Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Fótbóltur Farum BK/FCN við før­ oysku Áslu Johannesen á lið­num tapti leygardagin 2-1 á heimavølli ímóti VSK Aarhus. Ásla spældi inni allan dystin. Farum BK/ FCN er numm­ar trý í bestu donsku kvinnu­deildini, har tær her­fyri fingu trý stig fyri tann annars tapta ársins fyrsta dyst ímóti Brøndby, sum varð dømt at tapa fyri at hava nýtt ein ólóg­ligan leikara. Fýra dystir eru spældir, og tann næsti hjá Áslu og teimum verður leygar­dagin í Odense ímóti Odense Q. Fyrrverandi Manchester City- og Liverpool-leikarin, Mario Balotelli, skiftir nú heim­aftur til italskan fót­ bólt, har hann hevur skrivað undir sáttmála við upp­flyt­ ararnar í Seriu A, Brescia. Tað er ikki upplýst hvussu langur sáttmálin er. 29 ára gamli áleyparin hevur sein­ asta hálva árið spælt við Marseille, og áðrenn tað spældi hann við Nice. Fyri italska landsliðið hevur Balotelli skotið 14 mál í 36 lands­dystum. Fr. ítróttur Ikki færri enn fýra nýggj før­oysk met vórðu sett, tá ið FM í frælsum ítrótti var á Tórs­breyt um vikuskiftið. Sunniva Bogadóttir tók eitt gamalt met frá Randi Kúrberg, tá hon í spjótkasti kast­aði 38,48 metrar, og í kúlu­stoyti setti Lýdia Poula Simonsen føroyskt met heilar tríggjar ferðir, tá ið hon stoytti kúluna út á 11,22 metrar, 11,58 metrar og at enda 11,78 metrar. Hini bæði føroysku metini vóru í stafett, har Hvirlu- dreing­ir­nir Magnus Dal- Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha og Tórur Mortensen settu met í 4x100 metrum og 4x400 metrum við tíðunum ávika­vist 45,18 sekund og 3.36,67. Gamla metið á 4x400 metrum hevur staðið síðani 1991, tá ið Jógvan K. Glerfoss, Regin Reinert, Sølvi Reinert Hansen og Debes H. Christiansen á oyggjaleikum í Álandi runnu 3.37,05. Golf Um vikuskiftið skipaði Tórs­ havnar Golffelag fyri felags­ meistara­kapping á gol­fbreyt­ ini á Glyvursnesi.Kappast á til­samans 36 holum yvir tveir dagar. Úrslitið gjørd­ ist, at Jens Guttesen gjørd­ist tryggur vinnari við 162 sløgum tilsamans. Numm­ar tvey gjørdist Janus Norð­berg, sum brúkti 172 sløg, meðan Hans Pauli (Palli) Henriksen brúkti 175 sløg.Við hesum úrslitinum tók Jens Guttesen metið, sum Bo Knudsen setti í 2014, tá hann brúkti 163 sløg í felags­meistara­kappingini. Ríðing Tað var ríðikapping á flúgv­ ara­bedingini í Vágum leygar­ dagin. Í skeið vann Brandur í Dali á Sinu frammanfyri Hera Dahl (Stígur) og Jónu Ólavs­ dóttir (Viti). Tølt vann Regin Johannesen á Brynjari. Har blivu Hildigarð D. Hansen á Dagfinni numm­ar tvey og Mogens W. Olsen á Kletti nummar trý. Í trav­kappingini vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen og nummar tvey gjørdist Freyr hjá Biritu Lützen. Tví­spor ung vann Sílfa við Ásu Bárðardóttir. Numm­ar tvey var Táttur og Eva L. S. Klemmentsen og numm­ar trý Urd við Silju Geirs­dóttir. Í tvíspor fyrsta flokki var sera tætt, og ein­ans 14 hundrað­partar av ein­um sekundi var ímillum numm­ ar eitt og nummar trý. Hans Pauli Poulsen á Svannu bleiv nummar eitt frammanfyri Onnu Magnussen á Freyr og Regini Johannesen á Marengo. Tvíspor annan flokk vann Hans Pauli Poulsen eisini, tá við ross­ inum Tindur. Súkkling Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, er úttikin til PostNord Danmark Rundt, ið er størsta súkklukappingin í Dan­mark. Hann skal súkkla fyri liðið hjá sær, Riwal Readynez, ið ætlar sær at súkkla fyri kapteyninum, Alexander Kamp. Torkil er ein av útnevndu fimm hjálp­ar­unum. – Vit fara eftir saml­aða sigrinum til Alexander Kamp. Vit hava eitt samanumtikið sterkt lið, ið kann megna avbjóð­ ing­arnar í Danmark Rundt, sigur ítróttarstjórin á lið­ num, Michael Blaudzun, við heima­síðuna hjá Riwal Readynez. 20 lið eru við í kapp­ing­ini, sum er fimm teinar. Tann fyrsti verður í Silkeborg mikudagin. Trý lið av ovastu rók í súkklu­heim­ inum, sokallaða World Tour, eru við í kappingini. Tey eru Jumbo-Visma, Lotto Soudal og Team Sunweb. albinus@sosialurin.fo FÝRA NÝGGJ FØROYSK MET STUTTSØGD TÍÐINDI Frælsur ítróttur F.v.: Tórur Mortensen, Miso Buha, Dánjal Dahl Ljósheim og Magnus Dal-Christiansen Mynd: hvirlan.fo F.v.: Hans Pauli (Palli) Henriksen, Jens Guttesen og Janus Norðberg Fýra nýggj føroysk met eru sett í frælsum ítrótti, og so er eisini nýtt met sett í golf