Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 16 TEMA: Hugburðskanning - Tað er nógv fyri, um summi nokta at taka lut, tí tey føla, at spurningarnir eru ov bindandi ella leiðandi. Til løgtingsvalið hava vit veljarar bara eina atkvøðu, sum vit hanga uppá næstu fýra árini, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya PÆTUR HJALMAR EVENSSON Æ tlanin hjá teim­um trimum felags­skap­ unum var at fáa so nógv valevni sum gjørligt at svara spurningunum. 43 prosent av øllum valevnunum, sum fingu spurningarnar, hava svarað. Teir stóru flokkarnir hava allir lutfalsliga høga luttøku, tó við undantaki frá Fólkaflokkinum, har einans eitt valevni út av teimum 28 valevunum valdi at svara. Tað vóru heldur ikki nógv, ið høvdu svarað hjá teimum báðu nýggju flokkunum - tvey valevni hjá Framtakinum svaraðu, meðan eingin hjá Føroyaflokkinum svaraði. - Eitt vónbrot frá Fólkaflokkinum Føroya Náttúru- og Umhvørvis­ felag, Ringrás og Fuglafrøðifelag Føroya harmast um, at næstan eingin frá Fólkaflokkinum tók lut í hugburðskanningini. - At øll valevnini hjá Fólka­ flokkinum uttan eitt halda, at hesir spurningarnir ikki hava týdning, er eitt lítið vónbrot og undir alt lágmark. Vit hava lagt nógva tíð og orku í hesa kanningina, tí vit meta, hon hevur týdning, men tað týðir uppá, at Fólkaflokkurin ella tey einstøku valevnini ikki hava eina greiða støðu til umhvørvið og náttúru, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya. - Tað er ein rættiliga kyniskur og ótíðarhóskandi politikkur, sum ikki tekur støðu til globalu veð­urlagskreppuna og lokalu náttúruoyðingina - missin av lívfrøðiligum margfeldi, sigur hann. Veljararnir skulu bara seta ein kross Tað kann hugsast, at summi val­evni ikki hava viljað svarað spurn­arkanningini, tí tey meina, at spurningarnir vóru ov leiðandi, ella at tað ikki ber til at svara teim­ um við at seta ein kross mill­um 1 og 5. Men hetta halda felags­ skap­irnir ikki vera eina nóg góða grund­geving fyri ikki at taka lut. - Vit eru fyri so vítt greið yvir, at spurningarnir eru leiðani, tí vit í feløgunum eru øll samd um okkara svar til hesar spurningarnar. Tað kann sjálvandi vera trupult at svara ja ella nei uppá onkran spurn­ing, tí ávísi spurningurin er meira nuanseraður enn so. Men fyri at kunna brúka svarini hag­ frøði­liga noyðast vit at hava eina skipaða spurnartilgongd, sum ger tað gjørligt hjá okkum at arbeiða víðari við, sigur Sjúrður Hammer. Hann heldur ikki, at tað eigur at vera so ringt at svara hesum spurn­ingunum. - Tað er nógv fyri, um summi nokta at taka lut, tí tey føla, at spurn­ingarnir eru ov bindandi ella leiðandi. Tá løgtingsval verður 31. august, skulu vit seta ein kross. Vit sleppa ikki at grundgeva nærri, men hava bara eina atkvøðu, sum vit hanga uppá næstu fýra árini. Hesi valevnini hava fingið ein fleksibilitet at svara frá 1-5, sum eg meti vera rímiligt, sigur Sjúrður Hammer. Luttakandi valevni í kanning Valevni tilsamans Fólkaflokkurin 1 28 Sambandsflokkurin 10 29 Javnaðarflokkurin 19 28 Sjálvstýri 7 10 Tjóðveldi 19 31 Framsókn 7 14 Miðflokkurin 9 13 Framtakið - fyri rættinum at velja kannabis 2 6 Føroyaflokkurin 0 3 Hendan myndin vísir luttøkuna av valevnunum deilt uppá flokkar. Prosentbýtið av luttøkuni innanhýsis í flokkunum er soleiðis: Sjálvstýri 70%, Miðflokkurin 69%, Javnaðarflokkurin 68%, Tjóðveldi 61%, Framsókn 50%, Sambandsflokkurin 34%, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 33%, Fólkaflokkurin 4% og Føroyaflokkurin 0%. MINNI ENN ANNAÐHVØRT VALEVNI TÓK LUT