mánadagur 26. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu vikuna hava tvær gallup
kanningar víst, at vit standa til eitt
stjórnarskifti. Fyrra kanningin, sum
varð kunngjørd í Kringvarpinum
mánadagin vísti, at Fólkaflokkurin
var greiður vinnari, og at andstøðan
fór at vinna 18 tingsessir.
Seinna kanningin, sum varð
kunngjørd í VikuskiftisSosialinum
vísti, at hóast Fólkaflokkurin eisini
har var greiður vinnari, so gjørdist
hann kortini ikki størstur. Javnað
arflokkurin var í hesi kanningini
størstur.
Sambært fyrru kanningini var
eingin ivi um, at eitt borgarligt lands
stýri mest sannlíkt hevði verið skip
að við Fólkaflokkinum við løgmanni,
Sambandsflokkinum og Miðflokki
num – og kanska Sjálvstýrinum við.
Seinna kanningin gav andstøðuni
17 og samgonguni 16. Nú var bara ein
tingsessur á muni. Sambært hesi
kanningini vóru fleiri samgongu
møguleikar. Møguleikin fyri borgar
ligari samgongu lá kortini beint til
høgra beinið. Men av tí at Javnaðar
flokkurin í hesi kanningini varðveitti
sínar átta tingsessir, so opnaðu í øll
um førum tveir aðrir møguleikar: At
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokk
urin skipaðu samgongu við annað
hvørt Miðflokkinum ella Framsókn.
Hvussu úrslitið verður er vónleyst
at spáa um, tí veljarakanningar vísa
seg ikki at vera serliga eftirfarandi.
Men tá fleiri kanningar á rað vísa, at
Fólkaflokkurin gongur fram, so er
tað ein greið gongd.
Fólkatingsvalið vísti, at Fólka
flokkurin er sera sterkur í Norð
oyggjum, men at hann framvegis
er sera veikur í høvuðsstaðnum. Tí
verður tað enn sum áður slagið um
Havnina, sum fer at gera av, hvør
vinnur løgtingsvalið.
Fær Fólkaflokkurin ikki somu
framgongd í Havn, sum hann tykist
fáa eitt nú norðanfyri, so vinnur
hann ikki valið.
Klára Javnaðarflokkurin og Tjóð
veldi hvør sær at halda seg í millum
1.000 og 1.500 atkvøður framman fyri
Fólkaflokkin og kanska Sambands
flokkin, so kann tað væl henda, at
flokkarnir klára at halda seg á sama
tingfólkatali sum nú.
Nógv bendir á, at Fólkaflokkurin
fær eitt gott val, og ymiskt bendir á,
at Sjálvstýrisflokkurin fær eitt minni
gott val. Gongur Sjálvstýrisflokkurin
eitt vet aftur, so kann hann lættliga
missa báðar tingsessirnar. Og tá kann
tað henda, at framgongdin hjá Fólka
flokkinum verður afturgongdin hjá
Sjálvstýrinum og at bæði Aksel og
Høgni klára skerini. Men tað krevur,
at fólkið í høvuðsstaðnum atkvørður
nøkulunda á sama hátt sum á síðsta
løgtingsvali.
Løgmansskrivstovan:
Mannarættindi útihýst
Úrslitið í Havn kann tryggja
samgonguni fýra ár afturat
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Óli
Jacobsen
Í valstriðnum hevur eingin
tikið mannarættindi ella rætt
artrygd hjá borgarum upp á
tungu.
Men
tilvildarliga
vóru
greinir í seinastu vikuskiftis
bløðunum hjá Dimmalætting
og Sosialinum júst um manna
rættindi, skrivaðar av ikki-val
evnum.
