týsdagur 20. august 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gullbrúdleyp
31. aug. hava vit, Jórun og Sverri Joensen, Norđskáli, veriđ
gift í 50 ár. Tađ fara vit at hátíđarhalda í Eydnuni 21. sep.
kl 17.00. Tit, sum ynskja at hátíđarhalda dagin saman viđ
okkum, verđa biđin um at siga frá áđrenn 20. aug. á tlf.
228440 (Jórun), ella 774703 (Kirstin).
Brúdleyp
Leygardagin 24. august 2019
giftast Lena Bergarsdóttir
Poulsen og Petur Sigurd Úr
Fugloy Justesen. Vígslan
verður í Hvannasunds
kirkju kl. 14.00. Veitslan
verður fyri innbodnum í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
19.00
Brúdleyp
24. august giftast Maria
Wenningstedt, Hvalvík og
Karstin Vang, Kvívík. Vígslan
verður í Kvívíkar kirkju kl 14.
Vælkomst verður í Glæmuni,
í Kvívík, frá kl 17. Øll eru
hjartaliga vælkomin .Heilsan
Maria og Karstin
75 ára føðingardagur
Mikudagin 21. august verður
Oda Andreasen, zonuterap.
75 ár. Hon verður at hitta í
Hornahúsinum frá kl. 16.00.
Øll eru vælkomin.
70 ára føðingardagur
Tann 12. september verður
Kristina Høgnesen 70 ár.
Dagurin verður hildin í
bygdarhúsum í Leirvík klokkan
18, leygardagin 14. september.
Vinarliga sigi frá á tlf. 443395 ella
283395
70 ára føðingardagur
Leygardagin 5. oktober
heldur Sigrid Hammer 70 ára
føðingardag. Dagurin verður
hildin í hølunum hjá Dugna
á Hjalla. Verið hjartaliga
vælkomin frá kl. 17 og úteftir.
Vinarliga boða frá luttøku
áðrenn 20. september á tlf.
261638.
70 ára føðingardagur
Hósdagin 12. septembur fylli
eg 70 ár. Dagurin verður
hildin í Garðslon í Vági,
leygardagin 14 Septembur
frá kl. 14.00 til 20.00. Øll er
hjartaliga vælkomin.
Doreta Kærbech
75 ára føðingardagur
Mikudagin 21. august verður
Petur Christian Rasmussen,
Skála, 75 ár. Dagurin verður
hildin í Bygdasalinum
í Ítróttarhøllini á Skála
fríggjakvøldið 23. August frá
kl. 19.00.
80 ár
Líradagin 26. august 2019
verði eg 80 ár, og í tí sam
bandi hevði tað glett meg at
sæð ætt, vinir og kenningar
til eina hugnaløtu saman
við mær. Dagurin verður
hildin í Róðrarneystinum á
Argjum frá kl. 18.00 har ein
nátturabiti og okkurt gott
omaná verður at fáa Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Heilsan,
Oddbjørg Jacobsen
95 ár
Daniel Jacob Olsen (Dalli) úr
Vestmanna búsitandi í Havn
verður 95 ár leygardagin 24.
august.
Opið hús verður á Lágargarði,
Stoffalág 84 leygardagin 24.
august 2019 frá klokkan 16:00.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 30 august
heldur Selma Johnsen,
Leirvík 90 ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í
Bowlinghøllini í Leirvík.
Verið hjartaliga vælkomin frá
kl 17 til kl 21.
Brúdleyp
Leygardagin 28 september
giftas Rannvá Kjartansdóttir
Strøm, Tórshavn og Róland
Michelsen Havn. Víglsan
verður í Havnar Kirkju
kl14:00.
Veislan verður fyri innboðum
í Dansifrøði kl18:00.
Vit bæði hopa, at vit hoyra
skjótt aftur frá tykkum.
Rannvá og Róland
262456.
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ
INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við
Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan
landbúnað, sum gevur rætt til at festa
landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni
í Kollafirði og byrjar 10. september 2019
kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og
hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur
(umvegis Skype), so at tey, ið hava óhøgliga
farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu
fylgja undirvísingini á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar
um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga
verkætlan. Skeiðið heldur á til juni 2020.
Hvør skeiðspartur endar við próvtøku. Eisini
eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið
skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3
í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í
sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja
at melda seg til skeiðið, skulu boða frá
luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 30. august
2019. Boðast skal frá við teldubrævi til bst@
bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna
á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað
verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur,
telefonnummar og P-tal upplýsast.
Vegna summarfrí svarar telefonin ikki frá 22.
juli til 16. august. Í hesum tíðarskeiði verða
teldupostar móttiknir, men ikki svaraðir
fyrrenn 20. august.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi
við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava
framíhjárætt.
KUNNGERÐ
Fráboðaða løgtingsvalið fer fram
Leygardagin tann 31. august 2019
í fimleikahøllini í Tofta skúla.
Atkvøðutíðin er frá:
kl. 10.00 til 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan
hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu,
kunnu í seinasta lagi fríggjadagin 30. august
2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til
kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi
innan valið byrjar kl. 10.00 tann
31. august 2019.
Heimaval.
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta
lagið fríggjadagin tann 30. august 2019, við at
boða frá til fólkayvirlitið á kommunuskrivstovuni
tlf. 447586/565004 innan kl. 12.00 hósdagin 29.
august 2019.
Valkort.
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og valkortini
verða sent út við postinum til allar veljarar, ið
standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg
hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella
okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt
kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.
Toftir, hin 21. august 2019
Valstýrið í Nes kommunu
MERKISDAGAR