Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Fólk í Fólkaflokkinum hava sein­astu tíð­ina gramt seg illa um, at Javn­að­ ar­flokk­urin ikki vil í sam­gongu við Fólk­a­flokkin. Eitt margháttligt mál at gremja seg um, má sigast. Heldur áttu tey í Fólk­a­flokki­num at fegnast um at sleppa undan at hava ein vinstra­ sinn­að­an flokk við í eini samgongu, sum skal reka borgarligan politikk. Í Danmark gongur kjakið hin­veg­ in. Lars Løkke Rasmussen hev­ur at kalla verið húðfelttur av sínum egnu, tí hann í val­stríð­num til Fólkatingið ditt­aði sær at skjóta upp sam­gongu­ sam­starv millum Vinstra og Javn­ að­ar­flokk­in. Eitt uppskot, sum varð vent í hurð­ini hjá Mette Frederiksen, og eitt uppskot, sum borgarligu sam­ starvs­flokk­ar­nir hjá Vinstra hava tik­ ið sera illa upp. Tað sigur seg sjálvt, at so ymsir flokk­ar sum Javnaðarflokkurin og Fólka­flokk­urin ikki skulu í stjórn sam­an. Tað gevur púra onga meining, at ein sum velur Fólkaflokkin, tí hann vil hava borgarligan politikk, eitt nú at fiski­vinnu­ný­skip­an­in verð­ur rull­að aftur soleiðis, at reið­ar­ ar fáa kvotur fyri einki frá land­i­num, fær ein reyðan Aks­el V. Jo­hann­e­sen sum tekur rætt­indi frá reið­arum og hækkar játt­anir til almenn­ar tænastur, sum Fólk­a­flokk­ur­in vil hava privatar. Tá er reið­i­lig­a­ri, at veljarin velur. Vilja vit hava borg­ar­ ligt landsstýri, so velja vit Fólka­flokk­ in og Sam­bands­flokkin, so annar teirra kann stjórna slík­ari samgongu. Vilja vit hava eina vinstrastjórn, so velja vit Javn­að­ar­flok­k­in ella Tjóð­ veldi, sum í størstan mun seta síni fingr­a­merki á eina slíka. So hava vit hin ásan, sum tó ikki er so eyð­sýndur í hesum val­stríð­num: Samband ella loysing. Tað hevði helst borið illa til at havt Sam­bandsflokkin og Tjóðveldi í somu stjórn. Tí eru nakrar nátúrligar sam­an­set­i­ngar í politikki. Tað vit kalla blokk­pol­i­tikk. Fara vit eftir loysing-sam­band á­sa­num, so kunnu Javn­að­ar­flokk­ur­ i­n og Sam­bandsflokkurin væl sam­ starva – og okkurt er sum bendir á, at slíkt samstarv kann gerast aktuelt nú, ikki minst tí Sambandsflokkurin koyr­ir seg fram sum sosial-liberalan flokk. Tjóðveldi kann eisini væl sam­ starva við Fólkaflokkin, men tann møg­u­leikin er ikki so greiður júst nú, tí vinstra-høgra sjónarmiðini hjá Tjóð­veld­inum og Fólkaflokkinum eru so ymisk í løtuni, at slíkt sam­ starv valla er hugsandi eftir hetta valið – tó at alt ber til í politikki. Tí stendur valið í millum, at Jørg­ en Niclasen ella Aksel V. Johannesen skipa stjórn eftir valið. Verður tað Jørgen Niclasen, sum seinasta kanningin sigur, so er tað tí, at Fólka­flokkurin, Sam­bands­flokk­ur­ in, Miðflokkurin hava meiritan. Tað er veljarin, sum skal velja. Og veljarin skal vita, hvørja stjórn hann fær um hann velur hendan ella hand­ an flokkin. Mugu vita hvørja stjórn ymsu flokkarnir vilja skipa Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! VELJARIN MÁ VITA Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sein­ summar­ til­tak á Sandi TÍÐINDI SÍÐA 10 Stríðið um teir 33 sessirnar harðnar TÍÐIND SÍÐA 8 Stórt valblað miku­dagin og velj­a­r­a­kanning mánadagin Komandi mikudag fara vit at gera nógv burtur úr Løg­tings­ vali­num, sum verður leyg­ar­ dag­in í næstu viku. Mikudagsblaðið er sein­ asta blað, sum verður borið í hvør hús, og longu nú merkja vit stóra