Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 21 plast í sær. - Ein onnur orsøk kann vera stóra veiðitrýstið, men her end­ urtekur Jóhannus Danielsen, at vit lítið og einki vita um, hvussu nógv verður veitt. - Nei, tað ána vit ikki, leggur Jóhannus Danielsen aftrat. Náttúran er kroyst Orðið burðardygd er eitt ógvuliga nógv brúkt orð seinnu árini. - Allastaðni á planetini er nátt­ úran ógvuliga kroyst av okkum menniskjum. Burðardygd - hvat tað so skal vera, burðardygg veiða ella burðardygt ditt og datt - merkir bara, at náttúran klárar tað trýst, vit leggja á hana. Fuglafrøðingurin vísir á, at grundarlagið fyri at vita hetta, er, at vit kenna stovnsstøddina, og hvussu nógv kemur undan, og at vit vita, hvussu stórt veiðitrýstið er. Jóhannus Danielsen staðfestir, at viðvíkjandi nátanum í Føroyum vita vit ikki stovnsstøddina, vit vita ikki, hvussu nógv kemur undan, og vit vita heldur ikki, hvussu stórt veiðitrýstið er. - Alt tað, sum vit her ikki vita, ger, at veiðan er ikki burðardygg, sigur hann. Føroyskur stovnur Fuglafrøðingurin, sum eisini hev­ ur kannað ferðamystrið hjá náta, heldur tað vera rættiliga vist, at før­oyski nátin bara heldur til við Føroyar og at alt, sum verður gjørt við fuglin, verður gjørt í føroyskum sjóøki. - Tað, sum hesar merkingar týði­liga vísa, er, at føroyski nátin er ikki ein fuglur, sum ferðast aðra­staðni. Hetta er ein meira stað­bundin stovnur. Tað merkir, at tann náti, tú sært í Føroyum, er ein føroyskur stovnur. Hetta merkir eisini, sigur fugla­ frøðingurin, at øll veiða, sum er við Føroyar av náta, er av føroyska stovn­inum. - Alt tað, sum tískil hendir við føroyska nátanum, hendir helst í føroyskum sjóøki. Tað eru summ­ ir, sum fara rættiliga langt, men teir gera vanliga nokso skjótt av. So­leiðis er føroyski nátin nógv tann størsta partin av tíðini í før­ oysk­um sjóøki, sigur Jóhannus Dani­el­sen. - Øll veiða av náta, sum er við Føroyar, er av føroyska stovninum, sigur fuglafrøðingurin sum eg havi eygleitt, eru um at vera búnir at fara á flog, og nakað tað sama havi eg skilt á heimild­ar­ fólki aðrastaðni. Jens-Kjeld Jensen minnist tíð­ ina, tá hann kom til Nólsoyar fyri hálvari øld síðan. - Tá høvdu nólsoyingar ikki teir skjóttgangandi bátar, sum summ­ ir hava í dag, men kortini fingu teir nógvan fugl – og minst líka so nógv, sum teir fáa í dag. Hann vísir á, at nátin gjørdi eitt lop niður eftir einaferð í ní­tiárunum, tá minni bleiv av fuglinum, men hann heldur, at nát­in seinnu árini líka sum hevur stabiliserað seg á einum rímiliga jøvnum, men væl lægri støði, enn tá hann var mestur. - Í øllum førum vísa mínar eyg­ leiðingar her um okkara leiðir, at árini eru rímiliga jøvn, tó at talið av fugli er munandi minni, enn tað var fyri 40-50 árum síðan. Jens-Kjeld Jensen heldur ikki, at týðilig tekin eru um, at nátin heldur fram við at minka. - Men, her koma vit aftur til tað, sum er afturvendandi, tá vit røða um sjófugl, at her eiga vit í Før­ oyum eingi neyv hagtøl at halda okk­um til, og tað haldi eg vera stórt spell. Soleiðis, sum árini eru liðin, og sjófuglurin sum heild hevur verið fyri minking, hevur hann eisini heft seg við, at munandi minni hevur verið fleygað av gomlum náta í Nólsoy, enn menn gjørdu áður. - Vit vita, at bæði lundi og lomvigi hava verið fyri minking, men minkingin sæst eisini aftur í eitt nú drunnhvíta, sum slett ikki verður veiddur. Jens-Kjeld Jensen hevur í fleiri ár fylgt við drunnhvítanum í Nólsoy, og her hevur gongdin verið á leið hin sama. - Einasti sjófuglur, sum vísir seg at klára seg væl, er teisti, og hann livur í stóran mun av aðrari føði úr havinum enn sjófuglur annars. Hann vísir á, at ymiskt er, hvussu viðbrekin fuglurin er – eitt nú, tá ræður um føði og kanska eisini veður og vind. - Sum flestu kunnugt hevur gingið rættiliga illa hjá ternuni í fleiri ár, og her vísir tað seg, at tað skal ikki nógv til, at allir ungarnir doyggja. Hetta hava vit sæð víða um landið, og soleiðis hevur eisini verið her úti hjá okkum í Nólsoy, har ár eru, har eingin ungi kemur undan, sigur Jens-Kjeld Jensen.