Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eingin útlend­ ingur skal sleppa í hagan uttan við ferðaleiðara HVØRS MANS RÆTTUR Øll skulu hava rætt til at fara í hagan at njóta náttúruna, men kravið skal vera, at øll útlendsk ferðafólk skulu hava ferðaleiðara við Áki Bertholdsen Fólk skulu hava rætt til at ferð­ ast í náttúruni. Men kravið skal vera, at útlendsk ferðafólk skulu hava ferðaleiðara við. Tað heldur Pól Sundskarð, sum eisini er ferðaleiðari, og sum skipar fyri túrum kring landið. – Frælsið til at ganga í hag­ an­um má ongantíð takast frá fólki, og vit mugu heldur ong­ antíð missa rættin til at sleppa til tær náttúruperlur vit hava kring landið, staðfesti hann á ráðstevnu, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, skip­ aði fyri í Havn í farnu viku um rætt­in hjá fólki at ganga í hag­ anum. Men hann heldur kortini, at vit nú eru komin í eina støðu, at lata vit bara standa til, er vandi fyri, at okkara náttúra ferð fyri skeyti. – Vit hava eini 150.000 ferða­ fólk í Føroyum í ár og nú er stundin avgjørt komin til at vit hugsa okkum um, hvussu vit skulu leggja ferðavinnuna til rættis soleiðis at hon er burð­ardygg og náttúran verð­ ur varðveitt. – Gera vit tað ikki nú, verður tað hvaðna verri at gera tað tá ið talið á ferðafólki í Føroyum er tvífaldað um nøkur heilt fá ár. Pól Sundskarð heldur, at føroyingar skulu hava óskerd­ an rætt til at fara í hagan. Og hann staðfestir somu­ leiðis, at tað skal vera ókeypis hjá føroyingum at fara í hagan, tí føroyingar skulu altíð, og uttan treytir, sleppa í hagan, og tað skal sjálvandi vera ókeyp­is. – Skal gjald takast frá fólki fyri at ferðast í náttúruni, skal ein tænasta fylgja við, sigur hann. Og hann heldur nettupp, at samstundis sum at vit skulu hava rætt til at fara í hagan, verður tað eisini at gera rætti­ liga stórt inntriv í rættin hjá út­lendskum ferðafólki at ferð­ ast í fjøllunum í Føroyum. Hann heldur nevniliga, at tað skal vera eitt krav, at útlendsk ferða­fólk skulu hava ferða­leið­ ara við, tá ið tey fara í fjøllini. Í hesum sambandi heldur hann somuleiðis, at tað er av týdningi, at fólkið á staðnum verður tikið við í ferðavinnuna og fær sín part av tí. –  Men útlendsk ferðafólk skulu ikki fara einsamøll í hag­ an at reika runt, sum tey vilja, tí tey skulu hava ein ferða­lei­ð­ ara við, sum vísir teimum á røttu gøturnar. Og hann leggur dent á, at talan skal vera um ein før­oysk­ an ferðaleiðari, sum er kunn­ ug­ur við umstøðurnar á staðn­ um, bæði náttúru og fuglalív. Hann hevur nevniliga ný­ liga verið úti fyri, at eitt út­ lendskt ferðalag var á veg út á Enniberg við einum polskum ferða­leiðara, sum aldrin hevði verið har á leiðini áður - og hann kom heldur ikki á Enni­ berg á hesum sinni, tí tey máttu venda við. Og hann heldur eisini, at av trygdarávum skulu vit siga frá tá ið vit fara í hagan, og tey tíðarskeiðini fjøllini verða ging­in, og í harutíðini, skulu ser­lig fyrilit takast takast. Órógvandi Tað er ein heilt stórur partur av teimum 150.000 ferða­fólk­ um, sum eru í Føroyum í ár, sum eisini fara í hagan og tað órógvar Pól Sundskarð, at fólk fáa loyvi til at ganga alla­staðni, har tey vilja. – Í ár fara eini 20.000 ferða­ fólk norður á Kallin í Kalsoy og 25.000 fólk fara til Mykinesar. Harafturat fara eini 30.000 fólk á Slættaratind í ár, og bara næstseinasta mikudag vóru 400 fólk á Slættaratindi. –  Og um nøkur ár verður talið fleirfaldað og kann nakar ímynda sær støðuna, tá ið 80.000 fólk fara norður á Kallin um árið, og 100.000 fólk upp á Slættaratind? Pól Sundskarð heldur, at fyri at verja náttúruna, eiga vit eisini at seta kvotu á, hvussu nógv útlendsk ferðafólk skulu sleppa til Føroya um árið. Fyri at skera tað út í papp, vísir hann á, at fyri at verja nátt­úruna, seta vit kvotu á, hvussu nógvan fisk vit kunnu og tað sama eigur at vera gald­ andi fyri ferðafólk –  Men spurningurin er um vit tora tað, leggur hann aft­ur­ at. Tí má tí mugu ferðavinnan og tey, sum umsita jørðina, seta seg saman at fáa ferðamál kring alt landið fyri at spjaða ferðafólkini kring landið og sostatt fara vit eisini at fáa føroyskar ferðaleiðarar kring alt landið. Hann væntar nevniliga ikki, at tað verður lætt at fáa eina pol­itiska semju, tí tað eru varg­ ar í øllum flokkum, sum hava sín­ar egnu meiningar. Tí heldur hann, at tað slepst ikki undan, at vinnan setir seg saman, tey sum umsita jørðina fyri at finna eina semju. Fyri at verja náttúruna, eiga vit eisini at seta kvotu á, hvussu nógv útlendsk ferðafólk skulu sleppa til Føroya Útlendsk ferðafólk skulu ikki fara einsamøll í hagan at reika runt, sum tey vilja Lata vit bara standa til, er vandi fyri, at okkara náttúra ferð fyri skeyti – Vit seta kvotur á makrelin fyri at verja náttúruna, men tora vit at gera tað sama við ferðafólk, spurdi Pól Sundskarð teir nógvu áhoyrarnar á ráðstevnu í Havn í farnu viku um rættin at ganga í haganum í Føroyum