hósdagur 29. august 2019síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
32
CHRISTIAN
ANDREASEN
HAVNIN ER MÍN
VALSTAÐUR
FØROYAR MÍTT
VALDØMI
LES MEIRA Á CFA.FO
Tað er trongdskygt at halda, Føroyar
virka optimalt uttan ein høvuðstað.
Og eingin høvuðstaður trívist uttan eitt
vælvirkandi uppland.
Eitt samfelag er sum eitt likam við
lívsneyðugum gøgnum.
Hugsa vit okkum Havnina sum
høvuðstað, so eru landsins vinnur (eisini
í Havn) gøgnini og Føroya fólk vøddarnir í
samfelagskroppinum.
Jú meiri fólkið arbeiðir, skapar, tjenar og
útflytur, jú betur virkar og sterkari er
búskapurin, øllum landsins pørtum at
gagni.
Føroyar hava nú tvær høvuðsvinnur
-fiskivinnuna og alivinnuna, ið
framleiða helvt um helvt av landsins
útflutningsvirði, 8,5 milljard kr. íalt.
Flestu framleiðslu- og útflutningsvinnur
á sjógvi og landi eru uttan fyri
meginøkið.
75 føroysk skip eru skrásett, hava
heimstað og landa á bygd.
Flestu privatu og almennu
tænastuvinnurnar eru í høvuðstaðnum,
har nógvar av privatu tænastuvinnunum
í síni útrás og virksemi burturi í heimi eru
inntøkuskapandi útflutningsvinnur.
Soleiðis er vinnumynstrið býtt.
Flestu føroyingar eru til arbeiðis hvønn
dag, hvør á sínum øki og yrki og skapa
virðini, sum halda okkum øllum uppi.
Fólkafloksins veljarar skilja til fulnar, at
høvuðstaðnum tørvar høvuðsvinnurnar
og flestu føroyingar uttan fyri meginøkið
skilja væl, at uttan ein høvuðstað við
privatum tænastuvinnum og almenna
geiranum við tænastum, stovnum og
skrivstovum, so virkar samfelagið ikki
nóg effektivt.
Vit kunnu vera ójavn á máli um, hvussu
stóran part av landsins tilfeingi og
starvsfólkum, almenni geirin skal rúma.
Av royndum vita vit, at tá ið talið
á almennum starvsfólkum og
lønargjaldingum nærkast 40%,
so nærkast búskapurin slagsíðu,
landskassin fær rakstrarhall, og úrslitið
verður vaksandi arbeiðsloysi.
Tí er lívsneyðugt, at ‘familjan Føroyar’
hevur eitt sterkt vinnulív, nógv vinnulig
arbeiðspláss og sterkan privatan búskap.
Tess tryggari virkar almenni geirin.
Fólkafloksveljarar á bygd og bý skilja, at
ein røtt og sunn javnvág má vera millum
privat og alment.
Tað er skammiligt, at vinstrahallir
politikarar bert gera seg til talsfólk
fyri sínum politikki, sum miðar eftir at
‘ræna’ so stóran part av inntøkunum hjá
vinnuni at býta til sínar veljarar.
Tað er harmuligt, at somu politikarar
eisini royna at seta vinnulívið upp móti
fólkinum og royna at geva eina falska
mynd av, at Føroyar eru vorðnar eitt
fámannaveldi.
Havnin hevur altíð havt eina stóra
fylking av veljarum, ið fata týdningin av,
at høvuðstaður okkara skal hvíla á so
tryggum vinnuligum botni og búskapi
gjørligt, so at eisini vinnulívið og fólkini,
sum hava sína inntøku í haðani, hava
tað gott og trygt, uttan at tey noyðast
at leita inn í almenna geiran til lívsins
uppihald.
Hetta er tí ein innilig áheitan á øll
borgarlig fólk í Havn, sum er mín
valstaður, at hjálpa mær til at vera
valdan, sum borgarligan og frælslyntan
tingmann fyri Havnina.
Havnin er mín valstaður. Føroyar eru
mítt valdømi.
Sí video her
youtu.be/LMGTCe_XH6I