mánadagur 19. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í sær sjálvum ber tað boð um polit
iskt støðufesti, at ein stjórn megnar
at sita formliga valskeiðið á tamb.
Um mánaðarskiftið eru fýra ár síð
ani føroyingar seinast høvdu møg
uleikan fyri at velja tingmenn til
umboðandi tingið og harvið eina
landsstjórn.
Í 2015 ynskti meirilutin av veljar
unum, at andstøðan fekk valdið. Ein
andstøða er kortini ikki ein harmon
isk eind, og tá hon fær valdið, gerast
munirnir millum flokkarnar meiri
eyðsýndir, enn tá teir á tingi, dag
um dag, í felag herja á meirilutan,
sum situr við valdinum. At nýggja
samgongan eisini misti meirilutan á
stokkinum í somu løtu sum blekkið
tornaði á semjuskjalinum, gjørdi ikki
útlitini bjartari.
Politiska veðurlagið hevur verið
skiftandi, men onkursvegna hava
formenninir í samgonguflokkunum
dugað kynstrið at slætta sjógvin og
at finna pragmatiskar meirilutar, tá
tað galt – eisini í stórmálum á fiski
vinnuøkinum, í heilsuverkinum og á
pensjónsøkinum.
Býir og bygdir hava leingi ver
ið tapetiserað við størri og smærri
myndum av teimum, sum ætla at
umboða okkum næstu fýra árini.
Við sjeymílaferð vindur individual
isman upp á seg. Flokkarnar kámast
og valevnini gerast meiri eyðsýnd – í
øllum flokkum. Eitt rák sum rættiliga
hevur tikið dik á seg síðani Føroyar
vórðu skipaðar í eitt valdømi.
Nú er bara endaspurturin eftir.
Alt eftir hvussu tað fer at vignast
flokkunum hesar 12 dagarnar at
veiða atkvøður kring landið, fer
greiða at fáast á hvørja leið Føroyar
fara politiskt tey næstu árini. Fær ein
stjórn, sum situr við valdinum, parla
mentariskan meiriluta á einum vali,
so skulu góðar grundir til, at hon ikki
skal halda fram, um gongulagið ann
ars hevur verið rímiligt. Tí skal vænt
ast, at CEF-stjórnin, við Akseli sum
løgmanni, heldur fram, vinnur hon
valið um 14 dagar.
Hendir tað ikki - eru møgu
leikarnir fleiri. Vinnur núverandi
andstøða, fáa vit ivaleyst eina borg
arliga samgongu – ABDH – har
størsti flokkurin fyri fyrstu ferð í
15 ár kann seta formannin – Jørgen
Niclasen – í løgmansembætið. Hetta
er størsta møguliga broytingin, tí
tá skal roknast við at samtyktu ný
skipanirnar seinastu fýra árini verða
spolaðar aftur. Aðrir møguleikar eru
klassiska heimastýrissamgongan og
ein fullveldissamgonga.
Allar kanningar boða frá, at dyst
urin verður javnur og spennandi.
Kortini ikki meiri spennandi enn tað,
at Føroya løgmaður tey næstu árini
annaðhvørt fer at eita Aksel V. Jo
hannesen ella Jørgen Niclasen. Tað
valið liggur nú í fólksins hondum.
Karsten Hansen 75 ár
Valið stendur millum Jørgen
Niclasen og Aksel V. Johannesen
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fyrrverandi býráðs
limur, løgtings- og
landsstýrismaður
fylti sjeytifimm
Í gjár fylti Karsten Hansen,
fyrrverandi løgtings- og lands
stýrismaður og fyrrverandi
býráðslimur í Klaksvík, 75 ár.
Karsten Hansen er føddur
í Søldarfirði 18. auguast í
1944, sonur fyrrverandi løg
tingsmannin hjá Tjóðveldis
flokkinum, Frederik Hansen,
Streyku-Frederik, og Andreu
Hansen, bæði úr Leirvík men
búsitandi í Søldarfirði.
Karsten Hansen er fyrst og
fremst kendur sum politikari,
men eisini sum løgreglumaður
og sýslumaður í Klaksvík.
Hann sat í Klaksvíkar frá
1989-1998, tá hann gjørdist
landsstýrismaður í fíggjar
málum fyri Tjóðveldisflokkin
í fyrru fullveldissamgonguni.
Hann helt fram í aðru fullveld
issamgonguni, sum fall í 2003.
Á valinum í januar í 2004 varð
hann valdur tingmaður fyri
Tjóðveldi í Norðoya valdømi.
Karsten Hansen fór úr
Tjóðveldisflokkinum eftir rok
ið um 266b, sum snúði seg um
at broyta greinina í revsilógini,
sum snúði seg um fólk við øðr
um kynsligum samleika – at
samkynd kundu verða fevnd
av lógargreinini.
Nógv rok var um málið, og
tá flestu tjóðveldistingfólk
atkvøddu
fyri
málinum,
kendi Karsten Hansen seg
ikki longur heima í Tjóð
veldisflokkinum. Hann fór
úr flokkinum og upp í Mið
flokkin. Á valinum í 2008 varð
Karsten Hansen valdur á ting
við ikki færri enn 808 persón
ligum atkvøðum – fimtflestar
atkvøður av øllum.
Karsten Hansen gjørdist
aftur fíggjarmálaráðharri í
CHE samgonguni í 2008 um
boðandi Miðflokkin. Tann
samgongan helt bara í átta
mánaðir. Men Karsten Hansen
gjørdist aftur landsstýrismað
ur í borgarligu samgonguni,
sum sat frá 2011 til 2015, tá
sum landsstýrismaður í heils
umálum.
Karsten
Hansen
byrja
sína yrkisleið sum sjómaður
í 1959, til hann í 1963 fór hann
at starvast í handli. Í 1966 fór
hann í læru sum løgreglumað
ur. Í 1975 gjørdist hann støð
leiðari og í 1985 sýslumaður í
Klaksvík.
Karsten Hansen er giftur
við Gull-Britt f. Hinge, úr
Keypmannahavn.
Lars Larsen doyði í morgun av livrakrabba 71 ára gamal
Teir
endaðu á
ovastu rók
TÍÐINDI SÍÐA 9
Fáa
hýsu og
skøtu
Danski ríkmað
urin, sum mill
um annað eigur
Jysk-ketunaer
deyður
Stovnarin av Jysk, Lars
Larsen, doyði í morgun 71
ára gamal. Tað upplýsti
Jysk í tíðindaskrivi í morg
un.
Tað var síðstu í juni
mánaði, at boðað varð frá,
at Lars Larsen fór frá sum
nevndarformaður í Lars
Larsen Group, og at sonur
hansara, Jacob Brunsborg,
tók yvir sessin. Orsøkin var,
at Lars Larsen var vorðin
sjúkur av livrakrabba.
Jysk ketan hevur fleiri
enn 2700 handlar í 52 lond
um. Lars Larsen var vøddur
6. august í 1948, og búði í
Silkeborg.
Lars Larsen setti á stovn
fyrsta Jysk Sengetøjslager
handilin í 1979 í Aarhus.Í
1983 var tað vorðið til 48
handlar. Í dag kallast ketan
bara Jysk.
Í desember í 2018 varð
mett, at Lars Larsen hevði
ognir fyri 35,1 milliardir
krónur. Tað ger hann til
ein av ríkastu fólkum í
Danmark og millum teir
tíggju danirnar, sum standa
á seinasta listanum yvir
heimsins ríkastu persónar,
sum amerikanska blaðið
Forbes gevur út á hvørjum
ári.
/ritzau/
Dýnu-Larsen lagt
árarnar inn
TÍÐINDI SÍÐA 9
TELJA NIÐUR AV ÁLVARA
Hann hevur sitið í fýra landsstýrum og umboða tveir ymsar
flokkar bæði í landsstýrinum og í løgtinginum