hósdagur 9. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
25
Sjúkrakassalimir
í Suðuroyar Sunnara Sjúkrakassa
Sagt verður frá, at limagjaldið fyri árið 2005 verður
kr. 630,- um ársfjórðingin.
Mint verður á, at eftirstøðan fyri árið 2004 eigur at
verða goldin nú.
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálp-
ara til barn við serligum tørvi á Dagstovnin í Kví-
vík at byrja sambært avtalu.
Arbeiðið hjá stuðlinum er í samstarvi við stovnin
og familjuna at stuðla og hjálpa barni við ser-
ligum tørvi.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna fyribils í 2
mánaðar, seinni minkar tó tímatalið til 20 tímar
um vikuna í 4 mánaðar.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Føroya Kommunuarbeiðs-gev-
arafelag.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær
til Bjarna Clementsen, leiðara á Dagstovninum í
Kvívík, tlf. 421660.
Umsóknir við møguligum avritum av prógvi
verða at senda innan tann 20. dec. 2004 til:
Barnaverndarnevndina
í Kvívíkar Kommunu
340 Kvívík
Bókadeild Føroya
Lærarafelags
skrivar við hesum út kapping um
at skriva spøkilsissøgu til børn
Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari
bókarútgávu við nýggjum spøkilsissøgum, sum
hava støði í gamlari frásøgumentan. Í savninum
verða 8 norðurlendsk forløg umboðað við einari
ella tveimum søgum hvørt.
Ætlanin er, at allir høvundarnir skulu hittast til eitt
vikuskiftisskeið í Reykjavík saman við forleggjarum
og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betr-
aðar. Listafólk úr ymisku londunum fara at mynd-
prýða søgurnar við litmyndum,og bókin kemur út í
øllum londunum samstundis.
Søgan skal vera fyri 9-12 ára gomul børn, í mesta
lagi 10.000 sløg á knappaborðið. BFL letur eina ella
tvær virðislønir á kr. 7.400,- men tilskilar sær eisini
rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið,
at nøkur søga er virðislønarverd. Handritini skulu
verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjamorgunin
28. januar 2005 kl. 9.00.
Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dóms-
nevnd.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
tlf. 317644, bfl@bfl.fo
Kunngerð
Skattalistin fyri 2003 liggur frammi til alment eftir-
lit á býráðsskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð
frá 9. desember til 23. desember
báðir dagar íroknaðir.
Klaksvíkar Býráð
Skattalistin
hjá Runavíkar kommunu fyri 2003
liggur frammi til alment eftirlit í tíðarskeiðnum
frá 9.–22. desember 2004, báðir dagar íroknaðir.
Runavíkar býráð
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið