Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-22, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2019síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. AUGUST 2019 SOSIALURIN 96 28 • Roknskaparførslur við­ víkj­andi grunnum. • Toll og tolleftirlit. Sum árini gingu við nýggjum og broyttum inntøkulógum, út­ reiðsl­u­lógum og virkisøkjum, gjørdi­st gjaldstovan sjálv mønin í lands­kassans fíggjar- og rokn­ skap­ar­um­siting og, sum longu sagt, við gjaldstovustjórans bein­ leiðis referencu til løgmann og løg­tings­ins fíggjarnevnd og ríkis­ um­boðið. Í 1987 var undirritaði til­nevnd­ ur stjóri á Føroya Gjaldstovu. Sama árið legði lands­stý­ri­s­lim­ ur­in við fíggjarmálum uppskot til løg­tingið um avtøku av lóg nr. 12 frá 28. mars 1949 um Føroya Gjald­s­tovu. Lógin varð avtikin, og løg­mað­ur kunngjørdi av­tøk­u­ lógina at koma í gildi. Eingin lóg kom í staðin fyri lógina frá 1949, sum var tann fyrsta yv­ir­tøk­u­lóg­ in, sum løgtingið framdi við støði í heim­a­stýrislógini. Hetta varð framt uttan sam­ ráðing ella vegleiðing ella kun­n­ ing til gjaldstovustjóran. Sum fyribilsstjóri í 1985 varð eg varur við, at essentielt gjal­d­ stov­u­stjór­a­virksemi hvarv, eins og týð­andi landskassaskjøl á goymslu á gjaldstovuni hvurvu utt­an mína vitan ella loyvi. Hetta fekk sera álvarsligar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar í lands­kassanum. Men óskilið helt bara fram. Slíkt óskil varð skrivliga frá­ boðað avvarðandi lands­stýr­is­lim­ um og løgmanni. Undir slíkum eyðmýkjandi um­støðum bað gjaldstovustjórin (und­irritaði) løgmann um at verða loystur úr embætinum bein­an­vegin. Hetta hendi í 1991 nøk­ur ár, áðrenn eft­ir­løn­ar­ald­ur­ in varð rokkin. Í stuttum kann stjóraembætið lýs­ast soleiðis: • Stjórin og næstimaður á gjald­stov­uni vóru regluliga við á fund­um saman við løgtingsins fíggj­ar­nevndum, eitt nú, tá ið upp­skot til fíggjarlóg vóru til við­ gerð­ar, ella nýggjar inntøkulógir skuldu finnast ella gerast og aðr­ ar broytast ella strikast. • Ansa eftir, at Føroya Gjald­stova altíð virkaði eftir gald­ andi lógum, kunngerðum og fyr­i­ skip­an­um. • Skráseting av in­struks­ um við støði í galdandi lógum og kunn­gerð­um. • Uppskot til lands­kass­ ans inntøkur og útreiðslur – einar tjúgu §§ í Løgtingsins fíggjarlóg – vórðu regluliga ár um ár gjørd av stjóranum og hansara næst­a­ manni á gjaldstovuni og handað lands­týrinum til fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot. Alt hetta hvarv sum døgg í sólini. Í 1956 fekk tænastumaður á Før­oya Gjaldstovu at vita, at hann ikki kundi hava annað starv um hendi uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrinum (løgmanni). Hesi boð vórðu sjálv­ andi yvirhildin. Mergurin og sálin í Føroya Gjald­stovu hvarv so við og við í 1986 og fylgjandi ár við sera álv­ ars­lig­um, umsitingarligum av­ leiðingum. Eitt nýtt, fremmant hierarki vísti seg úti í Tinganesi, í stóran mun mannað av akademikarum og ókendum hjálparfólki við bert lítl­ari ella ongari vitan um bygn­ aðin av almennari meg­in­fyri­sit­ ing í Føroyum við støði í heim­a­ stýrislógini frá 1948 við ti­l­hoyr­andi kunngerðum og in­ struks­um. Hendan meg­in­fyr­i­sit­ ing, varliga og virðiliga uppbygd og væl umsitin í 48 ár, varð ræð­ andi dag um dag upp á stutta tíð – 7 ár – brotin niður við de­struk­ tiv­um handalagi. Sum kunnugt kann ser­vili­te­ tu­r innibera undirbrotligheit við sleisk­ni og evnaloysi í spurn­ing­ um um rangt og rætt. Moralur broytist til amoral. Tá ið landsstýrisins fíggj­ar­lóg­ ar­upp­skot 1987 – sum gjald­stov­u­ stjór­in fyri fyrstu ferð síðan 1948 ikki átti lut í – varð beint í fíggj­ar­ nevndina eftir fyrstu viðgerð í Løgtinginum, gjørdi Grann­skoð­ an­ardeild Landskassans gjalds­ tovu­s­tjóran vart við álvarsligar vill­ur í uppskotinum. Villurnar vórðu av grannskoðaradeildini rætt­aðar, áðrenn Løgtingið fekk upp­skotið aftur til aðru og triðju við­gerð. Um somu tíð var eitt annað lóg­ar­smíð um inntøkulógir framt í Tinganesi uttan at gjald­stov­u­ stjór­in luttók á fundunum. Tað ar­beiðið var fongt við villum. Gjald­stovan (stjórin) gav løg­ manni skrivliga fráboðan um hetta. Eitt heimagjørt embætisvald í Ting­a­nesi skrykti støðið undan gjald­stov­ustjóranum og skriv­ stovu­stjóranum í landsstýrinum í 1986. Sjey ár seinni skramblaði kort­ húsið. Les: Landskassin og fíggj­ ar­kervið fóru á ørmundarhús. Í kronikki í Dimmalætting ”Orða­skifti um búskap” tvey ár seinni, skrivaði táverandi for­ stjórin (nýtt heiti) í lands­skriv­ stovu­ni: ”Bygnaðarbroytingarnar hava gjørt miðfyrisitingina mill­ um 2 og 3 ferðir so dýra. Lands­ skriv­stovan og landsstýrið kos­t­ aðu í 1995 umleið 20 milliónir og í 1999 50 milliónir. Seks hálønt leið­a­r­astørv í 1995 vórðu í 1999 økt til 21, ella meira enn trífaldað.” Í 1964-1979 játtaði Fólkatingið sam­an­lagt 120 milliónir til Ílegg­ ing­ar­grunnin fyri Føroyar (Investeringsfond for Færøerne). Hesin grunnur er ætlaður at veita lán til størri almennar íløg­ ur í Føroyum. Seinni játtaði Fól­k­ a­tingið, at grunnurin í serligum føri kundi veita studning. Tey fyrstu árini varð grunn­ urin umsitin av Fólkatinginum, men í 1980 varð grunnurin fluttur til Føroya soleiðis, at landsstýrið setti eina nevnd, sum skuldi um­ sita lánsveitingarnar úr grunninum. Fyrsta nevndin varð vald við Mikkjali Helmsdal sum for­manni. Føroya Gjaldstova skuldi umsita grunnin, hansara pening og útlán, sum nú vóru komn­ar. Alt tað roknskaparliga, her­u­n­dir útlánini og innkrevjing av teim­um og ársroknskapir v.m., skuldi umsitast av Føroya Gjald­ stovu. Starvsfólkatalið á gjal­d­ stov­uni øktist ikki av hesari nýggju, krevjandi umsiting. Frá fyrsta degi í 1964 fekk Í­legg­ingargrunnurin avgerandi týdn­ing í fíggingini av almennum íløg­um. Nú 55 ár eru liðin, síðani Íleggi­ngargrunnurin fór at virka sum ætlað, er tað ikki ov nógv sagt, at vit í dag ikki høvdu havt ein at kalla nýggjan flogvøll, berg­holini, landsvegirnar og At­ lan­tic Airways, sum í dag mynda Før­oyar, uttan við fígging – 7%- lán og studning – úr Ílegg­ing­ar­ grunn­i­num fyri Føroyar. Ein politiskur flokkur í løg­ ting­i­num hevur roynt (roynir kanska framvegis?) at yvirtaka Ílegg­ing­argrunnin fyri Føroyar. Hav­andi í huga lagnurnar hjá Vinn­u­láns­grunninum, Olju­ grunninum og yvirhøvur hava í huga allar løgtingsgrunnarnar, sum fyri bert fáum árum síðani vóru blakaðir burtur sum annað skrambul, mugu vit vóna, at ein yvi­rtøka av Íløgugrunninum ikki verð­ur framd í óðum verki. Í 1995 setti Løgtingið eina §19-nevnd at útgreina og lýsa or­ søk­ir­nar til skeivleikar og mistøk í 80-áru­num. Í 2000 gav Føroya Løg­ting, §19-nevndin, út bókina FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI. Stórt bókverk, 443 síður. Vit kunnu tríva í verkið: • Tvey at kalla nýggj farm­a­skip vórðu strikað í tí før­ oysku skipaskrásetingini í 1988. Land­s­kassin hevði 1. og 3. veðrætt í skipunum. Hetta kom at kosta lands­kassanum 47 milliónir krón­ur. Meðan ein banki við 4. veð­rætti fekk sínar 20.000 krónur. • Veðhaldsskyldur lands­ kassans vórðu mettar at vera 44 milliónir vegna nýbygningar á Skála Skipasmiðju. Tá ið av­torn­ aði, hevði landskassin goldið 280 mill­ió­nir. • Til fiski­skip­a­upp­høgg­ ing av 55 skipum rindaði lands­ kassin 279 millónir ella 34 mill­i­ ón­ir meira enn Løgtingið hevði játt­að. • Á síðu 184: Skip, sum í nógv Harrans ár hevði ligið á hav­sins botni, fekk upp­høgg­in­g­ ar­stuðul. Undarligt at hugsa sær, at eitt skip, sum fekk 1,9 mill. í upp­høggingarstuðuli, í dag aftur er til fiskiskap. • 5 ymisk skipafeløg kos­t­ aðu landskassanum 360 milliónir. Hetta – og milliardaskuld lands­kassans – rendi ein tóman lands­kassa av knóranum heystið 1992. Hesin ørskapur 1986-1992, lat ok­k­um kalla hann eina trag­i­ komiska komediu, tykist at vera farin í gloymskuna: Í apríl 2013 varð hakin settur í moldi­na úti á Marknagili. Hetta var byrjanin til ein nýggjan meg­ in­skúla, sum skuldi verða Føroya størsti miðnámsskúli. Skjótt var eingin semja um, hvussu stórur hesin Mið­náms­ skúlin skuldi vera, hóast glæstr­i­ húsið frá einum arkitektfelag varð alment kunngjørt og góð­ kent. Ikki nóg mikið við tí. Heitið Meg­inskúlin á Marknagili hvarv sum í gandi, og upp reis sum ein ann­ar fuglur Fønix eisini sum í gandi: Meginskúlin skuldi nú eita Glasir. Elligamli siðurin at navn­ geva skúlar við knýti at staðnum ella økinum, har skúlarnir skuldu standa, varð fyrst brúktur og síðani vrakaður. Við hesum gandaorði GLASIR hvurvu umframt Meginskúlin á Markn­agili fleiri onnur skúla­ nøvn: Studentaskúlin í Hoy­ dølum, Tekniski Skúlin í Havn og Føroya Handilsskúli. Hesir fingu somu navnabroyting: GLASIR. Í Klaksvík er ein tekniskur skúli, hann tykist ikki at hava fingið navnabroyting! Byggingin av GLASIR á Markn­agili hevur í fleiri ár verið merkt av óloysiligum byggi- og fíggj­a­rfløkjum við álvarsligum poli­tis­kum og fíggjarligum av­ leiðingum. Frá fyrsta degi, tá ið hak­in varð settur í moldina í 2013, tykt­ist høgra hond ikki at vita nak­að um, hvat ið vinstra hond gjørdi. Nær hesin hurlivasin, sum fløkt tungutala í 6 ár, fær ein enda, tykist ongin at vita. Fyrst hvarv høvuðsbyggifelagið, og tað mál­ið liggur ætlandi í Føroya rætti; so stakk landsstýrislimurin við skúlamálum sítt embætið í sekk­in; løgtingsins eftirlitsmaður fekk sekkin; fíggjareftirlitið misti tam­ar­haldið; løgtingsins fíggj­ arnevnd veit hvørki út ella inn; løgtingsjáttanir í milliónatali oy­r­ a­merktar til ávís endamál skúl­a­ byggingini viðvíkjandi, eru brúktar til onnur endamál. Sanniliga: Ørskapsins kaval­k­ ada! Hóast hesin Føroya størsti skúli nú á sætta ella sjeynda ári ikki tykist at vera liðugt bygdur og nógvar milliónir framhaldandi ikki eru goldnar, so varð hann víg­dur og handaður Ment­a­mál­a­ ráð­num í 2018. At rættarsamfelagið og vanligt vit og skil tykist at rilla, er ikki ov nógv sagt. Ein onnur ”fíggjargøla” – ikki GLASI ólík – Landssjúkrahúsið í gerð úti í Sandagerði – liggur tikk­andi á borðinum til eitt kom­ andi løgting? Hóast undirritaði er givin við at skriva um farnar dagar, verður fjas­að eitt sindur við penninum (teld­uni) mest sum av gomlum vana. Men 31. august fari eg á val. Avgreiðslan hjá Føroya Gjaldstovu í Kopargøtu í sjeytiárunum