hósdagur 22. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
23. AUGUST 2019
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim
Kielsen, heldur, at Grønland skal keypa
Amerika aftur.
»Tað var Leivur Hepni, sum fann Amerika
og pápi hansara, Eirikur Reyði, sum fann
Grønland og setti seg niður her. Tí er tað
púra nátúrligt fyri okkum at fáa USA aftur«,
sigur Kim Kielsen.
Hann hevur enn ikki lagt seg fastan prís,
men heldur, at hann eigur at vera lutvíst lág
ur havandi í huga ovurhonds stóru skuldina
hjá USA.
»Og um vit skulu
hava Trump við í
keypinum, verður
prísurin enn lægri«,
sigur hann.
Grønland vil keypa
Amerika aftur
TRUMP-GATE
Les eisini blaðið
á telefonini
Ein brandur á
sjógvi og landi
Siðsøga síða 22-23
Heri Mohr
hugleiðir
Nøvn síða 26-28
Stóra danska tiltakið »Vi elsker
90'erne« kemur til Føroya kemur til
Føroya at hava konsert
– Tú spákar oman móti býnum. Tað er 12
september 1990 og klokkan er 20.16. Brád
liga brestur býurin í galróp. Tú gerst kløkk
ur, og brestir tiggigumbløruna, sum
hongur úr munninum. »Hvat var hatta«?
Jú hatta var løtan, tá ein bóltur var
stungin millum tveir verjuleikarar í reyð
um búna, og ein ungur sandavágsmaður
pressar seg ígjøgnum, og knallar Føroyar á
fótbóltsheimskortið. Hetta var í 1990. Sam
an við manninum við topphúgvuni og øðr
um amatørum bastu teir heimstjørnunum
á heimavøllinum í Landskrona.
Vit elska 90ini. Vit fara at seta okkum í
eina tíðarmaskinu, og trýsta spitaran í
botn mótvegis 1990unum.
Hetta var áratíggju sum bjóðaði okkum
tónleik, mat, ítrott og móta, sum vit enn
minnast aftur á við gleði og eitt sindur av
undran. Buffalo skógvar vóru feitir, Torkil
Nielsen var ein tjóðarhetja, Heðin Arge
Jensen og Ginna Midjord vóru røddirnar í
lurtunum, Jóhan í Kollafirði helt tað ikki
var so galið í Kollafirði, Assu var klassi,
Mark No Limits fylti hallirnar kring landið,
breyð frá Frants smakkaði best kl. 04 um
morgunin, og tú kundi keypa leysar siga
rettir. Lívið varð litríkt og kitsj. Set tí X í
álmanakkan tann 12. oktober, tí tá fara vit
aftur á ferð í 1990'ini.
Stóra danska tiltakið »Vi elsker 90erne«
kemur til Føroya. Hetta er eitt konsept
sum turnerar ríkið runt, og hevur higartil
havt 10 garvillar festivalar í Danmark og
Svøríki við meira enn 100.000 vitjandi
hvørt ár.
– Og nú koma tey til Føroya. Tað verður
uttan iva størsta 90ara tiltakið nakrantíð á
Føroyalandi – so stórt, at sjálvt Páll Arge
eigur at nikka játtandi, skriva fyrireikarar
nir.
Høllin í Hoyvík verður karmur um hetta
risa tiltak. Tað verður tónleikur, matur,
undirhald, vinir, móti og alt sum hoyrdi
90'unum til. Streetfood frá kl 17 og kon
sertir allan dagin og náttina.
Ein heilur dagur og ein heil nátt halga tí
feitasta við 1990unum. Kom við! Vit elska
90ini tann 12. okt í Hoyvíkshøllini.
Konseptið »Vi elsker 90erne« er sera væl
umtókt í Danmark, við meira enn 100.000
vitjandi árliga. Atgongumerkir kunnu
keypast á www.ebillett.fo
Í blaðnum...
Twitterkongurin handan hav er firtin
inn á Danmark, tí hann ikki slapp at
keypa Grønland og hevur avlýst ætlaðu
almennu ríkisvitjanina, har eisini Aksel
V. Johannesen, løgmaður, skuldi á fund
við amerikanska forsetan.
Sum vera man eru fólk forfard av, at
sjálvur amerikanski forsetin kann upp
føra seg so barnsliga, sum Donald Trump
hevur gjørt hesaferð – og sum hann so
javnan ger.
Men tað er ikki sørt ørkymlandi, at ein
so tollut ætlan, sum at Amerika skal
sleppa at keypa Grønland, skal fáa ta av
leiðing, at amerikanski forsetin verður
fornermaður við Danmark, donsku
stjórnina og donsku drotningina, tí Dan
mark ikki vil selja Grønland!
Hugsið tykkum, um tað var eitthvørt
annað land, hann var fornermaður við av
so smáum: Norðurkorea, Kina, Russland
ella okkurt annað eldfimt ríki. Trump
hevur koturnar til amerikansku kjarn
orkuvápnini. Hvat kann ein so ørur for
seti ikki finna uppá í óðum verkum?
At forsetin ikki hevur ov nógv undir
keppinum, hevur hann javnan víst. Men
spurningurin er, hvønn tað sigur nakað
um, at hann er valdur til forseta í heims
ins størsta veldi. Eru tað veljararnir, sum
eru tollutir? Ella eru tað kanska politik
ararnir, sum eru tollutir og sum veljarar
nir hava mist tolið við?
Hóast fólk í Vesturheiminum sum so
eru á einum máli um, at forsetin í USA
ikki telist millum teir gløggastu, sum ver
ið hava, so hevur hann tó sínar stuðlar,
tað síggja vit eisini í almenna kjakinum í
Føroyum, og tað er ikki sørt ørkymlandi.
Sjálvandi skulu bæði vit og Danmark
og Grønland hava góð viðurskifti við
USA, og sjálvandi skuldi løgmaður við á
ætlaða fundin við amerikanska forsetan.
Tí Amerika er okkara sameindi, og tað
hevur stóran týdning fyri okkum, bæði
hvat trygd viðvíkur og handilsliga, at
hava sera góð viðurskifti við USA.
Men tað er trupult at samskifta við
stórveldið USA, tá landið velur ein so
tollutan persón til forseta, sum Donald
Trump, sum veruliga heldur, at hevur tú
pengar so kanst tú alt.
Vit hildu tað vera skemt, tí eingin
kann vera so býttur at meina í álvara, at
tú kanst keypa eitt land soleiðis. Men so
býtt er tjórneytið, sum amerikanska
fólkið hevur valt sær til leiðara.
Sjálvhátíðarliga tjórneytið Trump
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Vit elska 90'ini 12. oktober