týsdagur 20. august 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Seinsummartiltak á Sandi
Eitt forvitnisligt og afturvendandi tiltak, sum verður hildið á Sandi á hvørjum
heysti, er seinsummardagur, sum Sands kommuna skipar fyri
Vilmund Jacobsen
Hetta er eitt tiltak, sum – tá
veðrið er gott – plagar at savna
nógv fólk, bæði úr Sandoynni
og fólk aðrastaðni, sum hava
hug at vitja oynna ein sein
summardag.
Hóast tann stóri dagurin
verður leygardagin, 24. august,
tá nógv flest tiltøk eru, so
verður kortini ymiskt á skrá
longu fríggjadagin.
Fríggjadagin
letur
Lista
savnið upp klokkan 11 og verð
ur opið til klokkan 13. Klokkan
19.30 letur savnið upp aftur, og
tá verður bókaupplestur við
John Goodlad, eins og skotskur
tónleikur verður at hoyra.
Bygdasavnið í Koytu letur
upp klokkan 12, og her verður
opið til klokkan 14.
Fríggjakvøldið klokkan 20
verður hugnaligt og ókeypis
tiltak á Sandi, tá bæði bál og
felagssangur verður niðri á
Hamri, og Virkið fer at selja
pylsur og okkurt leskandi.
Sambært skránni fara Eyðstein
Ólason og Poul Jákup Thomsen
at spæla til felagsangin.
Tá tiltakið niðri á Hamri er
liðugt um 22-tíðina, verður kafé
við livandi tónleiki og barr í
Virkinum, og her verður tað
eingin annar enn Jens Marni
Hansen, sum fer at spæla.
Toskur av
Bankanum
Eitt av forkunnugu tiltøk
unum á Seinsummardøgum
á Sandi verður eitt tiltak,
sum línuskipið Sandshavið
stendur aftanfyri. Skipið
hevur júst verið á Føroya
banka og gjørt fiskiroyndir,
og á Sandi verður høvi at
fáa ókeypis smakkiroyndir
av fiski av Bankanum.
Tað verður kendi sjón
varpskokkurin,
Gutti
Winther, sum fer at tilreiða
fiskin. Nógv av tí, sum hann
fer at brúka til rættin, er
grøði úr Sandoynni.
Tiltakið verður á Ljósa
fløtti á Sandi leygardagin
frá klokkan 15 til 17, og tað
verða fólk knýtt at Sands
havinum, sum fara at ser
vera.
Umframt ókeypis smakki
royndirnar við fiski av Før
oyabanka, fer Føroya Bjór
eisini
at
bjóða
ókeypis
smakkiroyndir frá klokkan
15 til 17 leygardagin.
Hetta verður í tjaldi beint
við síðuna av, har Sands
havið hevur sítt tiltak.
vilmund@sosialurin.fo
Morgunmatur og
tónleikakonsert
Soleiðis, sum
forvitnisliga
skráin fyri
Seinsummardagar
á Sandi vísir, verður
nógv ymiskt á
skránni leygardagin
Vilmund Jacobsen
Dagurin byrjar við ókeypis
morgunmati í kommunubygn
inginum, og her plaga rættiliga
nógv fólk at hittast til ein góð
an bita og prát. Tá latið verður
upp fyri morgunmatarborðin
um klokkan 10, lata eisini
hoppiborgirnar á Ljósafløtti upp.
Gjøgnum dagin verður nógv
ymiskt á skrá – alt frá kajak
rógving á Sandsvatni, bygdar
túri og til framsýning í gamla
bygdasavninum í Koytu.
Stutt eftir døgurða verður
konsert í Sands kirkju við Tór
fríð Tausen, og skjótikapping
verður Úti í Støð.
Seinnapartin verða eisini øll
tilbúgvingarakfør í Sandoynni
víst fram við Posthúsið, og
fyrilestur verður við Símun
Arge í Listasavninum.
Ókeypis konsert
Størsta einstaka tiltak leygar
dagin verður stóra og vælum
tókta konsertin, sum verður í
heilar fýra tímar – heilt frá
klokkan 19 til 23.
Og hetta er ein ókeypis konsert.
Eitt, sum sandoyingar og
onnur ivaleyst eisini hava lagt
til merkis, er, at Frankie Jensen
á konsertini fer at minnast
Elis Poulsen, sála. Elis var eis
ini tónleikari, tónasmiðjur, og
hann gav eitt nú út eina Ep
saman við bólkinum, Poker.
Á konsertini fer Frankie
Jensen saman við húsaork
estrinum at framføra nøkur av
løgunum hjá Elis Poulsen.
Fleiri kend nøvn verða við á
konsertini, Hamradun Acoust
ic Trio, Karl Martin Samuelsen,
Ingi Poulsen, Frankie Jensen,
Anfinn frá Anfinn & Co. og
Marius DC.
Biografur sunnudagin
Sunnudagin á Seinsummar
døgunum verður møguleiki at
fara í biograf í Virkinum. Her
verða tvær sýningar av filmin
um, "Fuglefangerens søn", sum
er tikin upp í Gásadali og bygg
ir á eina søgu úr bygdini.
Fyri at gera hetta til eina
rætta biograf-uppliving verður
eisini møguligt at keypa popp
korn og annað aftur við film
inum í virkinum, sum sambært
skránni fyri Seinsummardagar
verður sýndur bæði klokkan
16 og klokkan 19 sunnudagin.
Á konsertini fer Frankie Jensen at framføra nøkur
av løgunum hjá Elisi Poulsen, sála
Umhvørvið kring Ljósafløtt verður karmur um flestu tiltøk, men longu fríggjakvøldið verður bál og felagssangur niðri á Hamri