Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. august 2019 · Nr. 95 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BRANDUR SANDOY HEIMAN AV SANDI, 46 ÁR Giftur við Anju Sandoy, ættað úr Vági. Eiga 3 børn, og eina abba/ ommudóttur ARBEIÐSROYNDIR: Bóndi og sjálvstøðugt vinnurekandi síðani 1997, róð út í 6 ár, arbeitt sum smiður í 4 ár, undirvíst í fólkaskúlanum í 2 ár. POLITISKAR ROYNDIR: Limur í Sands Bygdarráð síðani 01. januar 2009, Borgarstjóri á Sandi síðani 26. oktobur 2009. Stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag síðani 26 oktobur 2009. Stýrislimur í Kommunala Arbeiðs­ gevara felagnum síðani 01. januar 2017.   Umboðað Fólkaflokkin á Tingi í 4 ár, fastur limur í Løgtingsins Rættar­ nevnd og Útnorðurráðnum sama tíðarskeið. BRANDUR SANDOY ONKI MØSN – PRAKTISKUR POLITIKKUR EG BJÓÐI MEG FRAM SUM VALEVNI TIL LØGTINGSVALIÐ, TÍ EG HAVI EITT BRENNANDI YNSKI UM AT GERA OKKARA LAND UPPAFTUR BETRI AT LIVA Í ENN TAÐ ER. FRÆLSI TIL FAMILJURNAR, GRUNDARSTEINURIN UNDIR SAMFELAGNUM Familjan velur frítt hvør brúkar barnsburðarfarloyvið. Fíggjarligt frælsi at avgera, um annað foreldrið vil verða heima hjá børnunum barnsins fyrstu 3 ár. LANGTÍÐARLOYVIR, TRYGGJA FRAMTÍÐAR FISKIVINNU   Fiskiflotin má endurnýgggjast, og langtíðarloyvir  eru avgerandi fyri hesi menning Veiðuloyvini skulu aftur fylgja skipunum, fiskimaðurin skal tryggjast sín fulla part  STERKARI VINNULÍV, FÆRRI OG LÆGRI AVGJØLD Vinnulívið er grundarlagið undir allari samfelagsmenning, men verður darvað av hækkandi avgjøldum Avgjøld skulu lækka, og takast av. Byrjað verður við dupulta Kringvarpsgjaldinum BETRI KOR TIL ÚTISIGLARAR OG SJÓFÓLK Útisiglarar skulu sleppa frá at gjalda til eftirløn í Føroyum Skott skal setast ímillum pengar fortjentir í Føroyum og uttanlanda, so at tað lønar seg hjá teimum at arbeiða í frítíðini Alt sjófólk okkara skal fáa sjómannafrádrátt GÓÐI VELJARI, EG BIÐI UM TÍN STUÐUL 31. AUGUST.