mánadagur 19. august 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Meðan NSÍ og HB vunnu stórar sigrar, og B36 og Víkingur eisini vunnu fulla
úrtøku, so snávaðu klaksvíkingar ímóti Skála, ið manglaði fleiri spælarar
Jóannes Hansen
Skal tað eydnast at vinna
FM fyri fyrstu ferð í 20 ár.
Tað er spurningurin, sum
stóra viðhaldsfjøldin hjá KÍ
leingist eftir skal verða svar
aður positivt.
Fasittið verður ikki tókt
fyrr enn leygardagin 26.
oktober ella um stórar tveir
mánaðir. Higartil hevur tað
sæð gott út hjá KÍ, og marran,
sum fleiri ferðir hevur verið
vánalig gongd beinanvegin
eftir summarsteðgin, vísti
seg ikki í ár.
Men leygarkvøldið var
skammlop á KÍ liðnum í lítla
løtu undan steðginum. Tað
bar við sær, at máltalvan,
sum tríggjar minuttir undan
steðginum vísti 2 til KÍ og
0 til Skála, vísti 2-2, tá ið
Dagfinn Forná bríkslaði fyri
hálvleiki.
Harvið misti KÍ tvey stig
sammett við hini fýra lið
ini, sum kappast um FM. Í
næstsíðsta umfari undan
summarsteðginum tapti KÍ
1-0 á útivølli ímóti TB. Klaks
víkingar vunnu næstsíðsta
fríggjakvøld 2-0 á heimavølli
ímóti Víkingi. Mikukvøldið
fáa teir vitjan av B36. Tað
er heilt avgerandi fyri FM
møguleikan, at tað miku
kvøldið eydnast at vinna
fulla úrtøku. Men tað kann
væl fara at visa seg, at fimm
mist stig ímóti TB og Skála
kunnu kosta dýrt í FM stríð
num.
Hesa ferð var eingin sling
ur í valsinum hjá hinum FM
avbjóðarunum. HB smurdi ÍF
av 6-0, og NSÍ vann stórsigur
- 5-1 – á Argjum. B36 vann 3-1
ímóti TB í Gundadali, og tað
var tepurt hjá Víkingi, sum
vann 2-1 á heimavølli ímóti
EB/Streymi.
Topplið hava tað soleiðis,
at tað oftast koppar teimum
til fyrimunar. Soleiðis var tað
hjá Víkingi í gjár, meðan KÍ
ikki hevði marginalirnar við
sær á sjómannadegnum.
Skála spilti spælið
KÍ - Skála 2-2
Tað gekk sum eftir ánni
fyrstu løtuna hjá KÍ ímóti
Skála
leygarkvøldið.
Sjó
mannadagurin
ber
gott
lag við sær, og góða lagið í
heimaleguni varð uppaftur
betri, tá ið Jóannes Bjartalíð
í 22. minutti økti til 2-0. Boris
Dosljak skoraði beinanvegin
til 1-0.
Í báðum førum var talan
um hornaspark úr vinstru,
sum Patrik Johannesen tók
sær av, og í báðum førum
vórðu málini skorað við
nærra stólpa.
Fyrsta stóra hálva tíman
var KÍ avrikið sannførandi.
Verjan var trygg, saman
spælið
riggaði,
mistøkini
vóru fá og smá, og tað var
broddur í álopspartinum, og
fleiri ferðir var um reppið,
at tað eydnaðist at økja um
leiðsluna.
So vendi alt eftir heilt lítl
ari løtu. Skála skoraði tvey
mál í tveir minuttir. Í báðum
førum var tað eftir horna úr
vinstru, og klaksvíkingarnir
á Skála – Heðin Klakstein og
Niels Pauli Danielsen – áttu
sín lut.
Í fyrra førinum legði
Heðin Klakstein, sum serliga
í seinna hálvleiki fleiri ferðir
breyt ígjøgnum í vinstru, við
horna úr vinstru og afturum
handara stólpa, har Niels
Pauli Danielsen fekk bóltin
innfyri aftur. Har royndi
Fróði
Benjaminsen
ímóti
málinum, og Haraldur R.
Højgaard potaði so bóltin í
málið.
Í seinna førinum av
greiddi Ronni Møller-Iversen
skjótt horna til Heðin Klak
stein. Verjan tóktist ikki
heilt fyrireikað, tá ið Heðin
Klakstein legði bóltin í mál
teigin, har KÍ miðverjin
Jesper Brinck var óheppin
at gera sjálvmál.
