týsdagur 20. august 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Stríðið um teir 33
sessirnar harðnar
Ferð er av álvara komið á valstríðið og valevnini
eru at síggja allastaðni, har nógv fólk hittast
Árni Gregersen
GREINING: Tað kom ikki óvart
á nakran, at val verður í end
anum á hesum mánaðinum.
Fyri tað fyrsta er valskeiðið
runnið og fyri tað næsta, so
boðaði løgmaður á ólavsøku
frá, at val verður 31.august.
Kortini tók tað einar tvær
vikur til valið kom í gongd av
álvara. Nógv tingfólk og nógv
valevni hava hildið summarfrí
og skuldu hava ferð á aftur
maskinurnar fyri at fáa val
apparatini hjá flokkunum í
gongd.
Hetta er onki nýtt, men tað
vísir seg hjá nógvum flokkum,
at tað ikki verður farið at leita
eftir valevnum av álvara, fyrr
enn valið er útskrivað.
Jú, summi eru føst á list
unum, men tá ið tað snýr seg
um at finna eini 30 valevni, so
tekur tað sína tíð og ofta vísir
tað seg – eisini hesaferð – at
nýggj valevni koma á listan
sama dag, sum listin skal latast
valnevndini.
Tey somu kendu –
og tey nýggju
Nú valevnislistarnir vóru latn
ir inn leyggardagin sæst, at á
listunum eru kend nøvn, sum
vit hava hoyrt og sæð í polit
iska kjakinum seinastu árini,
men vit síggja eisini mýggj
fólk, sum vit ikki fyrr hava
sæð í politikki.
Christian Andreassen, advok
atur í Havn, stillaði upp til
fólkatingsvalið
fyri
Fólka
flokkin og hann stillar uppaft
ur til løgtingsvalið. Hann hev
ur ikki áður verið at sæð sum
valevni.
Ungi býráðspolitikkarin í
Klaksvík, Beinir Johannesen,
bróðursonur løgmans, stillar
eisini upp fyri Fólkaflokkin
umframt uni Rasmussen, sum
til fólkatingsvalið fekk 827
atkvøður.
Mest ókenda andlitið hjá
Sambandsflokkinum er helst
Frimodt Rasmussen, stjóri á
Klaksvíkar Sleipistøð. Hann
hevur ikki áður stillað upp,
men velur at fara eftir atkvøð
unum, sum ganga leysar eftir
at Bjørn Kalsø gjørdi av ikki at
stilla upp hesaferð.
Fyri Javnaðarflokkin hevur
fyrrverandi tingkvinnan Katr
in Dahl Jakobsen gjørt av at
stilla uppaftur. Hon hevur
áður umboðað flokkin á tingi
og hevur verið forkvinna í
vinnunevndini.
Hjá Sjálvstýri er tað eitt
kent navn, sum tekur allar
yvirskrivtir. Kristin Michelsen
var valdur á ting fyri Javnað
arflokkin, men var móti end
anum á valskeiðnum koyrrdur
úr flokkinum.
Tá ið vallistarnir vóru latnir
valnevndini stóð borgarstjórin
á listanum hjá Sjálvstýri.
Ein annar borgarstjóri hev
ur eisini ætlanir um at traðka
fram aftur á landspolitiska
pallin.
Tað er borgarstjórin í Runa
vík, Torbjørn Jacobsen, sum í
seinastu løtu kom á listan hjá
Tjóðveldi. Hann hevur áður
umboðað flokkin í Løgtingin
um, á Fólkatingi og í landsstýr
inum.
Hjá Framsókn er Árni Dam
eitt nýtt navn, meðan fyrrver
andi politikarin, Tordur Niclas
sen, stillar upp fyri Miðflokk
in.
Framtakið hevur fingið Dan
Klein, blaðstjóra, og Hanus
Vang, at stilla upp fyri nýggja
flokkin, meðan Føroyski Flokk
urin hevur fýra valevnir, sum
ikki eru kend úr politiska rúm
inum.
Tað eru nú 10 dagar til valið
verður. Valstríðið gerst hvass
ari og hvassari, so um ein viku
fer myndin av, hvør fer at
klára seg í endaspurtinum at
standa heldur klárari.
Tað er ein ivaleys nøgd av
valevnunm at seta kross við.
Spurningurin hjá veljarunum
er, um tað eydnast at finna tey
33 bestu, sum megna at gera
eina samgongu, sum kann
stýra Føroyum skilagott.
Svarið fáa vit eftir 31,august.
Christian Andreassen,
Fólkaflokkurin
Katrin Dahl Jacobsen,
Javnaðarflokkurin
Torbjørn Jacobsen,
Tjóðveldi
Dan Klein, Framtakið
Kristin Michelsen,
Sjálvstýri