Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI EITT UNGT OG VIRKIÐ FELAG Nú Harmonikufestivalur enn einaferð verður í Fuglafirði, sleppa vitjandi at uppliva barnaframførslur, leikfólkaframførslur, áhugaleikaraframførslur á ymsum stigum, og her verður eisini høvi at uppliva leikarar á professionellum stigi Vilmund Jacobsen Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum stendur aftan fyri Har­ monikufestivalin í Fuglafirði, sum verður nú um vikuskiftið, 23.-25. august, er eitt lutfalsliga ungt felag. Men, limirnir í fel­ agnum, sum búgva ymsastaðni í Føroyum, hava verið virknir í mong ár. Endamálið hjá felagnum, sum formliga varð stovnað hin 1. september í 2016, er at stuðla og menna harmonikuspæl og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum. Eitt virkið felag Tað var Sólgerð Andreassen, sum tók stig til at stovna fel­ agið, og tað er serliga hon, sum hevur myndað felagið út eftir síðan byrjan. Felagið er ógvuliga virkið og hevur nógv jørn í eldinum – til gleði og gagns fyri nógvar borg­arar landsins. Regluliga verður spælt ókeyp­ is í pensjónistafeløgum, dag­til­ haldum og heima­virkis­handl­ um í samband við hugna­løtur, almannatiltøk, gildishald, gesta­boð, veitslur og jóla­borð­ hald. Haraftrat verður spælt ymsa­staðni, bæði innan- og utt­an­lands fleiri ferðir um árið. Musikalskur íblástur Í Fuglafjarðar Harmonikufelag siga tey, at nú festivalurin enn einaferð verður í bygdini, ber til at uppliva barnaframførslur, leikfólkaframførslur, áhuga­ leik­araframførslur á ymsum stig­um, og her verður eisini høvi at uppliva leikarar á pro­ fes­sionellum stigi. Lagt verður aftrat, at yrkis­ leik­ararnir í flestu førum eru fólk við drúgvari konserva­ toriu­útbúgving. - Spæl og framførslur teirra eru til stóran musikalskan íblást­ur og stimbrandi lærdóm hjá luttakandi, lurtandi og út­ inn­andi harmonikuamatørum. Í Fuglafjarðar Harmoniku­ fel­ag vísa tey á, at fyri áhuga­ leik­arar eru møguleikar eisini fyri tónlistarligari menning, tí skipað verður fyri tón­lista­ verk­stovu á festivalinum, har kenn­arar eru yrkisleikarar. - Umframt ein hóp av tón­ leika­framførslum verður á Har­monikufestivalinum eisini fel­agssangur við undir­spæl­ andi harmonikuliði í sam­ komu­húsum og kirkju, verður lagt aftrat. Jamsession við Halleluja Sofusi Aftur í ár verður nógv á skránni á Harmoniku­festi­ valinum í Fuglafirði. Millum dugnaligu spæl­ ar­arnar verða eitt nú Vlad­ imir og Svetlana úr Russ­ landi, Alf Hågedal og Lenn­ard Larsson úr Svøríki, Kristian H. Rusbjerg úr Dan­ mark, trio og kvartett úr Íslandi - og ikki minst eitt fjøl­ment lið av tónleikarum úr Føroyum. Fríggjakvøldið klokkan 23.30 verður jamsession (sang­ur og skemt) við Halle­ luja Sofusi, John Danielsen og øðrum. vilmund@sosialurin.fo Setanin verður fríggjakvøldið Tað verður Leif Hansen, sum fer at seta Harmonikufestivalin í ár Vilmund Jacobsen Startskotið til Harmoniku­ festi­valin í Fuglafirði í ár verð­ ur ein kirkjukonsert, sum verð­ur í annaðkvøld, hós­ kvøldið 22. august klokkan 20. Tað verður presturin, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at hava andaktina hetta kvøldið, og við løtuna verður eisini luttøka av harmoniku­ tón­leikarum. Fríggjadagin verður loftið í Mentanarhúsið opið fyri har­ mon­ikusølu frá klokkan 11 til 22, og tað er Knudsø Musik­im­ port, sum stendur fyri søluni. Klokkan 17 verður almenn tón­leikakafé, og tá byrjar eis­ ini harmonikutónleikur í Ment­anarhúsinum. Seint fríggjadagin verður døgurði við livandi tónleiki í Mentanarhúsinum, og klokk­ an 19 fer Leif Hansen at seta festivalin. Eftir setanina fríggjakvøldið verða fleiri konsertir, og so­ leið­is verður eisini bæði leyg­ ar­dagin, sum verður hin størsti dag­urin á festivalinum – og sunnu­dagin, sum verður sein­ asti dagurin. Í tímunum millum klokkan 16 og 18 leygardagin verður høvi at gera harmonikutúr við Drag­anum, har loyst verður á bryggj­uni við Mentanarhúsið. Túrurin kostar 200 krónur, og tá er suppa umborð íroknað. Atgongumerki til túrin kunnu keypast við Dragan ein hálvan tíma fyri fráferð, um tey ikki frammanundan er keypt á www.atgongumerki.fo Tað var Sólgerð Andreassen, sum tók stig til at stovna Fuglafjarðar Harmonikufelag, ið hevur til endamáls at stuðla og menna harmonikuspæl og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum. Størsta einstaka tiltak hjá felagnum er Harmonikufestivalurin Harmonikufestivalurin verður settur fríggjakvøldið klokkan 19