– Hetta var ein søtur javn
leikur. Í seinna hálvleiki vóru
vit undir stóra trýstinum,
sum vit í steðginum tos
aðu um, at KÍ fór at leggja
okkum undir, og tá høvdu
vit marginalirnar við okk
um. Vit høvdu ein dupultan
møguleika at leggja okkum
framum, men tað hevði
verið stuldur, um tað hevði
eydnast okkum at farið við
øllum stigunum, sigur Skála
venjarin Eyðun Klakstein.
Tað var neyðugt at gera
fleiri broytingar á liðnum?
– Liðformaðurin Pætur
Dam Jacobsen hevði spælt
allar 51 dystirnar á tamb,
meðan eg havi verið á Skála.
Nú var hann skaddur, og tað
var stórur smeitur. Undir
upphitingini noyddist Teitur
R. Joensen at gevast. Jákup
Jakobsen hevur verið sera
støðugur í verjuni, men ímóti
KÍ varð hann so illa skaddur,
at tað ikki bar honum til
at fara á vøllin aftur eftir
steðgin. So tað var neyðugt
at gera nógvar broytingar,
og so eina aftrat í seinna
hálvleiki, tá ið Niels Pauli
Danielsen noyddist at fara
skaddur av vøllinum.
Kortini eydnaðist tað at
vinna eitt stig?
– Hugburðurin var stak
góður, og liðið stóð seg væl,
hóast trýstið var stórt. Fróði
Benjaminsen og Petur Pauli
Mikkelsen vóru brandar í
miðverjuni, og tað vísti seg
at vera góð loysn at flyta Ara
Olsen av vongverjanum í
høgru, har hann hevur verið
fastur maður, og á fram
rættað sentralt pláss. Hann
er skjótur og gjørdi góðan
mun, sigur Skálavenjarin.
Meðan skálamenn fegn
aðust um javnleikin, so var
vónbrotið stórt í KÍ leguni:
– Vit spældu væl, men tað
kostaði nógv, at vit í lítla løtu
ikki vóru nóg ansnir. Í seinna
hálvleiki spældu vit okkum
til nógvar møguleikar, men
hepnið var ikki við okkum,
staðfestir KÍ toppskjúttin
Jóannes Bjartalíð.
Norsku spælararnir hjá
KÍ vísa seg at vera ódrúgvir.
Simen Sandmæl var millum
teir
fyrstu
ellivu,
men
longu í 9. minutti noyddist
hann skaddur av vøllinum.
Torbjørn Grytten var ikki
á
listanum,
og
Magnus
Stamnestrø varð ikki skiftur
inn. At serbiski miðverjin
Deni Pavlovic var og fram
vegis er leikbannaður, kemur
illa við í Klaksvík.
B36 hevur undanvind
B36 - TB 3-1
Á ólavsøku vann B36 2-1 ímóti
Víkingi. So endaði tað mál
leyst ímóti grannunum í HB,
og síðani hevur B36 vunnið
tvær ferðir – 3-0 á heimavølli
ímóti EB/Streymi og leygar
dagin 3-1 á heimavølli ímóti
TB.
Gongdin ber við sær, at
B36 nú av álvara er við í FM
stríðnum. Mikukvøldið hev
ur B36 í útsetta dystinum í
Klaksvík møguleika at vinna
seg heilt fram á toppin.
Longu í triðja minutti
setti Stefan Radosavljevic,
sum í summar flutti úr TB og
til B36, hol á. Hann var ikki
heilt álvuligur við støðuna,
tá ið hann hevði skorað.
Lukasz Cieslewicz økti um
leiðsluna, tá ið stórur hálvur
tími var farin. Tá luktaði tað
av trivaligum sigri, men so
leiðis tørnaði tað ikki út.
TB vísti fínan hugburð,
og Ragnar Tausen minkaði
fýra minuttir undan steðg
inum um munin. Tepra
heimaleiðslan var í ein hálv
an tíma. Hóast heimaliðið
var omaná, so var TB við til
at mynda spælið. Tá ið Alex
Mellemgaard umsetti brots
spark, ið varð gjørt ímóti
Michal Przybylski, til mál,
var tað greitt, at øll stigini
fóru at vera eftir í Gundadali.
FÓTBÓLTUR
FM HÓTT AV
SNÁVINGAR
STEINUM
– Hepnið var ikki við okkum, sigur KÍ
toppskjúttin Jóannes Bjartalíð
Myndir: Álvur Haraldsen