týsdagur 27. august 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK OG VALGREINAR
Mannarættindaeftirlit í eygsjón
Poul Michelsen
landsstýrismaður
Seinstu dagarnar hevur nakað av
kjaki verið um mannarættindi í Før
oyum og arbeiðið at seta á stovn eina
funktión at hava eftirlit við manna
rættindum. Nakrar týðandi nágrein
ingar mangla fyri at orðaskiftið skal
vera so munagott, sum til ber.
Mannarættindanevndin
hjá
ST
hevur mælt Føroyum til at skipa
stovn, sum skal hava eftirlit við
mannarættindum. Seinasta tilmælið
um at skipa ein tílíkan stovn fekk
landsstýrið í 2016 í sambandi við eina
ST-hoyring um mannarættindastøð
una í Føroyum. Skamt eftir hoyringina
varð ein arbeiðsbólkur settur at gera
landsstýrinum tilmæli um, hvussu
óheft
mannarættindaeftirlit
kann
skipast í Føroyum.
Heldur enn at skipa ein nýggjan al
mennan stovn at hava eftirlit við, at
Føroyar halda sínar altjóða skyldur
viðvíkjandi mannarættindum, varð mælt
til at skipa eina eind, ið skal leggjast
saman við einum myndugleika, sum
varðar av málum við tilknýti at
mannarættindaøkinum. T.d. Føroya
Kærustovnur, Løgtingsins umboðs
maður, Javnstøðunevndin ella Fróð
skaparsetrið.
Undirtøka er fyri tilmælinum, og í
samráð við løgmann havi eg tikið stig
til, at Mannarættindaeindin nú er
partur av ætlanunum í sambandi við
at endurskoða bygnaðin í Føroya
Kærustovni. Fortreytirnar fyri at
lyfta uppgávuna at hava eftirlit við
mannarættindaøkinum
í
Føroyum
eru m.a. nøktandi játtan, eitt fakligt
umhvørvi og ein neyv virksemislýsing.
Tað er ikki løtuverk at fíggja og skipa
eina so breiða og fakliga funktión.
Enn er ilt at siga, júst nær tað ber á
mál, men tilmælið frá ST verður tikið í
álvara og arbeitt verður miðvíst við at
skipa mannarættindaeindina í Føroy
um.
Inn til ta tíð eiga føroyingar kortini
ikki at stúra, tí bæði almennir mynd
ugleikar og dómsvaldið eiga við støði í
galdandi lóggávu – sum eisini fevnir
um evropeiska mannarættindasátt
málan – at tryggja borgarum grund
leggjandi mannarættindi og rættar
trygd. Men vit vita, at mannarættindi
ikki eru vunnin av sær sjálvum. Tey
kunnu vera viðbrekin og mugu ong
antíð takast fyri givið. Tí er tað okkara
skylda at taka øll neyðug stig fyri at
tryggja, at mannarættindabrot ikki
henda í Føroyum. Júst tí skal tað ger
ast við skili. Ikki í skundi.
Trump, Grønland og Vesturindisku Oyggjarnar
Johan Mortensen
Tad vakti ans tá Trump boðaði frá at
USA er áhugad at keypa Grønland.
Summi høvdu hug at smílast og ikki
taka hetta í álvara. Tá nú Trump fær at
vita at Grønland – og kanska eisni
Føroyar – ikki eru til sølu gerst hann
sera firtin og avlýsir vitjan sína í
Danmark. Hetta er løgin framferð móti
Danmark
og
Ríkisfelagsskapinum.
Danmark og eisini Føroyar hava altíð
hevur havt sera góðar relatiónir til
USA og eru vit Nato partnarir. USA
hevur eisni havt fleiri góðar Sendi
kvinnur og menn í Danmark og sum
eisini hava røkt Føroysk áhugmál. Am
erikanska Sendikvinnan i Danmark sat
í Havnar Kirkju farna Ólavssøkudag.
Men um man nú tekur hetta í álvara
og hví spyr Trump um Grønland er til
sølu ? Kanska ikki heilt so løgið kortini,
tí Danmark hevur jú áður selt av
Ríkisfelagskapinum til USA ! Í 1917 var
sølan av Vest Indisku oyggjunum kom
in í lag, og USA keypti henda partin av
Ríkisfelagsskapinum fyri 25 mio doll
ars og oyggjarnar fingu navnið United
States Virgin Islands.
Donsk áhugamál fingu fótin fastan
á hesum oyggjum í 1671 og beinanvegin
var farið undir sukurframleiðslu og
danir fingu umleið 120.000 trælir ur
Afrika til hesa óhugnaliga vinnu og
sum gav storar inntøkur til Danmark. Í
1848 var so trælahandilin forboðin i
Danmark og um hetta mundi var suk
urframleiðslan minkað burtur í onki á
Vestindisku
Oyggjnum
og
danski
Ríkiskassin hevði storar utreiðslur av
oyggjunum og kom tá upp á tal at selja
til USA sum var áhugað og so í 1916 hev
ur man samrátt seg fram til eina sølu.
Tad var stór mótstøða í Danmark
moti at selja, so ein folkaatkvøða varð
hildin har 280.000 atkvøddu JA og
150.000 NEI. Kvinnur sluppu at atkvøða
og eisini i Føroyum var atkvøtt og her
var stórt NEI til sølu – okkara forfedrar
vóru kanska bangnir fyri at teir vóru
næsti sum blivu seldir. Fólkið á Vest
indisku oyggjunum vóru ikki spurd.
Nogvir danir vóru bangnir fyri, at lit
aða fólkið á oyggjunum ikki for at fáa
nakrar sømdir undir USA.
Søgan endurtekur seg oftast, men
hesuferð vildu danir so ikki eftirlíka
Trump og selja Grønland !