týsdagur 20. august 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VALGREINAR
-Eitt stórt afturstig fyri bróstkrabbaraktar kvinnur-
Sámal Hanni Lognberg
Valevni fyri Sambandsflokkin
Farna samgonga valdi at gera
ymiskar broytingar í sjúkra
húsøkinum. Ein av hesum
broytingum
varð
gjørd
á
bróstkrabbaøkinum.
Hetta
økið skuldi brádliga flytast til
Ålborg sjúkrahús í Danmark,
ístaðin fyri Sjúkrahúsið, sum
bleiv brúkt tá í Íslandi. Og
læknin, sum avvarðaði økinum
í Føroyum tá, sera vælumtókti
íslendingurin‚ Kristján Skúli
Ásgeirsson, bleiv sagdur úr
starvið. 800 undirskriftir vórðu
savnaðar inn, fyri at forða
hesum, tí at hópin av kvinnum
og avvarðandi vildu vísa sína
ónøgd, men tað bleiv ikki
gingið undirskriftunum á møti.
Eisini
setti
fyrrverðandi
tingmaður
fyri
sambands
flokkin,
Bjørn
Kalsø,
fleri
ferðir Sirið Stenberg, løgtings
kvinnu
fyri
Tjóveldi,
fyri
spurning og spurdi hana, hví
eitt øki, sum riggar so væl skal
broytast, men hon gjørdi alt
fyri at sannføra føroyafólk
um, at hettar bleiv alt til tað
betra.
Eftir at hava tosað við sjúkl
ingar og limir í krabbameins
felagnum, má eg tó ásanna, at
nýggja avtalan er eitt stórt aft
urstig á vegnum. Kvinnur, sum
í dag eru í tí ræðuligu støðu, at
fáa bróstkrabba, fáa ikki nóg
góða viðferð. Tað eru snøgt
sagt trupulleikar allan vegin
ígjøgnum, frá tí at diagnosa er
stilla‚ til tær kunnu fáa neyð
ugu hjálpina til at rekonstruera
bróstið. Fyrr vaknaðu kvinnur
upp eftir skurð og fingu at
vita, hvussu teirra læknaliga
tilgongd skuldi verða. Tær
fingu skjótt plastkirurgiska re
konstruktión og í summun
førum longu undir somu skur
viðgerð‚ sum krabbin bleiv
tikin burtur. Hetta av tí‚ at
Skúli var onkoplastiskur bróst
skurðalækni. Í dag fáa kvinn
urnar at vita‚ at tær mugu bíða
upp til eitt ár ella meira‚ til at
hetta verður gjørt !!! Teirra lív
verður snøgt sagt sett á ”Stand
by” og hetta hevur ræðuliga
ávirkan á tær og teirra familj
ur.
Skipanin, sum var áður rigg
aði væl og er hetta eitt dømi
uppá, at ikki varð lurta eftir
fólkinum. Ein discountavtala
bleiv tikin framum eina væl
virkandi skipan, sum øll vóru
nøgd við.
Hetta er eitt øki, sum má
endurskoðast
sum
skjótast
eftir valið og um eg verði vald
ur, so fari eg at leggja mína
orku í, at tað kemur í rættlag.
Eitt uppskot, sum sam
bandsflokkurin nú er komin
við til komandi valskeið, er -
viðgerðartrygd. Hetta uppskot
lovar
sjúklinginum
viðgerð
innan 30 dagar‚ eftir at diagn
osa er sett. Til henda álvarsama
trupulleika, skuldi henda við
gerðartrygd
fevnt
um,
at
kvinnan fekk viðgerð innan
ein mánaða og at hon fekk
eina viðgerðargongd, har hon
greitt fekk at vita‚ nær og
hvussu restina av hennara til
gongd, viðvíkjandi plastkir
urgi, rekonstruktión og øðrum
fór at verða.
Hetta má fáast í rættlag
skjótast gjørligt.
Føroyska málið og mentanin
Marin Katrinu Frýdal,
valevni fyri Tjóðveldi
Eitt av mínum politisku hjarta
málum er at virka fyri muna
dyggum átøkum at stimbra og
stuðla undir føroyska mentan
og føroyskt mál, soleiðis at vit
ikki missa okkum sjálvi burtur
í teirri altjóða mentanarligu
flóðalduni av ensktmæltum
tilfari, sum floymir inn yvir
okkum úr øllum heraðshorn
um.
Eg eri hugtikin av at hoyra
heima í eini lítlari, fjarskotnari
tjóð við serstakari mentan og
serstøkum máli, og sum tó á
ongan hátt nýtist at smæða
seg burtur í allari altjóðagerð
ini. Ásannandi, at vit ikki
mugu søpla okkum hendan
dýrgripin
av
hondum,
nú
ensktmælta alheimsmentanin
floymir inn yvir okkum, ser
stakliga á teimum talgildu
miðlunum, vil eg stríðast fyri
at vinna neyðuga politiska
undirtøku fyri hesi søk.
Beint øvut av gongdini hjá
m.a. grannunum fyri sunnan,
so eydnaðist tað okkum, takka
verið ágrýtni frá dugnaligum
undangongufólki seinastu uml.
