hósdagur 22. august 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019
SOSIALURIN 96
18
LANDSRÆTTURIN
Illvilji og mistrúgv móti løgregluni
umframt ein misskiljing kring eitt
barnaverndarmál førdi við sær, at ein
maður fyrr í ár var dømdur í Føroya
rætti fyri hóttanir og harðskap móti
samkomufólki og løgreglufólki.
Verjin vildi hava mannin fríkendan
og kærdi tí til landsrættin
STEINAR PATURSSON
E
ystari Landsrættur staðfesti í
gjár ein dóm í Føroya rætti, har
ein maður varð dømdur fyri
brot á grein 266 og 199, ið eru um
ávíkavist hóttanir og hóttanir ella harðskap
móti embætisfólki.
Maðurin var dømdur fýra mánaðir
fongsulsrevsing fyri fyrsta málið og seks
mánaðir fongsulsrevsing fyri seinna málið.
Maðurin hevur kært dómin til Eystara
landsrætt, har hann vildi fríkennast.
Fyrra málið, har maðurin er dømdur
fyri brot á grein 266, snúði seg fyri tað
mesta um nakrar hendingar í og uttan
fyri City Church í miðbýnum í Havn.
Maðurin hevði við kenning verið á gátt í
samkomuni, har hann hevði úttalað seg
groft um samkomuleiðaran, umframt at
hann hevði hótt við at brenna samkomuna
niður. Orsøkin til hetta var, at har hevði
verið eitt barnaverndarmál móti unnustuni
hjá manninum, har maðurin helt, at tað var
samkomuleiðarin, ið átti skyldina.
Eitt av vitnunum greiddi í rættinum
frá, at maðurin hevði gjørt greitt, at um
tað endaði við barnarverndarsak móti
unnustuni, so skuldi samkoman brennast
í grund.
Vitnini greiddu eisini frá, at eina ferðina
maðurin var komin á gátt í samkomuni, var
hann so aggressivur, at tey vóru noydd at
fara aftur um eitt borð, tí tey óttaðust, at
maðurin fór at loypa á tey.
Í rættinum segði samkomuleiðarin
eisini, at sum avleiðing av tilburðunum
hevur tað verið neyðugt hjá samkomuni
at lata dyrnar standa stongdar og at fáa
durðavørar.
Málið móti unnustuni var seinni slept, og
dømdi maðurin vildi sjálvur vera við, at talan
var um eina misskiljing. Hann harmaðist
samstundis eisini um, at atburðurin hjá
honum hevði havt avleiðingar fyri bæði
samkomuna og tey, ið vóru til staðar.
- Skal mann klaga við
einari hondgranat?
Maðurin var eisini ákærdur fyri at koma við
hóttandi útsagnum móti løgregluni.
Maðurin hevði í februar í ár ringt eftir
løgregluni, eftir at tveir grannar høvdu
framt innbrot í húsini hjá honum og gjørt
seg inn á seg og unnustuna. Hann greiddi
í rættinum frá, at menninir høvdu brotið
seg inn gjøgnum tvær hurðar, og teir høvdu
tikið kvørkratak um unnustuna, soleiðis at
hon hevði fingið fipurspreinging í hálsin.
Hon hevði eisini frammaundan havt
brotnan rygg, og viðferðin, ið hon fekk
undir innbrotinum, gjørdi, at ryggurin
gjørdist verri aftur.
Løgreglan var komin framvið, men
maðurin helt, at arbeiðið hjá løgregluni
at kanna málið hevði gingið alt ov seint.
Løgreglumaðurin, ið var komin á bústaðin
eftir innbrotið, vitnaði eisini í rættinum,
og verjin hefti seg við, at løgreglumaðurin
hevði gjørt nógv burturúr at fáa spyrja
útleigaran, um hann vildi melda menninar
fyri herverk. Verjin segði seg ikki skilja, hví
løgreglumaðurin gjørdi so nógv burtur úr
herverki, tá maðurin og unnustan meldaðu
grannarnar fyri harðskap.
Tað málið er tó skrásett sum
harðskapsmál, men av tí at grannarnir,
maðurin og unnustan hava í fleiri førum
meldað hvønn annan, verður alt viðgjørt
samlað. Táverandi fútin, John Kjølbæk,
hevði annars ásannað, at arbeiðið hevði
gingið ov seint fyri seg.
Tað er eisini í sambandi við tað
harðskapsmálið, at fleiri av ákærunum
móti manninum vórðu reistar. Maðurin
helt eftir øllum at døma so lítið um
viðgerðina hjá løgregluni, at hann hevði
ringt á løgreglustøðina eitt ótal av ferðum
fyri at vita, hvussu málið fráleið.
Í rættinum spældi Michael Boolsen,
sum førdi ákæruna, ljóðbrot frá fleiri
av upptøkunum. Maðurin var týðiliga
ávirkaður av rúsdrekka á summum av
upptøkunum, og ofta spurdi hann eftir
tí løgreglumanninum, ið hevði málið um
grannarnar.
Einaferð maðurin ringdi inn, spurdi
hann vakthavandi, um tað var neyðugt at
klaga løgregluna við einari hondgranat.
Eina aðra ferð fekk hann fatur á rætta
løgreglumanni.
- So kemur eingin av tykkum livandi frá
tí, tað svørji eg uppá, tí eg havi ikki brotið
lógina. Tað eru hini, ið hava brotið lógina,
segði hann millum annað í upptøkuni.
Aðrastaðni í upptøkunum var hann
eisini hoyrdur at tosa um at "drepa hann",
og at teir skuldu síggjast í kirkjugarðinum.
Løgregluaktión á J. C. Svabosgøtu
Hinar ákærurnar snúgu seg um fleiri
hendingar í sambandi við ein tilburð á J.
C. Svabosgøtu kristi himmalfarðar í ár.
Løgreglan varð útkallað hagar, tí unnustan
hjá manninum hevði ringt til løgregluna
um húsaófrið.
Tá løgreglan kom á bústaðin, gjørdist
greitt, at maðurin var rættiliga fullur,
og harumframt hevði hann eina øks. Í
rættinum greiddi ein løgreglumaður frá,
at eina ferð varð hann noyddur at taka
pistólina fram, tí maðurin brádliga kom
úr einum durði við einari øks á lofti.
Løgreglumaðurin fekk tó ein skjøldur úr
bilinum, og eftir hetta metti hann ikki,
at neyðugt var at hava pistólina frammi
meira, tí hann føldi seg væl vardan í smalu
trappunum við skjøldrinum framman fyri
sær.
Løgreglan hevði upptøkur frá einum
stórum parti av tilburðinum, og á
upptøkunum sást, at maðurin lá drukkin
ovast við trappurnar og veipaði aftur
og fram við øksini. Maðurin hótti ikki
beinleiðis løgreglumenninar við øksini,
men av og á høgdihann øksina í trappurnar
í sinnisrørslu. Ákærin greiddi frá, at
løgreglan hevði áður havt trupulleikar við
manninum, tá hann hevði havt øks uppi á
sær, og tí varð tilburðurin tikin í rættiliga
stóran álvara frá teirra síðu.
Maðurin greiddi sjálvur í rættinum frá,
HÓTTI VIÐ AT
BRENNA CITY
CHURCH Í GRU