
við samstarvinum, um Tjóðveldi heldur
fast við kravið um loysing í komandi val
skeiði – eitt púra órealistiskt krav, sum
eingin annar flokkur á tingi við garanti
tekur undir við.
Og líkt er til, at Tjóðveldi nú hevur
tikið sær aðrar partar fyri. Ein fullveldis
samgonga millum Tjóðveldi, Fólkaflokk
in og Framsókn er valla hugsandi enn á
sinni. Mest upplagda samstarvið hjá
Tjóðveldi er uttan iva enn sum áður
Javnaðarflokkurin og Framsókn.
Eitt krav frá Tjóðveldi um loysing
hevði tí verið uppsøgn av samgonguni.
Men tað kravið tykist nú fánað – og har
við man sitandi samgonga vera fremsta
valið hjá Tjóðveldi – hóast tað kostar, at
loysingin er tikin av skrá.
Hevur Tjóðveldi avlýst loysingina?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Útbjóðing
Við hesum verður 1. byggistig til arbeiðið at gera nýtt tyrvingarpláss í Nýggjheiðum
omanfyri Kvívík boðið út í almennari lisitatión.
Arbeiðið er partur av eini størri verkætlan, har m.a. bygningur til skiljing av
burturkasti og bygningur til viðgerð av rottangaevju skal gerast. Hesin partur av
verkætlanini verður boðin út seinni í ár.
Arbeiðið verður boðið út sum høvuðsarbeiðstøka við niðanfyri nevndu arbeiðum:
1.
Jørð- og betongarbeiði
2.
Kloakkarbeiði
3.
El-arbeiði
Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um:
•
Atkomuveg
•
Uppsetan av stiki
•
At stoypa uppsamlingarveit og fundament til stik
•
At leggja uml. 1.500 metrar av kloakk av økinum og oman í Vestmannasund
•
Fyribils elveiting til byggipláss, ljós í byggtíðini og leggjan av leiðingum í jørð
Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðnum: Oktober 2019 – Januar 2020.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá PB Consult við at senda ein teldupost til
gh@pbc.fo. Síðsta freist at bíleggja tilfarið er 26. august 2019. Útbjóðingartilfarið
verður bert sent út talgilt og kann heintast á dropboks eftir bílegging.
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast:
•
Navn á virki
•
Kontaktpersónur og telefonnummar
•
Teldupostadressa
Víkarvegur 107 / FO-520 Leirvík / Tlf. 41 42 43 / irf@irf.fo / www.irf.fo