Henrik
Weihe
Joensen
hevur eina áhugaverda grein
í Dimmalætting, har hann
gjølla greiðir frá, hvussu
eitt fólkaræði eigur at virka
við atlit til mannarættind
ini, meðan greinin í Sosiali
num vísir á, hvussu mann
arættindini verða raðfest í
Føroyum. Her varð víst á, at
tað enntá er politiskt ásett,
at mannarættindi í Føroyum
skulu vera verri enn í restina
av kongaríkinum.
Víst verður í báðum grein
um á, at eftir boðum frá ST
setti Poul Michelsen í 2016 ein
arbeiðsbólk at fyrireika ein
mannarættindastovn,
sum
longu er virkin í Danmark og
Grønlandi. Bólkurin legði fram
frágreiðing í 2017 við tilmæli
um, hvussu tilmælið frá ST
kundi setast í verk. Men so
hendi einki meira, og eingin
hevur spurt eftir tí.
Henrik skrivar, at nevnda
frágreiðing “verður partur av
tí arbeiði at endurskoða bygn
aðin í Føroya Kærustovni, sum
Løgmansskrivstovan setti í
gongd í vár.”
Hetta samsvarar tó ikki við
tað, sum Løgmansskrivstovan
segði í tíðindaskrivi í vár.
Her sigst uppgávan ein
ans at vera at samskipa tær
11 kærunevndirnar, sum eru
umfataðar
av
Kærustovni
Føroya. Her verða mannarætt
indini ella tilmælið hjá ST ikki
tikið upp á tungu.
Sagt verður nevniliga, “at
arbeiðsbólkurin skal við støði
í verandi virksemi og skipan
gera tilmæli um møguligar
broytingar og tillagingar, so
stovnurin kemur at hóska
betri til tað samfelag og tann
fyrisitingarbygnað, sum er í
dag”.
Her sæst ikki nøkur sum
helst ábending um at manna
rættindi skulu vera partur av
hesum arbeiði. Heldur er tað
hinvegin, tá ið sagt verður, at
støðið fyri arbeiðunum skal
vera “verandi skipan.”
Men ein slík nevnd kann
brúkast av politisku myndug
leikunum sum páskot fyri at
draga málið út, so at einki skal
henda á einum so týdningar
miklum øki sum rættartrygd
hjá borgarunum.
Tað er lætt at staðfesta, at
skipanin við verandi kæru- og
eftirlitsstovnum eru tann, at
tá ið tørvurin er størstur, er
nyttan eingin.
Hetta sæst serliga innan
fjølmiðlaøkið. Her er tað ser
liga greitt, at allar lógir og
reglur, sum skulu verja borg
aran, eru virðisleysar, tá ið á
stendur.
Hetta sæst ikki minst, tá
ið enn tá samgongupolitikari
í fremstu røð kann vara av
ærumeiðandi tíðindaflutn
ingi, sum próvfast var grund
að á falsan.
Hetta hendir opinlýst uttan
at nakar efirlitsmyndugleiki
heldur nakað galið vera í tí.
Danir
vænta sær
nógv av
Sverra
TÍÐINDI SÍÐA 6
Vunnu
104
milliónir
krónur
Ynskja øðrvísi
valfund
Hósdagin tann 29. august
klokkan 19:00 hava valfeløg
í Suðuroynni tikið stig til
ein valfund í SALT á Drel
nesi.
Orsøkin til hetta er,
at
feløgini
ynskja
ein øðrvísi valfund,
har valevnini meira
frítt kunnu tosa um
teirra egnu hjartamál.
Eisini skal vera betri
møguleiki hjá fólki
at seta valevnunum
spurningar,
so
kjakið
verður meira lívligt.
Ónøgd var eisini um, at
bert uml. 150 sitipláss vóru
á valfundinum hjá KVF
í SALT og nógv noyddist
heimaftur. Hesaferð vera
500 sitipláss.
Í steðginum kann keyp
ast kaffi/the og køkur.
Valfundur í Salt
hósdagin
NØVN SÍÐA 13
VELDST UM ÚRSLITIÐ Í HAVN