150 árini, at varðveita føroyska
málið, og at menna tað í
fakligan, nútímans ham til
brúks á øllum pallum, alt frá
barnabókum,
trúarbókment
um, fagurbókmentum, á leik
palli, tøknimáli, vísindamáli,
sølumáli o.s.fr.
Eini smábarnaforeldur vóru
á gátt nakað her fyri, og barn
teirra í barnagarðsaldri fór at
spæla við nakrar leikur, meðan
vit vaksnu fingu okkum ein
drekkamunn. Brádliga hoyra
vit enskt barnamál, tá sat lítla
barnið og prátaði við leikurnar
á enskum, meðan tað spældi
okkurt spæl, tað kendi frá
spølum á teldlinum.
Tá fekk eg ein mentanarlig
an hvøkk, ið hevur sitið í mær
síðani.
Vit mugu og skulu beinan
vegin taka ítøkilig stig til tess
at bjóða flóðalduni av enskt
mæltum undirhaldi og kunn
ing av.
Landsstýrið og Løgtingið
eiga í stundini at finna felags
stev um ein mentanarpolitikk,
ið kann brynja føroyskt mál og
føroyska mentan til avbjóðing
arnar uttan úr heimi.
Ein slíkur politikkur skal
sjálvandi
ikki
vera
nøkur
heimføðislig
nalvaskoðan,
men skal hinvegin hava sum
endamál, at føroyingar í kom
andi tíðum ynskja at hugsa,
tala, skriva, virka og bera fram
á góðum føroyskum.
Vit kunnu ikki bara lata
standa til, tí tá kann endin
skjótt verða tann, at vit í
Føroyum um ein mansaldur
ella so verða ein ensktmæltur
landslutur norðanfyri Skot
land. Hesum mentanarvanda
vil eg stríðast ímóti, og eg síggi
tað sum lívsneyðugt, at stig
verða tikin at finna neyðuga
fígging til átøk at stimbra og
menna føroyska mentan og
føroyskt mál.
Fyri einum mansaldri síðani
vóru flestallar lýsingar í før
oysku bløðunum danskar. Í
1980 árunum tók føroysk lýs
ingarvinna so smátt at menna
seg, og í dag hava vit eina fak
liga sera dugnaliga vinnu á
hesum øki. Lógaráseting er
komin um, at lýsingar í Føroy
um skulu vera á føroyskum, og
hetta ber væl til. Handilsvinn
an er ikki verri farin av hesi
áseting, og lýsingarmarknað
urin skapar fitt av arbeiðsupp
gávum til fólk innan skapandi
yrkini.
Vit mugu søkja okkum góð
ráð hjá fakfólki innan eitt nú
bæði málfrøði, námsfrøði og
frálæru, sálarfrøði, mentanar
bering, miðling og marknaðar
føring v.m., um hvussu muna
dygg átøk skulu vera fakliga
sett saman og tillagað, og
hvussu tey kunnu náa best út
til brúkaran.
Allar útlendskar sendingar í
KVF eiga sjálvandi at hava før
oyskan undirtekst ella før
oyska talu, men hetta nøktar
bert ein viðfáning av øllum
trupulleikanum.
Fyrst
og
fremst má fíggjarlig orka fáast
til vega, soleiðis at meira av
føroyskum tilfari verður fram
leitt til miðilin, ikki minst
sendingar til børn og ung.
Krøv eiga at verða sett tele
samskiftisveitarum um líkn
andi treytir, sum tær á lýsing
armarknaðinum.
Er
svarið
haðani, at hetta tøkniliga er ov
torført, eiga vit at veita okkara
sera
dugnaligu
KT-virkjum
fíggjarligar vánir til uppgáv
una at menna ta teldutøkni, ið
skal til fyri at taka dystin upp í
álvara móti teirri ensktmæltu
mentanarligu flóðalduni.
Vit vita frá ítróttinum, at vit
megna heilt fram í fremstu røð
mótvegis teimum stóru, um
bert vit kýta okkum nóg nógv.
Sama hugburð mugu allar góð
ar kreftir stríðast fyri í felag,
tá tað ræður um at stimbra og
stuðla um føroyska mentan og
føroyskt mál. Vónandi kann
nútímans hugburður í før
oyska vinnulívinum somuleið
is geva sítt íkast til loysnina.
Tað mugu finnast fíggjarlig
ir útvegir fyri at lyfta mál
mentanina upp á eitt muna
dygt støði, har tað gerst ein
sjálvfylgja at duga væl før
oyskt og at trívast væl við at
bera fram á føroyskum.
Tað er tí avgjørt upp á allar
hægstu tíð, at vit sum fólk
taka hesar mentanarligu av
bjóðingar
frá
ensktmæltu
alheimsgerðini í størsta álvara.
Eisini avbjóðingina at fáa
ein boðskap væl út til brúk
aran, hava vit megnað til UG á
altjóða virðisløntum støði, so
hví skuldu vit ikki eisini klárað
tað mótvegis okkum sjálvum,
um bert viljin er tilstaðar.
Hetta er eitt øki, sum má end
urskoðast sum skjótast eftir valið
og um eg verði valdur, so fari eg at
leggja mína orku í, at tað kemur í
rættlag
Fyrst og fremst má fíggjarlig orka fáast
til vega, soleiðis at meira av føroyskum
tilfari verður framleitt til miðilin, ikki
minst sendingar til børn og ung