fríggjadagur 10. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 237 - 10. desember 2004
Jólaskáli í Klaksvík
Komandi vikuskifti
verður Skálin gjørdur
um til ein jólaskála,
har 12 ymiskir hand-
verkarar og listafólk
fara at sýna fram og
selja teirra lutir. Tað
eru Maria Mørkøre
og Guðrun Elttør,
sum skipa fyri
JÓLASKÁLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Hetta vikuskiftið verður ein
jólaframsýning og søla í
Skálanum. Har fara 12
listafólk og handverkarar at
selja hondgjørdar vørur.
Stigtakararnir siga, at hetta
er ein roynd at skapa størri
umhvørvi rundan um hand-
verk og list í Klaksvík.
– Vit hava tosað um at
skipa fyri onkrum tílíkum
tiltaki longi, og tá vit so
vóru til Gluggaglæmu, sum
Føroya Heimavirkisfelag
skipar fyri, gav tað okkum
eitt skump tann rætta vegin,
greiðir Maria Mørkøre frá.
Á framsýningini verður
mangt og hvat. Málningar,
smykkur, prýðislutir, silvur
og horn, tøvdir lutir, bundin
pløgg og smíðaðir lutir.
Maria sigur, at tey vita
tað ikki fyri vissu, men hon
heldur, at virðingin fyri
teimum handgjørdu lutun-
um ikki er so stór.
– Tað vísir seg í øllum
førum ofta, at teir hand-
gjørdu lutirnir fara fyri alt
ov lítið, og tí hava vit roynt
at stilla tað pent upp og har-
við møguliga økja um virð-
ingina fyri tí nógva arbeið-
inum, sum liggur í at skapa
lutirnar, sigur hon.
Útbyggja seinni
Maria og Guðrun vóna, at
hetta kann fara at verða eitt
afturvendandi tiltak, sum
eisini kann mennast til
nakað meira.
– Tað er ikki nakað ser-
ligt umhvørvi fyri hand-
verk og list í Klaksvík, men
kanska hetta kann vera ein
byrjan. Onkunstaðni skal
man í øllum førum byrja,
heldur hon fyri.
Í jólaskálanum verður
eisini ein café, har livandi
tónleikur verður at hoyra
tvær ferðir um dagin allar
tríggjar dagarnar. Tónleik-
inum koma Randi Sivert-
sen, næmingar við Helgu
Gerðalíð, Steinvør Fonn og
Pætur við Keldu, Hanna
Jensen og Kristian Hansen
at standa fyri.
Sølan letur upp í dag
klokkan 16 og er opin til
klokkan 22. Tað verður hon
eisini hinar báðar dagarnar í
vikuskiftinum.
Atgongu-
merki kosta 50 krónur fyri
vaksin og 20 krónur fyri
børn.
Hetta vikuskiftið verður
jólasøla og framsýning í
Skálanum í Klaksvík
Signingar hvønn dag er
heitið á nýggjari bók, sum
Heimamissiónsforlagið
hevur givið út. Í bókini eru
365 fittar smásøgur, sum
eru ætlaðar at lesa fyri
yngstu børnunum. Bókin er
uppbygd soleiðis, at eitt
bíbliuorð er til hvønn dagin
í árinum, og síðani er ein
stutt søga saman við tekn-
ing knýtt at hesum orði.
Tað er Carla Branhill, ið
hevur skrivað bókina. Sim-
ona Johannesen hevur týtt
til føroyskt.
-jm
Talgildur upptakari
Televarpið hevur nú fingið
eitt nýtt slag av móttakara.
Nýggja
tólið
nevnist
Force530T, og umframt at
taka ímóti teimum 25
rásunum, sum Televarpið
hevur at bjóða, er talan
samstundis
um
talgilt
upptøkutól.
Nýggi móttakarin hevur
nevnliga ein 80 GB stóran
harðdisk, og kann hesin
goyma upp til 60 tímar av
upptøkum.
Umframt at taka upp, ber
eisini til at síggja sendingar
forskotið. Eitt nú ber til at
»pausa« ein film, um tú
skalt eitthvørt ørindi, og
síðani hyggja at restini
forskotið, tá tað aftur slepst
framat sjónvarpinum.
-jm
Eina signing
um dagin