hósdagur 22. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
22
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1. partur
Í
hesi røð hava vit verið víða um í
landinum, og fyri so vítt eisini í út
landinum. Dentur hevur verið lagdur
á at skriva um lívið hjá vanligum fólki
í eini tíð, sum tey flestu í dag ikki minnast
til. Hetta kann hava virði fyri tey, sum
yngri eru, og er tað fyrst niðurskrivað, so
kann tað eisini hava týdning fyri komandi
ættarlið.
Eg havi kent Evald langa tíð, og vit hava
altíð fingið eitt prát, tá ið vit hava hitst.
Ikki hevur hann gjørt nógv burtur úr sær,
men tað hevur verið púra greitt, at Evald
veit og minnist nógv.
Hetta hevur gjørt tað, at vit í fýra pørt
um fara at lýsa Evald, hansara lív og hans
ara leiklut í samfelagnum, sum ikki hevur
verið so lítil.
Í hesi frásøgn verður eisini tikin við
partur av ein grein um Evald, sum skyld
maður hansara, Frits Johannesen, skrivaði
á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu,
tá ið Evald fylti 80 ár. Okkurt ískoyti verður
eisini frá øðrum keldum, sum tað kann
vera hóskandi at taka við fyri at fáa søguna
meira fullfíggjaða.
Ættin og kommunan
Evald var føddur 3. september í 1927. Tað
kann geva eina hylling av Fuglafirði tá
í tíðini, at í 1930 búðu 780 fólk í sóknini,
og at skattainntøkan var 347.000 krónur.
Kommunuskattturin var 21.000 kr. Nú er
fólkatalið tað dupulta.
Pápi Evald var Símun Pauli Johannesen
f. 1898. Hann var sonur Jóannes Johannesen
í Innistovu og Elsebeth f. Johansen, sum
bæði vóru av Hellunum. Tey bygdu á Inni
stovugrundina í Fuglafirði.
Mamma Evald var Poulina Eliassen.
Pápi hennara var Poul Eliassen, vanliga
kallaður Pól á Vestur, giftur við Jóhonnu
f. Poulsen. Eitt systkinabarn Evald er John
Eliassen í Porkeri, hvørs áhugaverda søga
fyri kortum hevur verið í hesi røð.
Evald greiðir frá: “Misti”
mammuna fimm ára gamal
Eg átti tveir brøður. Teir vóru Petur og
Johannes Martin, kallaður Hanni. Hanni
var kendur sum ein góður harmoniku
spælari. Petur var ikki heilt vanligur. Hann
var ein málsnillingur, dugdi fleiri fremm
andamál, eisini russiskt, sum hevur verið
ógvuliga sjáldsamt tá í tíðini.
Tá ið mamma fekk yngsta sonin, gjørd
ist hon sjúk, og eingin hjálp var at fáa. Eg
var tá fimm ára gamal. Hon fekk tunglyndi,
og minnið sveik. Hon fór fyrst á sjúkra
húsið í Klaksvík, og haðani fór hon niður
til Danmarkar á sjúkrahús. Hetta vóru ein
astu ráð tá í tíðini. Í dag hevði hetta uttan
iva verið øðrvísi.
Mamma var niðri øll árini fram til 1988,
tá ið hon doyði. Vit vitjaðu hana viðhvørt,
men tá vóru ikki somu møguleikar at ferð
ast sum nú. Undir krígnum var heldur
einki samband millum londini, heldur ikki
brævasamband, so tað hevur verið ein hørð
lagna hjá mammu og hjá okkum øllum.
Hon er so grivin í Føroyum. Tá var pápi
deyður, hann andaðist 68 ára gamal í 1966.
Pápi hevði bygt eini hús, áðrenn hann
giftist. Tey stóðu heiman fyri Siloa, salin
hjá Brøðrasamkomuni. Tá mamma gjørd
ist sjúk og fór niður, seldi pápi húsini til
hálvbeiggja sín, Eliseus.
At tað gekkk soleiðis mammu var
sjálvsagt eitt bakkast. Men barndómurin
var kortini góður. Tá ið mamma var farin
niður, fóru eg og pápi at búgva hjá fastur
míni, sum var gift við Sámal á Brúnni. Pet
ur var hjá ommu og abba, Jóhannu og Pól
á Vestur.
Elisabeth Jacobsen helt hús hjá svágr
inum, Símin Jóhan Eliassen, sum hevði
mist konuna. Hon tók beiggja mín, Hann,
til sín og var honum í móður stað. Í 1936
bygdi pápi nýggj hús uppi við Garð, og eftir
tað búðu Petur og eg saman við pápa, og
Hanni búði í grannahúsunum.
Mostir vildi ongan
annan drong hava
Vit høvdu fyrst eina arbeiðsgentu eina tíð.
So kom Elsebeth Maria, hálvsystir pápa, f.
1912, at halda hús hjá okkum. Hon var ógift
og giftist heldur ikki. Onkur drongur hevði
hildið seg til, men hon segði, at tá ið hon ikki
fekk tann, sum hon hevði verið góð við, so
skuldi hon ongan annan hava. Drongurin
var Hans David Gregersen í Guttastovu í
Syðrugøtu, sum hon hevði verið trúlovað
við. Tey høvdu tikið ring upp á. Men hann
varð sendur til Danmarkar í 1933 at taka
mandlurnar. Hetta skuldi ikki verið nakað
stórt inntriv, men okkurt gekk galið, og
hann doyði bara 24 ára gamal. Hetta var
ein stórur sorgarleikur. Hann kom tískil
aftur í kistu og er grivin í kirkjugarðinum
við gomlu kirkju í Norðragøtu.
Martinus, bóndin í Guttastovu, kallaði
beiggja sín upp, og yngri Hans David bleiv
ein av okkara mest royndu línuskiparum.
Elsebeth Maria var í húsinum hjá
okkum, inntil hon fór á ellisheim, so her
var trúfesti í bæði borð.
Vit búðu uppi við Garð til í 1940, tá ið
kríggið byrjaði. Tá løgdu pápi og Eliseus
húsarhaldini saman, og vit fluttu oman til
teirra. Tá manglaði so nógv sum t.d. kol. Tí
var tað lættari, at hava felags húsarhald.
Vit kundu tá hava torv, kol og annað í felag.
Tað var ov lítið av koli, tí fóru nógv at skera
torv. Vit høvdu kúgv í kjallaranum, so tað
loysti tørvin á mjólk. Pápi og Eliseus býttu
uppgávurnar millum sín, og tað bar væl til.
Eina tíðina undir krígnum fekst onki
mjøl úr Onglandi, men bara korn. Tá máttu
kvørnirnar takast í brúk aftur.
Í 1944 bleiv tað meira friðarligt, og á
sumri 1945 fluttu vit, pápi, Petur, eg og
Elsebeth Maria aftur niðan í Garð. Sama
heystið giftist Eliseus við Poulinu Petersen
úr Vági.
Skúlagongdin
Í 1872 kom fastur lærari í Fuglafirði. Hann
hevði skúla úti í Beiti við Garð við trimum
næmingum. Í 1882 kom nýggjur skúli á
Bugnum, sum hevði eina skúlastovu í norð
ara enda og læraraíbúð í heimara enda.
Lærarin var Hans David Hansen.
Ein lærari bleiv settur afturat í 1917, og
tá varð skúlin eisini hildin í Høgnahúsum
til 1936. Tá ið tann triði lærarin varð sett
ur í 1923 bleiv læraraíbúðin gjørd til skúla
stovu.
Eg fór í skúla í 1935, tá var eg átta ár. Tá
gingu vit í gamla skúla niðri á Bugnum,
har bókasavnið nú er. Lærarar vóru Karl
Kristiansen og Eliesar Reynberg. So var
lærarinnan Sanna, sum var gift við Kristoffur
Vit hava hitt nærum 92 ára gamla Evald
Johannesen í Fuglafirði. Hann hevur
upplivað nógv og dugir væl at greiða frá.
SIÐSØGA
Evald Johannesen:
EIN BRANDUR
Á SJÓGVI OG LANDI.
Evald Johannesen, “misti”
mammuna fimm ára gamal.
Fuglafjørður, sum Evald minnist heimbygdina. Myndin er frá 1920.