Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK OG VALGREINAR Hjúnar­bands­lógin Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur og valevni fólkafloksins Tá ið málið um broytingarnar í hjún­ arbandslógini var fyri í løgtinginum, tók ein samdur fólkaflokkur undir við, at víðgongdu broytingarnar, har tvey av sama kyni skuldu fáa loyvi at giftast, skuldi út til fólkaatkvøðu. Vit mettu, at hetta var ein so mikið grund­ leggjandi broyting av hjúnar­ bandslógini, føroyska samfelagnum og aldargomlu føroysku siðalæruni, at føroyska fólkið skuldi blíva eftir­spurt og fáa høvi at siga sína hugsan í eini fólkaatkvøðu. Undirtøka var ikki fyri hesum og broytingarnar í hjúnarbandslógini blivu koyrdar ígjøgnum. Øll sam­gong­ an og onkur í andstøðuni at­kvøddi fyri. Nú hava vit løgtingsval og fólkið sleppur til orðanna. Eg fari tí inniliga at heita á allar føroyingar, sum eru ímóti broytingunum í hjúnar­bands­lóg­ini, um at vísa hetta á løgtings­val­inum. Broytingarnar brutu grundleggj­andi við aldargamla føroyska kristna siða­ læru, at eitt hjúnarband er ímill­um ein mann og eina kvinnu. At børn hava eina kvinnu sum mammu og ein mann sum pápa. Nú er onki í veg­in fyri, at tvey av sama kyni kunnu ættleiða eitt barn. Hvør er hvat í hjúnarbandinum ? hvør er mamm­an og hvør pápi, tveir pápar ella tvær mammur ? . Gomlu markna­ pel­arnir, sum fedrar okkara settu, blivu ikki virdir, men fluttir langt út. Við somu kunnu vit rokna við meir av sama Um sitandi samgonga sleppur at halda fram eftir valið, so kunnu vit heilt vist rokna við fleiri broytingum á etiska økinum. Juridiskt kynsskifti, har ein kann skifta kyn, alt eftir hvat ein følir seg at vera, bleiv lagt fram í seinastu setu, men náddi ikki at koma út úr rættarnevndini aftur, áðenn tingið bleiv sent heim. Vænti, at hetta verður eitt tað fyrsta, sum verður lagt fram aftur, um sitandi sam­gonga heldur fram. Fólkaflokkurin verður ofta lagdur undir at vera konservativur og bang­in fyri broytingum. Um tað at halda fast við gomlu føroysku kristnu grund­virðini er at vera kon­servat­iv­ur, so eri eg tað. Vit eru øll samd um, at vit búgva í heimsins besta landi og tað skulu vit framhaldandi gera. Tí ynski eg at halda rimmarfast við hesi virðir. Tey hava verið ein av grund­súl­unum undir samfelagnum og hava verið við til at givið okkum hetta góða landið, sum vit øll eru góð við. Mítt ynski er, at vit framhaldandi byggja okkara samfelag á hesi góðu og tryggu grundvirðir, sum fedrar okk­ara løgdu. Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá! Tordur J.Niclasen, listi H Ì samband við viðgerðina av sjúkra­ hús­verkinum hevur kjakið oftast snúð seg um íløgur til bygningar og tól, viðgerðarhættir, uppgávubýtið mill­um sjúkrahúsini, viðgerðir utt­ anlands og leiðslubygnaðin. Sjáldan, fyri at siga, næstan ong­ antíð hevur kjakið snúð seg um ta heilsu-og sjúkrarøkt, sjúklingurin hevur fyri neyðuni og starvsfólkið, ið skal veita hesa tænastu! Her skal ein politisk hug­burðs­ broyting til, soleiðis, at kikarin verð­ ur munandi meira vendur móti heilsu-og sjúkrarøktini og við tí, hvørjar umstøðurnar hjá starvs­ fólkunum innan sjúkrahúsverkið og eldraøkið í verunleikanum eru – og ikki minst, hvønn týdning júst hetta hevur fyri sjúklingin og trivnaðin sum heild innan sjúkrahúsgáttina! Hetta ger seg eisini galdandi innan eldraøkið! At starvsfólkið kýtir seg at gera sítt besta veit ein og hvør, sum hevur sett sín fót á tær ymsku deildirnar. Sjálvandi er tað sera møtumikið, tá ov fáar hendur eru í røktina at røkja tyngjandi uppgávur á deildum, sum mangan eru yvirfyltar! Skelkandi at lesa, tá Felagið Før­ oyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á sinni, boðadi frá, at tað á Landssjúkra­hús­ in­um í mong ár hevði