hósdagur 9. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2004
31
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
KOMANDI FILMUR
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
Hósdagin
09.12.kl. 2000
Hósdagin
09.12.kl. 2245
Frumsýning fríggjadagin
10. desember
Hósdagin
09.12.kl. 1600
Hósdagin
09.12.kl. 1800
Hósdagin
09.12.kl. 2115
Hósdagin
09.12.kl. 1900
Hósdagin
09.12.kl. 1645
– Seinasta sýning
Nú verður alment
staðfest, at eitt risa-
stórt oljufund er gjørt
skamt frá føroyska
markinum. Tað er eitt
av heimsins størstu
oljufeløgum, Chev-
ronTexaco, sum sam-
an við Statoil, Dong
og OMV, ið hava
funnið eina oljukeldu
bert 9 fjórðingar frá
føroyska markinum.
Somu feløg hava søkt
um teigar á land-
grunninum, sum
helst liggja tætt upp
at fundinum. Tíðind-
ini kunnu skunda
nógv undir føroysku
oljutilgongdina, nú
nógv bendir á, at jarð-
frøðin føroysku meg-
in markið er tann
sama sum har fund er
gjørt í grannalagnum.
Fundið, sum ber heit-
ið Rosebank/Loch-
nagar, er fyrsta av
sínum slag so langt
norðuri. Og ongantíð
áður er oljukelda
funnin so tætt upp at
føroyska langrunnin-
um heldur
OLJUFUND
Jan Müller
So bleiv tað endaliga vátt-
að - leysatíðindini, sum
fyrst vóru í Sosialinum og
síðani altjóða oljublaðnum
Upstream – um at ein risa-
stór oljuelda er funnin á
bretskum øki, skamt frá
føroyska markinum. Tað
var í heyst, at tíðindi vóru
likin út um, at West Navi-
gator, sum ChevronTexaco,
Statoil, Dong og OMV
høvdu leigað til eina boring
norðuri á Atlantsmótinum
millum Hetland og Føroyar,
hevði rakt við nógva og
góða olju og nakað av gassi
eisini. Tað hevur ljóðað, at
feløgini fóru ikki at kunn-
gera hetta soleingi, at út-
bjóðingin á føroyska land-
grunninum ikki varð latin
aftur. Tað gjørdi hon 17.
november. Og í dag 8.
desember verður so alment
váttað og staðfest, at gjørt
er eitt "significant oilfind",
eitt týðandi oljufund, sum á
oljumáli eisini kann tulkast
sum eitt risastórt fund, tá
hugsað verður um, at fund-
in helst er omanfyri hálva
milliard tunnur.
Nú verður so arbeitt við
at finna boripall til at gera
ein ella tveir avmarkingar-
brunnar longu í næsta ár.
Um hesir vísa seg at liva
upp til vónirnar og meting-
arnar, so kann her blíva
talan um oljuframleiðslu
um kanska eini fimm ár
ella so. Tað vil so vera tann
oljuframleiðslan, sum fer at
liggja tættast upp at før-
oyska markinum.
Tað ljóðar frá keldum
sum Sosialurin hevur tosað
við, at tilfarið, jarðfrøðin
og umstøðurnar í undir-
grundini, har fundið er
gjørt, eru meinlíkar teim-
um, sum feløgini longu
halda seg síggja føroysku
megin markið. Og tað ser-
stakliga áhugaverda í hes-
um er so eisini, at júst í hes-
um økinum á landgrunnin-
um, beint við markið har
norðuri, er l.ítið og einki
basalt. Og tað merkir so
aftur, at lættari og skjótari
verður at koma niður á eitt
møguligt líknandi oljufelt í
føroysku undirgrundini.
Tíðindini um eitt olju-
fund verða váttað á heima-
síðuni hjá Statoil stutt eftir
klokkan 13 mikudag. Har
stendur m.a. at Chevron-
Texaco hevur kunngjørt, at
"a significant oil and gass
discovery" er gjørt nær
markið. Talan er um teigin
213/27 í 1100 metra dýpi.
Borað er niður á 3.607
metrar. Borginin endaði 30.
august.
Gregory Himes, sum er
varaforseti fyri leiting hjá
Statoil í Europa sigur, at
felagið sær funið sum sera
týdningarmikið fyri arbeið-
ið hjá Statoil í hesum øki-
num. –Vit vóna, at hetta
fundið fer at hava við sær
meiri leitisucces í bæði
bretskum og føroyskum
øki.
Sosialurin hevur biðið
Rúna Hansen, stjóra hjá
Statoil í Føroyum um eina
viðmerking. Hann sigur, at
tíðindini gera ikki støðuna
verri fyri Føroyar. Heldur
tvørturímóti. Hann vísir tó
á, at enn skulu avmarking-
arbrunnar borast so einki
kann sigast við vissu enn.
Men um tað gongst væl, so
kann heta fáa positivan
týdning fyri leiting við
Føroyar eisini. –Men hetta
sær spennandi og lovandi út
sigur Rúni Hansen, sum í
besta føri heldur, at olju-
framleiðslan kann byrja í 5
til 6 ár – um so er at alt
riggar sum tað skal. Og tað
vita vit ikki í dag, tí mugu
øll fyrivarni takast.
Tað er greitt, at tíðindini
um fundið, kunnu eisini
gera 2. útbjóðing á føroysk-
um øki uppaftur meira
áhugaverda. Hugsast kann,
at onnur feløg, sum ikki eru
við í 2. rundu, vilja "farma"
inn í komandi loyvi á øki-
num.
Umboð fyri ChevronTexaco,
Statoil, Dong og OMV, eftir
at samtakið varð víðkað fyrr í
ár við Statoil og Dong. Somu
feløg hava søkt saman á
føroyska landgrunninum. Tey
hava so fyribils orsøk til at
fegnast um boringina á
bretskum øki. Nú verður
spenanndi at síggja, hvat tey
fáa burtur úr á okkara
landgrunni
Mynd ChevonTexaco
Nú endaliga váttað:
Risastór oljukelda funnin við markið
– kann ávirka leitingina við Føroyar
Tað var heimsins best útgjørda boriskip "West Navigator", sum fann risastóru oljukelduna fyri
ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV