Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 32 Hevur Poul Michelsen “fuppað” ST? Poul Michelsen, landsstýrismaður í mannarættindamálum, greiddi á fundi í ST í 2016 frá, at Føroyar vóru “framsóknar” í mannarættindum. Hann hevur seinni forðað fyri, at hetta kundi verða rætt Óli Jacobsen Føroyar vóru 21. januar 2016 til ST hoyring í Genéve um manna­rætt­indi. Lands­ stýrismaðurin í manna­rættinda­málum, Poul Michelsen, umboðaði Føroyar til hoyr­ingina. Í framløgu síni segði landsstýrismaðurin m.a, at “Føroyar eru framsøknar”, tá ið tað snýr seg um mannarættindi. Í hesum sambandi viðgjørdi manna­ rætt­indanevnd hjá ST hesa frágreiðing og hevði ymisk tilmæli til Føroyar. Tað mest grundleggjandi í hesum tilmæli var, at ein óheftur mannarættindastovnur skuldi vera settur á stovn í Føroyum. Poul Michelsen segði tá: “Vit fara nú at viðgera tilmælini, sum skulu svarast í juni, tá ið Mannarættindaráðið hittist aftur. Í fleiri umførum hevur verið víst á tørvin at seta ein óheftan Mannarættindastovn á stovn, og tí havi eg í hyggju at seta skjøtul á tað arbeiði beinanvegin.” Hetta er ein støða, sum kundi skapt virð­ ing, um hon varð fylgd upp. Hon gav eisini vón um, at mannarættindi veruliga vórðu tikin í álvara av í hvussu er einum politikara og flokki. Poul Michelsen setti beinanvegin í 2016 eina nevnd at gera uppskot til ein manna­ rættindastovn, sum øll kundu venda sær til, sum hildu seg vera fyri órætti av myndugleikunum. Tann 24. mai 2017 fekk Poul Michelsen handa eitt drúgt álit frá nevndini, har m.a. varð mælt til at fylgja hesum tilmæli hjá ST og at játta 2 milliónir krónur til endamálið. Nýggja ráðið “skuldi fylgja við mannarættindastøðuni í landinum og lýsa hana, geva almennum myndugleikum ráð og arbeiða saman við stovnum, felagsskapum, skúlum, Fróðskaparsetrinum og øðrum. Ráðið skuldi serliga leggja dent á rættindini hjá teimum, sum bera brek”. Nú skuldi tað bara verið ein avgreiðslu­ spurningur at fáa sett hetta stóra mál í verk. Skuldi bíðast eftir fíggjarlógini at fáa fígging, so kundi hesin stovnur komið at virka í hvussu er í 2018. Men við eini eykafíggjarlóg kundi hetta hent longu í 2017. Men einki er frætt aftur um henda stovn, og tað sæst einki meira um hetta mál á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnu­málastýrinum. Eingin frágreiðing er um, hví hetta mál eftir øllum at døma er steðgað upp. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at eingin fjølmiðil hevur spurt eftir málinum, og tað hevur eingin tingmaður ella flokkur gjørt heldur. Mannarættindi í Føroyum eru tey ringastu kongaríkinum Samstundis er ein slíkur manna­rættinda­ stovn­ur í Danmark, sum umframt eins og vit hevur m.a. umboðsmann og fjølmiðla­ nevnd. Hetta er ikki nóg mikið fyri danir. Føroyskir myndugleikar hava sýtt fyri, at danski stovnurin fyri mannarættindi skal umfata Føroyar. Tískil hava føroyingar sjálvir sett seg uttan fyri ta trygd á hesum øki sum danir hava, og sum vit kundu havt. Danski mannarættindastovnurin varð fyri fleiri árum síðani víðkaður til eisini at fevna um Grønland, sum hevur sín egna stovn. Grønland er tískil fremri vit á hesum øki. Hetta merkir, at 99% av borgarunum í danska kongaríkinum hava betri tryggjað mannarættindi enn føroyingar, tí at Poul Michelsen saman við politisku skipanini eftir øllum at døma raðfestir mannarættindi so lágt, sum her er greitt frá. Ein hevði nú trú betri til Framsókn, serliga tá ið flokkurin umsitur mannarættindi í landsstýrinum. Tann, sum hevur havt nakað sum helst við føroyskar myndugleikar at gera, veit av royndum, at rættartrygdin og harvið mannarættindini eru munandi verri enn t.d. í Danmark. Teir eftirlitsstovnar, vit hava, gera stórt hvørki frá ella til á hesum økinum. Tað eru nógv dømi um tað. Ein orsøk kann vera tann, at hesir stovnar eru so avmarkaðir í sínum heimildum, at tá ið tað veruliga er tørvur á at rópa varskó, siga teir seg ikki hava heimild til tess. Í Danmark hevur t.d. Danmarks Radio ein “seernes og lytternes redaktør”, sum øll kunnu venda sær til í samband við tíð­indaflutning. Hetta verður hildið neyðugt í Danmark, hóast tey hava eina fjølmiðlanevnd sum vit, og hóast etikkurin hjá donskum millum er himmalhøgt omanfyri tann, sum vit kunnu staðfesta í Føroyum. Eitt sera “gott” dømi er, at verandi sam­ gonga hevur gjørt nakað so óhoyrt, sum at leggja seg úti rættarskipanina. Hetta er gjørt hóast ávaring frá landsstýrisins egnu lógartænastu um, at hetta var í stríð við rættarsiðvenju. Hetta er púra greitt brot á meginregluna í einum fólkaræði, at politiska valdið skal vera óheft av dømandi valdinum. Men tað er eisini fyrr boðað frá av leiðandi samgongupolitikara, at rættarsiðvenja kemur í aðru røð í mun til “politiska viljan”. Spurningurin sum kundi verið settur: Ein relevantur spurningur í hesum valdøgum kundi verið, hvussu tað kann koma so langt í einum so týdningarmiklum máli sum mannarættindi, og so hendir ikki meira, uttan at nakar ger vart við seg. Tað er so avgjørt eingin grundgeving fyri, at Føroyar skulu vera verri fyri enn restin av ríkinum og fyri so vítt mongum øðrum londum í heiminum viðvíkjandi mannarættindum. Tað veit politiska skipanin ógvuliga væl. Tað er eisini áhugavert, at allir flokk­ar siga seg vilja hava meira at siga í uttan­ ríkispolitikki. Og so verður sæð burtur frá einum greiðum tilmæli um at fáa ein stovn, sum kann tryggja nakað so grundleggjandi sum mannarættindi. Tað kann í hvussu er ikki sigast, at Før­ oyar eru “framsóknar” á hesum økinum. Tað gongur sjón fyri søgn. At billa ST nakað annað inn er stutt sagt í stríð við veruleikan. Poul Michelsen á ST fundi, har hann sigur Føroyar vera framsóknar viðvíkjandi mannarættindum. Men eitt avgerandi stigi, har vit kundi fingið somu reglur um mannarættinindi sum restin av ríkinum, er steðgað uttan nakra frágreiðing. LESARABRØV