verið ein áhaldandi trupuleiki við yvirfyltum deildum og ov fáum starvsfólkum at røkja heilsu-og sjúkrarøktar upp­gáv­ urnar! Umframt at verða sera tyngjandi fyri starvsfólkið er tað eysæð ikki serliga heilsufremjandi fyri sjúkl­ing­ in, at so skal vera. MEN hví er tað so, kann ein spyrja? Kann hetta ikki júst vera ein ábend­ ing um, at heilsu-og sjúkrarøktin ikki hevur fingið tað pláss á tí pol­it­ isku dagsskránni, sum hon hevur uppi­borðið? Tí er tað eg sigi, at skal vend koma í her, er neyðugt , at ljóskastarin júst verður settur á hendan týðandi part­ in innan sjúkrahúsverkið! At tryggja, at heilsu-og sjúkraøktin kemur á politisku dagsskránna er sera umráðandi – ja, ein fortreyt fyri einum tryggum og vælvirkandi heilsu­verki ! Havi sum kunnugt drúgvar roynd­ ir innan heilsu-og sjúkrarøktarøkið og er tað er mær eitt hjartamál at fáa heilsu-og sjúkrarøktina á politiska breddan – og verður hetta at fremja í góðum samstarvi við avvarðandi yrkis­feløg! Eiði, tann 22.august 2019 Ein avvarðandi sigur frá Konan fekk demens sum 48 ára gomul Tað kennsist svárt hjá teim og familjum teirra. Tey, sum eru millum 18-66 eru við sviðið so. Tordur J.Niclasen, listi H Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út, fingu kommunurnar ábyrgd av teim, ið eru 67+. Almannaverkið ábyrgdina av stuðul­tænastuni til teirra millum 18- 66 ár. Nógvar kommunur hava lagt stóra orku í, at veita tænastur í mun til tørvin. Verri stendur til við teim tænastum, ið Almannamálaráðið hevur ábyrgd av. Tað kom greitt fram undir pall­ borðsorðaskiftinum, sum Alzheim­er­ felagið skipaði fyri í Østrøm 19. august undir heitinum ”Demensvinarligt samfelag”. Maðurin greiðir frá: Konan var ikki 50 ára gomul, tá hon fekk staðfest byrjandi demens. Hon var í starvi hjá navngivnari kommunu, men bleiv uppsøgd. Einki við at bjóða henni”tillagað” starv. Tað at verða upp­søgd sveið fast – ja, var steinur om­an á byrðu! Hann søkti um hjálp, men gingu 8 mánaðir áðrenn svar kom frá Almannaverkinum. Vendi sær eisini til økistænastuna í av­varð­ andi kommunu, men fekk at vita: ”Tað er ikki okkara problem”. Júst aldur­ markið var tann stóri trupuleikin. Stríddist í nógv ár og fekk eina kenslu av, at mynduleikin, ið skuldi hjálpt, gjørdist teirrasa fíggindi. Ja,sum hann málber seg: ”At enda orkar man ikki at stríðast longur og tyktist tað, at tað júst var tað mynduleikin vildi”. Og so leggur hann loksins afturat: ”Vit vórðu pínd(psykiskt) niður orsakað forðing­ um í politisku skipanini – ikki av starvs­fólki, sum altíð hava verið eina­ standandi!” Hetta er støðan 2019 og so er tað nógv fyri at hoyra politikkarar úr samgonguni fer eftir fer siga, hvat tey nú ætla at gera – hesi somu sum hava sitið í 4 ár og, so at siga, ONKI gjørt við hesa støðu, sum hevur verið og er nívandi fyri tann, ið sjúkan hevur rakt og avvarðandi hansara. Serliga hevur hetta rakt tey, ið búgva uttan fyri høvuðsstaðin – men ikki bara. Í Markamótaskjalinum, sum sá dags­ins ljós 30. maj 2016 verður bein­ leiðis sagt um aldurs­markið: ”Al­ manna­málaráðið kannar, hvussu stuð­ulstænastan kann gerast óheft av aldr­inum og hvørjar avleiðingar eru av hesum”. Og hvat er hent ? ONKI – sjálvt um 3 ár eru gingin! So nú at siga, at vit ætla, vit ætla, vit ætla….. Tað er langt úti!! Staðin fyri at verið ærlig og sagt: ”Tíanverri, vit hava einki gjørt” Míni ráð eru at ALDURSMARKIÐ SKAL AVTAKST BEINANVEGIN – og komm­unurnar skulu umsita hendan partin av stuðulstænastuni. Sjálvandi skulu tær so hava fulla afturbering frá landinum fyri hesa týðandi nýggju tænastau, tær tá koma at hava ábyrgd av. Fái eg ávirkan eftir valið, so skal aldurs­markið takast av eftir nevnda leisti. Tí hetta er mær og Miðflokkinum eitt hjartamál at fáa framt. Eiði, tann 24. august