hósdagur 22. august 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
14
TEMA: Hugburðskanning
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
L
øgtingsvalið 2019 skal
vera eitt umhvørvisval.
Tað er vónin hjá teim
um trimum felags
skapunum, Føroya Náttúru- og
Umhvørvisfelag, Ringrás og
Fuglafrøðifelag Føroya.
Hesir tríggir felagsskapirnir
hava sligið høvdini saman og
funnið fram til 15 spurningar, sum
tey meta, at øll løgtingsvalevnini
eiga at hava eina støðu til.
Spurningarnir snúgva seg allir
um umhvørvis- og náttúrumál,
og hesar fingu løgtingsvalevnini
høvi at svara síðst í juli. Hvør
spurningur skuldi svarast við at
velja eitt tal millum 1 og 5, sum
vísir, hvussu samdur ella ósamd
ur mann er við hvørjari útsøgn. 1
er sera ósamd/ur, meðan 5 er sera
samd/ur.
Av teimum 179 valevnunum
hava 74 luttikið í hesari spurn
arkanningini. Sigast skal her, at
nøkur valevni vórðu kunngjørd,
aftaná freistin at svara spurn
arblaðnum var úti. Tí taka tølini
til hesa kanningina støði í teim
um 162 valevnunum, sum vórðu
almenn áðrenn 15. august.
HUGBURÐSKANNING:
HETTA MEINA
VALEVNINI UM
NÁTTÚRU- OG
UMHVØRVISMÁL