Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2019 · Nr. 97 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KUNNU BARA TAKKA OKKUM SJÁLVUM – René er ein ótrúliga fittur drongur, men haldi uttan iva, at hann eigur sítt seinna gula kort. Eg haldi ikki, at tað er tað, sum avgerð dystin, men eg haldi at tað er undarligt eitt fimm minuttir undan gevur eitt líknandi fríspark gult kort. Vit fara ikki at brúka tíð og orku upp á dómaran. Vit kunnu bara takka okkum sjálvum, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi. Tróndur Arge – Gundadalur Í næstan ein tíma hevur Víking­ur havt HB í felluni. Somu fellu, sum teir fingu HB í 11. umfari, tá Víkingur á heima­vølli vinnur 1-0. Hesa ferð hjálpur HB væl til. Liðið spælir snøgt sagt illa og Brynjar Hlöðversson blívur ímynd­ina av spælinum. Hann fær ikki spælt bóltin skila­gott og tykist til tíðir standa meiri í vegin, enn hann er til hjálp. Stemningurin í HB-hús­ inum gert alsamt meiri ør­ kyml­andi. Til tíðir koma eis­ini galróp um at spæla skjót­ari, og ikki minst meiri fram­eftir. Úrslitið er at HB spælir beint í felluna hjá Víkingi, sum bíðar eftir at sleppa at revsa við mót­álop­ um. Frísparkið er so langt úti, at ongin vanligur spælari dittar sær at skjóta upp á mál. Adrian Justinussen er ikki ein vanligur fótbólts­ spæl­ari. Hann bleiv settur av til dystin móti ÍF, tí avrikini hava verið so misjøvn í summ­ar. Nú svarar hann aftur við at medda bóltin í handra mál­horn. Soleiðis kenna vit Adrian Justinussen best, og perlan bleiv startskotið til sig­urin hjá HB, sum heldur lív í vónini um FM. Fellan hjá Víkingi Gestirnir í Gundadali hava Andreas Lava Olsen við frá byrjan. Tað gevur HB ávísar avbjóðar, men í mun til dystin í Gundadali í 3. umfari, so er Magnus Egilsson væl betri fyrireikaður at steðga honum. Stóra avbjóðingin hjá HB er heldur uppspælið, sum ikki eydnast serliga væl. Tá lið­ini møttust í Sarpugerði í 11. umfari, vann Víkingur 1-0. Tá eydnaðist Víkingi at fanga HB fleiri ferðir í upp­ spæl­inum. Tað sama hendi til tíðir í sunnu­dagin, men tað er eftir hornaspark, at Víkingur leggur seg á odda. Hanus Jacobsen leggur bóltin innfyri aftur, har Vukasin Tomic stútar bóltin fyri føt­ur­nar á Andreasi Lava Olsen. Hann smekkar til og umvegis eitt skinnabein end­ ar bólturin í málinum. Nú er Víkingur á odda 1-0 og megnar at órógva spælið hjá HB. Tú kundi eisini sagt, at HB órógvar sítt egna spæl, tí avleveringarnar eru vána­ ligar og fleiri spælarar taka skeivar avgerðir. Einasti spælari hjá HB, sum kemur væl frá fyrra hálv­leiki er Pætur Petersen. Hann er ein støðug hóttin og slepp­ur fleiri ferðir framvið sínum mótspælara. René skuldi helst verið útvístur Í seinna hávleiki leggur HB stórt trýst á Víking. Pætur Petersen heldur fram at hótta, Tróndur Jensen finn­ ur fram dirigentstavin, René Shaki Joensen vísir tekin um landsliðform og Adrian Justinussen er í 2018 út­gáv­ uni, tá hann avgjørdi allir teir stóru dystirnar. Adrian Justinussen eigur stóran lut í brotssparkinum, sum René Shaki Joensen vinn­ur HB, tá eitt stórt korter er eftir. Við góðum bólt­før­leika kemur hann í brots­teigin, meðan tað er ein tví­spor­andi René Shaki Joensen, ið verður feldur. Adrian Justinussen skorar trygt upp á brots­ spark­ið, men tað er øði í leguni hjá Víkingi. Í fyrra hálv­leiki er René Shaki Joensen ov seinur í eina takling og fær gult kort. Stutt undan málinum til 2-1, fellur René Shaki Joensen høgra bakkin hjá Víkingi, sum er á veg fram. Frísparkið er óneyðugt, men sjónbandamyndirnar vísa greitt, at føroyski lands­ liðs­spæl­arin er meir enn heppin, at Jóhan Hendrik Ellefsen ikki fer í lumman eftir seinna gula kortinum. Í 1-1 javnleikinum móti NSÍ í Runavík fyri tveimum viku síðani, fekk Sebastian Pingel eitt líknandi óneyðugt gult kort, sum endaði við útvísing. Eftir røttum skuldi René Shaki Joensen eisini verið útvístur. – Fyrst og fremst, so vil eg siga at René er ein ótrúliga fittur drongur, men haldi uttan iva, at hann eigur sítt seinna gula kort. Eg veit ikki um tað hevði broytt nakað. Eg haldi ikki, at tað er tað, sum avgerð dystin, men eg haldi at tað er undarligt eitt fimm minuttir undan gevur eitt líknandi fríspark gul kort. Vit fara ikki at brúka tíð og orku upp á dómaran. Hann gjørdi sítt besta og vit vóru nakað heitir akkurát tá. Vit kunnu bara takka okkum sjálv­um, sigur Atli Gregersen, lið­skipari hjá Víkingi. ADRIAN HELDUR LÍV Í FM- VÓNINI FÓTBÓLTUR Dysturin hesa vikuna... HB er framvegis við í stríðum um FM, men tað skuldi ein perla frá Adriani Justinussen til, áðrenn HB fekk tað, teir vildu hava. Sjónbandamyndir vísa eisini, at René Shaki Joensen skuldi helst verið útvístur í hendingaríka dystinum í Gundadali í gjár