Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK OG VALGREINAR Eldri hava eisini rætt til serlækna Tordur J. Niclasen, valevni hjá Miðflokkinum Vit hava sum kunnugt nógvar ser­ læknar í Føroyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kann nevnast serlækni í barna­sjúk­ um, serlækni í kvinnusjúkum, ser­ lækni í hjartasjúkum, serlækni í lunga­sjúkum, serlækni í giktasjúkum, serlækni í eygnasjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildi á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burt­urav á sínum øki. At vit hava nógvar ymiskar ser­ læknar í føroyska heilsuverkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og viðgerðir í stóran mun kunnu fremj­ ast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlanda, við ávísing av serlækna. Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í føroyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir. Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur serútbúgving at taka sær av sjúkum,sum raka eldri. Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er ser­kønur í at kanna, diagnostisera og við­gerða eldri menniskju. Bæði tá talan er bráðfangis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endur­ venjingar ætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág samstundis. Um geriat­aran kann sigast, at hansara før­leiki er ikki avmarkaður til eina ávísa sjúku, men heldur ger hann sær eina heildarmetinga av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støð­una ella lekja tann sjúka. Tá hugsað verður um eldri borg­ arar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi og/ ella á ellis-og røktarheimum og á sam­býlum kring landið – og sum stríð­ast við sjúkur, sum raka á ellis­ár­ um, ja, so er at harmast um, at eingin ser­lækni í “eldrasjúkum” finst í før­ oyska heilsuverkinum. Ja, undrun­ar­ vert at júst henda sergrein hevur fingið so lága politiska raðfesting. Her má og skal vend koma í! Øll orka eigur at leggjast í, at fáa ser­ lækna/ar innan hetta økið at virka inn­an føroyska heilsuverkið. Tað skylda vit eldri borgarum okkara. Hetta er nakað, sum komandi løg­ ting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma. Annika ikki stundir at stýra! Tróndur Sigurðsson 2. varaborgarstjóri Undir hesi býráðssamgonguni hava vit sæð ferð eftir ferð, at áhugin fyri at handla øðrvísi ikki er til staðar, tá ið mótmælt verður. Hetta, hóast samgonguskjalið hjá teimum á vaglinum leggur upp til hoyringar og treytaleyst gjøgnumskygni. Í sambandi við ætlaðu íbúðar­ bygg­ingina undir Kongavarða á Argj­ um, hava vit í seinastuni hoyrt, at prosjektið møguliga verður flutt ella broytt. Hetta kann ljóða gott, men mínar royndir siga mær, at hetta helst ikki er annað enn “halt kjaft”- bomm, ið bert hava til endamáls kyrra mótstøðuna, til løgtingsvalið er farið afturum. Tí valinum er býráðs­meirilutin opinbart nógv meira upp­tikin av, enn at reka býráðspolitikk! Íbúðirnar undir Kongavarða eru eitt, men umlættingarheimið í Hoy­ vík er eitt annað. Har eru bæði grann­ar og eigarafeløg sera misnøgd við ta viðferð, tey hava fingið frá Tórs­havnar kommunu, tí hóast eigara­fel­agið hevur sett Anniku Olsen, borgar­stjóra, nakrar ítøkiliga spurningar um málið, hevur hon ikki ønt teimum aftur. Tað seinasta, ið frættist nú, er at eigarafelagið hevur fingið ein sakførara at tosa sína søk. Trumlað ígjøgnum Sama skil er í Reynstúni á Argjum, har grannar eru misnøgdir og kenna seg snýttar av tekningum hjá Tórs­ havnar kommunu. Ikki júst nakað, ið