mánadagur 19. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. august 2019 · Nr. 94
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLÆMINT NÆRKAST METINUM
Klæmint A. Olsen hevur nú skorað 21 mál í landskappingini. Uni Arge og Súni
Fríði Johannesen eiga metið við 24 málum. – Tað er ein gularót, sum eg kann fara
eftir, men tað er ikki høvðusmálið hjá mær. Kemur tað, so kemur tað. Eg vóni at
fáa nøkur mál afturat, fyri at kunna hjálpa liðnum, sigur Klæmint A. Olsen.
Tróndur Arge – Argir
Hann stendur við einum
hvítum posa við íslandskum
bommi.
Smílið
er
stórt,
tí NSÍ hevur vunnið 5-1 á
Argjum móti AB. 63 ára gamli
venjarin hjá NSÍ, Guðjón
Þórðarson, er ein royndur
maður. Hann hevur verið
íslendskur landsliðsvenjari,
venjari hjá enskum liðum
sum eitt nú Stoke, Barnsley,
Notts County og Crewe
Alexandra.
Nú stendur hann sum
venjari hjá NSÍ og bjóðar
bomm,
tá
runavíkingar
skjóta mál. Í góðveðrinum
á Argjum í gjár rætti hann
posan av bommi fimm til
venjaratoymið og spælarar
nar á bonkinum.
– Tað er ein gamal vani
hjá mær, sum eg gjørdi sum
ungur í Íslandi. Tá eg kom
til Føroya helt eg at okkurt
manglaði. Tí havi eg keypt
íslendsk bomm, sum eg deili
út hvørja ferð vit skora. Í
dag var eg í góðum lag, tí vit
skora fimm mál. Spælararnir
á bonkinum fáa eisini, men
bara eitt bomm á gangin,
sigur Guðjón Þórðarson við
einum brosi.
Hann heldur eisini fyri, at
onkir av teimum í toyminum
keing besta liðið hava fingið
ríkiliga av bommi.
AB sló fyrst
Argjamenn eru uttan Eli S.
Christiansson, ið er fluttur
av
landinum,
og
Jobin
Drangastein, sum hevur ein
afturvendandi skaða. Sorin
Anghel, venjari hjá AB, hevur
sett Bjarna Skála á miðjuna
og Hans Jákup Annfinsson í
álopið.
Fyrrnevndi fær gult kort
heilt tíðliga í dystinum,
meðan Hans Jákup Annfins
son tekur fyrsta stykkið. Ein
miðvallarin hjá NSÍ stútar
bóltin aftur til miðverjuna,
men stútar ov hart. Hans
Jákup Annfinsson stendur
einsamallur aftanfyri verj
una og takkar fyri. Hann
rennur móti málinum skorar
til 1-0.
Eftir sjey stig í trimum
teimum fyrstu dystunum
eftir
summarsteðgin,
er
gongd komið á argjamenn.
Ein løtu er trýst á NSÍ,
men
aftursvarið
kemur
smáar tíggju minuttir seinni.
Petur Knudsen eigur skotið,
sum
verður
órógvað
og
Tobias Larsen megnar ikki
at halda bóltinum. Klæmint
A. Olsen er fyrstu á og skorar
til 1-1. Nú lætnar hjá NSÍ og
venjaranum.
– Teir geva okkum góða
mótstøðu í fyrra hálvleiki,
teir komu eftir okkum og
spældu væl. Tað endaði við
at vit renna eftir dystinum,
men eftir at vit javna haldi
eg at vit hava tamarhald á
støðuni. Eg segði við spæl
ararnar í hálvleikinum, at
vit mugu betra okkum eitt
vet. Tað gjørdu vit og vinna
ein greiðan sigur í longdini,
sigur Guðjón Þórðarson.
Argjamenn ónøgdir
Tá ein tími er spældur av
dystinum er ongin munur
á. Tað er javnleikur 1-1 og
argjamenn er eins væl við.
Fleiri ferðir í ár hava argja
menn kent seg snýttar av
dømingum. Millum annað tá
B36 vann 2-1 á Argjum, tá KÍ
skoraði eitt mál í rangstøðu
til 2-1 stutt fyri summar
steðgin, og tá EB/Streymur
javnaði til 1-1 við brotssparki
fimm minuttir inn í yvirtíð
ina í ólavsøkudystinum.
Aftur í gjár er ónøgd. Tá 56
minuttir eru spældir fær AB
ein risa, tá bólturin kemur
upp á tvørs til Filip í Liða,
sum bara skal skjóta bóltin
í málið úr fimm metrum.
Hann rakar bóltin illað, men
fær hjálp frá Bjarka Nielsen,
ið skumpar bóltin seinasta
meturin inn um málstrikuna.
Sjónbandaupptøkurnar
hjá Televarpinum vísa, at tað
í besta føri er ógvuliga iva
samt, um Bjarki Nielsen er
rangstaddur. Hóast vinkulin
er skeivur, so stendur Filip í
Liða á sjálvari 5-meturstrik
uni, meðan Bjarki Nielsen
ikki er innanfyri.
– Tað kundi verið ein ann
ar dystur, um vit fáa mál tá.
Hinvegin, so haldi eg at vit
blíva punkteraðir av mál
inum til 2-1 hjá teimum, sigur
Bárður Olsen, liðskipari hjá
AB, ið ikki heldur at úrslitið
er ein røtt mynd av dyst
inum.
BOMM-
VEITSLA
Á ARGJUM
FÓTBÓLTUR
Dysturin
hesa vikuna...
Peter Knudsen vann og skoraði uppá brotsspark
Myndir: Álvur Haraldsen
NSÍ er aftur fremst
Guðjón Þórðarson gevur øllum á bonkinum bomm, tá NSÍ
skorar. Sunnudagin skoraði NSÍ fimm ferðir á Argjum.
-Tað er ein gamal vani hjá mær, sum eg gjørdi sum
ungur í Íslandi, sigur íslendski venjarin hjá NSÍ