hósdagur 29. august 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
30. AUGUST 2019
Veðrið kann ikki nýtast sum umbering fyri
ikki at fara á val í morgin, tí veðrið verður
yvurhøvur gott um landið so at siga allan
dagin.
Um alt landið fer hitin at liggja um 10 til 12
stig, summastaðni upp í 13 stig, og vindmegin
verður millum tríggjar til fýra metrar um
sekundið – lot til andøvsgul
Tað verður fyri tað mesta skýggjað við sól
glottum um middagsleitið og út á seinna
partin.
Yvurhøvur verður
turt, men møguliga
verður sirm í Vágum,
Streymoy og á Eyst
uroy, sum líður út á
kvøldið.
Gott veður at
velja í morgin
LØGTINGSVAL
Les eisini blaðið
á telefonini
Var við til at fáa
trolarar til landið
Siðsøga síða 22-23
20 tingfólk eru
mestsum trygg
Politikkur síða 6
887 milliónir av eini møguligari sølu
av P/F Varðanum eru skattskyldug
ar, staðfestir Hægstirættur
Málið snýr seg um, hvørt sølupeningurin
av teimum fyrstu 887 milliónunum í eini
møguligari sølu av partafelagum Varða
num er skattskyldugur.
Bæði Føroya Rættur og Eystari Lands
rættur hava givið eigarunum viðhald í, at
hesin partur av møguligum sølupeningi er
skattafríur. Men tað góðtók Taks ikki og
kærdi tí dómin hjá Eystara Landsrætti til
Hægstarætt.
Hæstirættur kom í gjár til ta niðurstøðu,
at peningurin er skattskyldugur, og at eig
ararnir tískil skulu gjalda 330 milliónir í
skatti av hesum, um teir selja. Fyri einum
ári síðani kom Eystari Landsrættur til
júst ta øvugtu niðurstøðuna, og tí kærdi
TAKS málið til Hægstarætt, sum gav
TAKS viðhald. Fyri tað tíð kom eisini Før
oya Rættur til somu niðurstøðu sum
Landsrætturin.
Teir 11 eigararnir í P/F Varðanum
skulu gjalda 3 milliónir krónur til TAKS
og 4 milliónir krónur í sakarmálskostnaði.
Verji hjá P/F Varðanum er Christian F.
Andreasen, advokatur.
Í blaðnum...
Tað er ikki av ongum, at Aksel V. Johanne
sen hevur gjørt púra greitt, at undir hans
ara leiðslu fer Javnaðarflokkurin ikki í
samgongu við Fólkaflokkin. Tí landsstýr
issamstarv millum Javnaðarflokkin og
Fólkaflokkin er ein rein katastrofa fyri
Javnaðarflokkin. Tað vísa valtølini púra
greitt. Eftir fimm samgongur við saman
við Fólkaflokkinm hevur Javnaðarflokk
urin mist yvir 20 prosent.
Fyrsta samgongan millum Javnaðar
flokkin og Fólkaflokkin var skipað eftir
valið í 1974. Atli Dam var løgmaður, og triði
samstarvsflokkurin var Tjóðveldisflokk
urin. Sum heild hildu fólk nógv um hesa
samgongu, sum serliga var kend fyri allar
yvirtøkurnar.
Men fyri Javnaðarflokkin merkti tað á
løgtingsvalinum í 1978, at flokkurin mátti
siga farvæl við nógvar veljarar. Flokkurin
misti 3,5 prosentstig og fór frá at vera
størsti flokkurin við 25,8 prosentum niður
á 22,3 og mátti lata seg yvirhála av Sam
bandsflokkinum.
Samgongan helt fram – men klárði bert
tvey ár. Hon slitnaði í 1980. Og aftur mátti
Javnaðarflokkurin leggja rygg til eitt tap.
Hesaferð misti flokkurin 0,7 prosentstig
og fekk bara 21,7 stig. Flokkurin, sum síð
ani 1958 og 20 ár fram hevði verið størsti
flokkur, mátt nú lata sær lynda, at lata
Sambandsflokkurin fóru við tí heiðrinum.
Flokkurin vaks aftur. Og á valinum í
1990 fekk flokkurin 27,5 prosent – og fór
aftur í samgongu við Fólkaflokkin. Aftur
var Javnaðarflokkurin revsaður illa av
veljaranum, sum sendi annaðhvørt ting
fólk floksins til hús. Av teimum 10 í 1990
vórðu bara 5 vald á ting í 1994, og flokkurin
misti 12,2 prosentsig. Hann fekk ein ordans
bakkalóara.
Flokkurin kom tó uppaftur á 21,8 pro
sent í 2004 og fór aftur í samgongu við
Fólkaflokkin. Og á valinum í 2008 kom
revsingin: Flokkurin misti 2,5 prosentig og
fór niður á 19,3 prosent. Í 2008 fór flokkur
in aftur saman við Fólkaflokkinum, og aft
ur á valinum í 2011 kom revsingin frá velj
arunum: Flokkurin misti 1,6 prosentstig og
endaði á 17,7 prosentum.
»Brent barn ræðist eld«, sigur orðatak
ið. Tað er tí ikki løgið, at Aksel V. Johanne
sen skerpir hugsjónarligar grundstøðið
við at útiloka samgongusamstarv við
Fólkaflokkin. So er spurningurin, um tað
er nóg mikið til, at tolni maðurin úr Klaks
vík fær eitt tørn afturat í tinganesi.
Samstarv við Fólkaflokkin = skræll
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Taks vann á P/F Varðanum
í Hægstarætti
Tað eydnaðist ikki Christian Andreasen at
sannføra Hægstarætt um, at eigararnir í
Varðanum skuldi sleppa 310 milliónir bíligari
í skatti, um teir seldu felagið
Av góðum tíðindum fyri Varðan í gjár var, at nýtt skip, »Gitte Henning 1«, í flota felagsins