Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. AUGUST 2019 SOSIALURIN 93 4 Tað er fari at osa av politikki kring alt landið. Veðrið er av tí allar besta og politik­ ar­arnir eru komnir aftur úr summ­ar­ frítíðini. Valið verður leygardagin um 14 dagar og seinasta freist at lata upp­still­ing­ arlistarnar inn er í morgin. Tveir nýggir flokkar hava meldað seg inn í valstríðið. Føroyaflokkurin, sum leggur nøkur ultra liberal sjónarmið fram í teimum sjónvarpsorðaskiftum, sum flokkurin hevur tikið lut í. Hin flokkurin er Framtakið, sum vil hava at hasj kann brúkast sum heilivágur og so annars heldur at vit skulu fara meira yvir til beinleiðis demokrati – heldur enn til umboðandi demokrati, sum vit hava í dag. Báðir flokkarnir hava megnað at fáa til vega nóg mikið av undirskrivtum til, at teir kunnu stilla upp sum flokkar. So nú eru níggju flokkar at velja ímillum Ája! Summarfestivalurin fór afturum í góðum veðri og uttan nakað serligt áhapp. Tað er at fegnast um, at vit duga at hugna okkum saman uttan balladu. Summarfestivalarnir eru nógvir og saman við stevnunum halda teir unga fólkið upptikið alt summarið. Men nú endar skúlafrítíðin. Mánadagin byrja skúlarnir aftur og tá skulu bæði hálvvaksin og børn aftur venja seg við at fara til songar vanliga tíð. Valstríðið fær eisini tey ungu at hugsa um, at tað koma nøkur ár seinni og tí er stundin nú at hugsa um, hvat tey ætla sær at gera, tá ið tey eru vaksin. Føroyar eru eitt gott land at búgva í og eftirhondini er tað soleiðis, at til ber at fáa sær útbúgvingar í Føroyum. Hetta skal tó ikki forða teimum í eisini at hyggja uttanlands og kanska brúka nøkur ár har, tí tað skaðar ongan, at sjónarringurin verður víðkaður og vit duga at kaga út um okkara egna dunnuhyl. Ája! Nú er sligið nógvastaðni og tað er huga­ligt at lukta nýslignan bø. Hoygg­ ing­in er ikki so strævin longur, tí nú verður nógv ballað – tú noyðist ikki at bíða eftir góðum hoyterra. Hetta ger tað munandi lættari, serliga hjá teimum sum hava smærri jarðarbrúk afturat vanligum arbeiði. Í dag ber ikki so væl til bara at leypa frá at hoyggja tí terri er ein dag. Hetta var uppá ein annan máta fyrr. Nú eru fólk bundin at teldum og telefonum og kunu ikki bara leypa avstað. Nú skal alt planleggjast, men tað er ikki altíð so, at veðurgudarnir taka lut í hesi planlegging. Tá ið vit ætla terra, hava teir kanska skipað fyri regni og so gongur onki upp. Vit bestemma nógv í dag – men als ikki alt. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Listi K kemur nú við fiskivinnu uppskoti. Teir vilja friða allan fisk, sum gongur í torvum Aftaná at borgarar í fleiri vikur hava mótmælt ætlaðu íbúðarbyggingina undir Kongavarða, boðaði Annika Olsen mikudagin frá, at kommunan fer at broyta verkætlanina Fríðrikur krúnprinsur kom mánadagin til Føroyar á óalmennari vitjan. Hann er í Føroyum í samband við eina sjónvarpsrøð, sum DR ger um Ríkisfelagsskapin Matstovan Frumbiti letur dyrnar aftur fyri seinastu ferð leygardagin. Eigaranir upplýsa, at innanhýsis trupulleikar í húsinum er orsøkin til, at teir gevast Fleiri kommunur hava gjøgnum vikuna heitt á borgarar um at spara upp á vatn vegna turkur Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um herverk á valplakatir Valskrá MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt kvinnur stilla upp fyri Sjálvstýri til løgtingsvalið, segði formaðurin á tíðindafundi hósmorgunin 0 Sprotin: Ætlan hjá politiskum flokki upp undir val, Føroya Javnaðarflokkur kunngjørdi í dag sína valskrá til løgtingsvalið 20. januar Valstríðið til løgtingsvalið er farið at merkja tíðindaflutningin hjá miðlunum og fimm av teimum níggju politisku flokkunum, ið bjóða seg fram á løgtingsvalinum 31. august, hava í vikuni lagt fram sínar valskráir. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At yvir 100 fólk guldu fyri at sleppa oman á Lógv fyrstu vikuna portrið var uppi Sæð á Facebook: Kunngerð: "Hegnini í Saksun skulu verða í ferðamanna-høgum standi frá august 2019." Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, fyrrapartin eitt skifti strúkur í vindi av landssynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skíggjað við regn størsta partin av degnum. Um náttina og kvøldið øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað, men sum frálíður minni regn. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig. 5-10 m/s 2-7 m/s 5-10 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Lot til andøvsgul úr suðri ella eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við einkultum ælum. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig. Um náttina umleið 10 stig. Lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, men út á kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, ið seinni veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind. 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin alt døgnið millum 9 og 13 stig.