er serliga álitisvekjandi, tá opinleikin skuldi eitast at vera í hásæti hjá bý­ ráðsmeirilutanum. Eitt annað byggimál er ovast uppi á Dalavegnum, har eitt íbúðar­ prosjekt er farið ígjøgnum. Hesum tóku vit í minnilutanum eisini undir við, men eftir at málið bleiv koyrt ígjøgnum nevndarviðgerðina, eru fleiri upplýsingar komnar fram í mál­ inum. Hetta eru upplýsingar, ið sjálv­ sagt skuldu verið við í málinum í sam­bandi við málsviðgerðina, men allíka­væl trumlaði meirilutin tað ígjøgn­um, sum var einki hent. Tíbetur kom einki tilboð upp á íbúðarbyggingina, ið meirilutin eina­ ferð ætlaði at fara undir á Frúu­trøð, og tí skuldi ein trúð, at málið var lagt til síðis. Men nei, nú hoyrist aftan fyri leiktjøldini, at treytirnar verða linkaðar enn meira og at ætlanin framvegis er at byggja á Frúutrøð. Her halda vit í minnilutanum, at ein heildarætlan eigur at verða gjørd fyri alt økið á Frúutrøð, so at arbeitt verð­ur eftir eini veruligari ætlan, heldur enn bara at royna eftir skjótum løtu­vinningi. Eitt verri upptak Í øllum hesum málunum, eg havi nevnt omanfyri, hava vit í minni­ lutanum roynt ikki bara at vera ímóti og at finnast at, og tí hava vit millum annað víst á aðrar góðar staðsetingar, men øllum hesum hevur býráðs­ meiri­lutin víst frá sær. Tá ið Annika Olsen fyri nøkrum mán­aðum síðani stillaði upp til fólka­ tings­valið, ætlaði Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býar­ skip­anarnevndini, at seta borg­ar­ stjór­an í karantenu – helst eisini til løgtingsvalið. Nú vísir tað seg, at báð­ ar tvær stilla upp til løgtingsvalið, so einki er at siga til, at tær hvørki hava stundir til at gera sítt arbeiði ella at svara teimum aftur, ið biðja tær um svar! Spurningurin er, um ikki bæði Ann­ika Olsen og Marin Katrina Frý­ dal fóru í karantenu, tí býráðið hevur nú ligið stilt í langa tíð, tí onnur ting enn tað, býráðið eigur at taka sær av og loysa, verða tikin framum. Fólk fáa ikki svar og sakna eitt arbeiðs­ samt býráð, sum tey annars hava verið von við skeiðini framm­an­ undan. Frægari var, um vit, sum brenna 100% fyri Tórshavnar býráð, sleppa at valda aftur í Havn. Við verandi van­stýri stendur kommunan í stað og – enn verri – bara gongur aftur, og longu nú tykist greitt, at tað verður eitt verri upptak, tá ið núverandi meiri­luti hevur lagt frá sær um hálvt­ annað ár! Eg verði abbi Tordur J. Niclasen Fantastikst! Um lív er mær lagað og alt gongur eftir ætlan, ja, so verði eg abbi, fyri fyrst ferð, í november mánað. Men ikki nokk við tí, eg verði eisini abbi í desember og so aftur í januar. Abbi x 3 við einum mánaða millumbili! Eg og konan gleða okkum sum børn og í takksemi lýta fram móti hesi stórhending, sum skal fara fram – eisini í lívinum hjá okkum báðum. Ein nýggjur kapittul! Er tað ikki bara stórt?! Hetta undrið, at barn verður gitið í móð­ur­ lívi og frá teirri løtu mennist fyri hvønn dag, til so ein ávísan dag at koma inn í hendan heim. Men samstundis sum eg gleðist, so kann eg ikki lata vera við, at hugsa um tann ágang – politiska ágang, sum ávísir flokkar hava gjørt seg til tals­menn fyri. Eg eri eg nívdur og er mær óskilj­ andi, at hesir flokkar, sum mynda sam­gonguna í dag, ynskja at skerja rættin hjá tí ófødda til lívið. Hesi hava helst gloymt, at tey sjálvi einafer vóru gitin í móðurlívi og fingu loyvi at koma inn í hendan heim. Nei, latið okkum standa saman og verja rættin hjá tí ófødda til lívið – tað átti at verið ein sjálvfylgja! Eiði, tann 26.august 2019 Dreymastarvið finnur tú á in.fo