áhugan hjá val­evn­ um at senda okkum lesar­a­ brøv og lýsingar – fyri soleðis at koma lætt og skjótt í hvørt hús í landinum. Komandi mánadag fara vit eisini at kunngera eina velj­ar­ a­kann­ing, sum Gallup ger fyri Sosi­al­in hesa vikuna. Helst verður hetta sein­ asta veljarakanna – gjørd eftir siðbundu forskriftunum, sum verður fyri valið og sum er gjørd eftir at allir listar er lidn­ir soleiðis, at tey spurd tá vit, hvør er uppstillar fyri yms­u flokkarnar. Veljarakanningar skulu al­tíð takast við stórum fyri­ varni. Sjálvandi er einhvør kann­ing, sum er gjørd á rætt­ an hátt, at tíðarmynd upp­á, hvussu undirtøkan hjá ymsu flokkunum er júst nú. Men vit hava havt nógv dømi sei­n­astu árini, bæði í Før­oy­um og úti í heimi, uppá, at velj­ar­a­kann­ in­gar hava rakt langt við síð­ una­av. Men hvussu neyvar kann­ ing­ar­nar eru, vita vit um mid­nátt­ar­leitið annað leyg­ ar­kvøld. Tey valevni, sum vilja hava lýs­ingar ella valgreinar í val­ blað­ið hjá Sosialinum næsta mik­u­dag, eru vælkomin at venda sær til okkara. Tað kann gerast við at ringja 590252 ella senda teldupost á durita@sosialurin.fo. Lýs­ing til blaðið mik­u­dagin mugu bíleggjast sein­ast fríggj­a­ dagin 23. august. Evstamark fyri lidnar lýsingar og greinar + mynd er mánadagin 26. au­ gust klokkan 12.00. Stórt valblað næsta mikudag Jóhan Mortensen So spakuliga kemur heystið hjá okkum. Heðin Brú skrivar, at ein fuglur á fjøllunum varn­ að­ist, at nú kom heystið og lat geva boð. Tað er farið at skýma hjá okkum. Nú kemur eisini góða gas­t­r­o­n­om­iska heystið við grønmeti av Sandi og fyrstu eplunum og gula­rótum sum kunnu njótast á Koks og á Barbaru. Og røtur og rótaløg og fyrsta feska kjøtið úr Stóru Dím­un. Skinkur av Trøllanesi og Múla­ostur. Serbryggj frá Før­oya Bjór. Føroya Banka dag­ar Heima í Havn. Vit mugu vóna at hóast stórar veð­ur­ lags­broyt­ing­ar hjá okkum so fara vit fram­yvir at fáa ræst og turt kjøt. Men her fara tíð­ an­verri broytingar at koma sum ár­ini líða og tad verður iva­samt, um vit framhaldandi kunnu ræsa og turka av tí at heyst­ini verða ov lýggj. Hetta er tíðin sum okk­ara brøð­ur í Islandi kalla Dag­ar Myrkurs, ein góð tíð, heyst­ið og grøðin sum skal sank­ast saman til veturin, veitsl­u­ dagar. Nú er tíðin eisini til krák­u­ ber. Í mun til Islands og Grøn­ lands hava vit ikki stór­ar berj­ a­heið­ar, men vit hava okkara egnu krák­u­ber. Um nøgdin kanska ikki er tann stóra tú fær, so er tað kveikjandi og medi­tativt at ganga á fjøll­ unum og á knøunum liggja og leita, og tú gleðist um angan og allar tær vøkru blómur vit hava. Tað er heilt fitt av fólki, sum á hvørjum ári fara við børn­u­num at leita og so eta fong­in við eitt sindur av sukri aft­ur­við, hetta er mennandi fyri eina barnasál. Um hugurin er til at gera snaps­ar úr føroysku nátt­úr­uni so eru krákuber sera væl­egn­ að. Tú fær kanska uppí eina lítla fløsku sum tú síðani let­ur Einars Vodka yvir og so let­ur standa í myrkri alt heyst­ið. Lat standa til Toll­aks­mess­ u­dag og hevur tú tá ein rub­i­n­ reyd­an, fínan og aromatiskan snaps. Njót hann í skýmingini, áðr­enn føroyska gásin kemur á borðið. Delikati smakkurin gev­ur tær eitt flash back aftur til fjøllini í august og tú fer bein­an­vegin at leingjast aftur eft­ir før­oyska summarinum. »Hvíla søtt á berjalyngi« Ein stuttlig samanseting av plakatum...