Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 30 TRÓNDUR ARGE Tað verður óiva ríkiligt at tosa um við vøllin í Klaksvík sunnudagin. Løgtingsval er leygardagin. Norð­ oyggjar og Klaksvík tykist vera í hørðum stríði við førda polit­ ikkin hjá samgonguni, sum eisini verður skýrd at vera ov høvðus­ staðarvinarligur. Óansæð úrslitið á valinum leyg­ ar­dagin, so kemur HB til Klaks­ vík­ar sunnudagin til klassikaran í føroyskum fótbólti. Í fjør blivu klassikarnir í Klaksvík ímyndin av meistaraheitinum hjá HB. Í ár snýr tað seg um hvør skal renna aft­aná B36 og NSÍ. Oddaliðini hava bæði heima­ dystir í hesum umfarinum. B36 fær truplu uppgávuna at knúgva skálamonnum, meðan NSÍ sunnu­ kvøldið fær vitjan av sunda­lags­ monnum. Argjamenn mugu á val í seinasta lagi tíðliga seinnapartin, tí teir fara suður við Smyrli leygardagin klokkan 16. Mótstøðuliðið er TB. Í Sarpugerði verður grannauppgerð millum Víking og botnproppin ÍF. KÍ-HB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: ALEX TROLEIS Klassikarnir millum KÍ og HB hava seinnu árini verið undirhaldandi og til tíðir avgerandi. Í fjør møttust liðini millum annað í 18. umfari til ein ordans FM-dystin. HB lá nummar eitt við 43 stigum, meðan KÍ hevði 41 stig á øðrum plássi. Heili átta stig vóru niður til NSÍ á triðja plássi. Dysturin bleiv avgerandi fyri FM-stríðið, tí HB vann 1-0 og rann avstað frá øllum hinum. Tá liðini møttust aftur í 23. umfari var mun­urin so stórur, at HB tann dag­in vann FM við enn einum sigri á KÍ. Støðan er nakað broytt í ár. Hvørki KÍ ella HB hava ráð at tapa dystin, um tey skulu fylgja við B36 og NSÍ, sum bæði hava heima­vøll sunnudagin. Bæði ein ósigur og ein javnleikur koma at smakka illa. Hetta er í nógvar mát­ ar ein dystur, um hvør av KÍ og HB sleppa við í FM-stríðið. KÍ hevur betri kortini á hondini á stigatalvuni. Klaksvíkingar hava eitt stig fleiri og spælt ein dyst færri. KÍ hevur mist týdn­ing­ar­ mikil stig móti Skála og B36 á heimavølli, men fekk fult á Eiði sunnudagin. Eisini var norski mið­vall­arin, Magnus Stamnestrø, á vøll­inum. Hann hevur verið skaddur síðani hann kom til felagið í summar. Patrik Jo­hannesen og Boris Dosljak eru tøkir aftur eftir leikbann. Stóri spurningurin er um Sim­en Sandmæl verður tøkur. HB er í góðari gongd í løtuni. Liðið er omaná leikliga í flestu av dystunum, men letur framvegis mál inn. Víkingur hevði ein møgu­ leika í fyrra hálvleiki farna sunnu­ dag­in og skoraði. HB hevur nú latið 19 mál inn í ár. Tað fóru bara 18 inn í alt fjør. Gestirnir úr Havn hava allar sínar spælarar tøkar til dystin sunnu­ dagin. Tað talar fyri HB, men afturgangandi fyri í ár hevur verið, at liðið ikki vinnur stóru dystirnar. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 B36-Skála (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM B36 hevur lagt seg á odda í lands­ kappingini og tað gevur umtalu. Árs­talsfelagið hevur runnið aftaná, og hevur ikki verið nevnt sum tann stóri FM-avbjóðarin. Nú er tað broytt. Eftir sigurin í útsetta dystinum móti KÍ, er B36 ovast á stigatalvuni. Liðið hevur avbjóðingar við at skjóta eins nógv mál sum kappingarneytarnir, men styrkin liggur nú í verjupartinum, har liðið bara hevur altið 16 mál inn. Ikki við: Beinir Henriksen (fluttur av landinum), Eli S. Christiansson (fluttur av landinum), Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Jobin Drangastein (pína), Hans Jákup Annfinsson (burturstaddur) Ivasamur: Rógvi Poulsen (fóturin) Við aftur: Bjarni Skála (leikbann, 4 gul), Høður Tórsson (økslin) Ikki við: Erlendur Magnusson (Knæskaði, langtíðarskaddur), Róaldur Jakobsen (Fótlið, langtíðarskaddur), Gilli Samuelsen (Vøddaskaði, 1-2 vikur) Ivasamir: Erling Dávidsson, Símun Rógvi Hansen Ikki við: Petur Zachariassen (leikbann, 4 gul), Gestur B. Dam (fluttur av landinum), Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur), Sveinur Lava Olsen (liðband, vikur) Ivasamur: Arnbjørn Hansen (fipur), Poul G. Olsen (hol á høvdið) Allir tøkir Ikki við: Gundur Petersen (beklað), Høgni Zachariassen, Jóhan Petersen (úti restina av árinum), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Við aftur: Hans Jákup Lervig (leikbann, 4 gul), Holgar Durhuus (fipur), Milan Svojic (liðbandið) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 21. umfar: Øll eygu eru vend móti Klaksvíkini, tá 21. umfar í Betri deildini hjá monnum verður sunnudagin. Á vøllinum við Djúpumýru renna KÍ og HB aftaná oddinum, men bæði selppa ikki við í FM-stríðið KLASSIKARIN KEMUR AT SETA SÍNI SPOR ÍF