Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 14 TEMA: Hugburðskanning PÆTUR HJALMAR EVENSSON L øgtingsvalið 2019 skal vera eitt umhvørvisval. Tað er vónin hjá teim­ um trimum felags­ skap­unum, Føroya Náttúru- og Um­hvørvisfelag, Ringrás og Fugla­frøðifelag Føroya. Hesir tríggir felagsskapirnir hava sligið høvdini saman og funnið fram til 15 spurningar, sum tey meta, at øll løgtingsvalevnini eiga at hava eina støðu til. Spurningarnir snúgva seg allir um umhvørvis- og náttúrumál, og hesar fingu løgtingsvalevnini høvi at svara síðst í juli. Hvør spurn­ingur skuldi svarast við at velja eitt tal millum 1 og 5, sum vísir, hvussu samdur ella ósamd­ ur mann er við hvørjari útsøgn. 1 er sera ósamd/ur, meðan 5 er sera samd/ur. Av teimum 179 valevnunum hava 74 luttikið í hesari spurn­ arkanningini. Sigast skal her, at nøkur valevni vórðu kunngjørd, aftaná freistin at svara spurn­ arblaðnum var úti. Tí taka tøl­ini til hesa kanningina støði í teim­ um 162 valevnunum, sum vórðu almenn áðrenn 15. august. HUGBURÐSKANNING: HETTA MEINA VALEVNINI UM NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISMÁL