Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 TÍÐINDI Eingin sigling til Nólsoyar fyrr enn trygdin er í lagi Hatta var ein sera álvarslig støða, tí tað minti um sjórán, sigur stjórin á Strandferðsluni Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er greitt, at tað verður eing­in sigling til Nólsoyar fyri­ bils. Tað er greitt eftir at Nóls­oy­ ingar hertóku Ternuna, tá ið hon kom til Nólsoyar seinna­ partin í gjár. Avleiðingin av tí var, at Tern­an lá blokerað við bryggju í Nólsoy í fimm tímar, áðrenn hon slapp avstað aftur til Havn­ar. Tey umleið 40 ferðafólkini, sum vóru við, sluppu heldur ikki í land fyrrenn tá, ið leiðsl­ an á Strandferðsluni gav boð um, at portrið á Ternuni skuldi ikki niður fyrr enn vissa var fyri, at trygdin var í ordan. Havnin í Nólsoy er ikki liggi­ pláss, so tá ið Ternan fer til Nóls­oyar, verður skipið ikki bundið. Lagt verður bara at, so at fólk og bilar sleppa í land, og umborð aftur, og so verður farið avstað. Men tá ið Ternan kom til Nóls­oyar seint seinnapartin í gjár, bundu Nólsoyingar hana og spentu veiður fyri innsigl­ ing­ina, soleiðis at hon ikki slapp avstað aftur. Hilmar Eliasen, stjóri á Strand­ferðsluni sigur, at hetta er sera álvarsligt. Hetta minnir um sjórán og frælsistøku, tí nóls­oy­ingar tóku ræðið á skip­ in­um, og tóku ræðið á manning og ferðafólki. Hann gav boð um, at portrið á Ternuni skuldi ikki niður fyrr­enn vissa var fingin fyri trygd­ini. Ætlanin var, at fáa Tern­una leysa úr Nólsoy aftur og so fáa hana til Havnar, og so máttu ferðafólkið bara fylgja við aftur til Havnar. Løgreglan varð boðsend og hon fór til Havnar. Og tá ið klokk­an nærkaðust 22 í gjár­ kvøldið varð mett, at tað var ráði­ligt at lata ferðafólkið sleppa í land og at fáa tey um­ borð, sum skuldi aftur til Havn­ar, og beint fyri klokkan 22 varð Ternan leys aftur í Nóls­oy. Og síðani tá hevur einki ferða­samband verið við Nóls­ oyar. Hilmar Eliasen sigur, at ein hending, sum hendan í gjár, fær avleiðingar fyri kravdu hvíli­tíðina hjá manningini, og tað skal takast inn aftur bein­ an­vegin. Tað er ein orsøk til, at eingin sigling hevur verið í morgun. Men stjórin ger samstundis greitt, at tað verður heldur eing­in sigling fyrr enn vissa fæst fyri trygdini. Hann sigur, at tey á Strandferðsluni fara at eftirmeta støðuna í morgun, og so taka tey tað haðani frá. Men tað er hugsandi, at ein fundur skal vera við Tórs­havn­ ar Havn, ella Tórshavnar Kommunu um støðuna. –  Vit sigla ímillum tvær havn­ir í Tórshavnar Komm­ unu vit rinda bæði Havnar­ gjald og avgjald fyri hvørt ferða­fólk, og talan kann verða um at seta Tórshavnar Havn, ella kommununi, krøv til trygd­ina. Ein máti kann vera at lata tey trygdartiltøk, sum eru gald­andi á Ovastevnuni, verða í gildi altíð. Tað merkir, at fólk sleppa ikki fram at skipinum, fyrr enn tað er klárt at sleppa umborð, sigur stjórin. –  Vit sigla ikki aftur, fyrr enn vissa er fyri, at vit fáa arbeiðsfrið, og nær tað verður er vónleyst at siga nakað um enn, sigur Hilmar Eliasen. Men hann sigur, at tað verð­ ur í øllum førum ikki fyrra­ part­in, at nólsoyarsiglingin verð­ur tikin upp aftur. Løgreglan hevur ongar við­ merkingar til málið, men ferða­fólk, sum var við Ternuni í gjárkvøldið, sóu, at løgreglan gekk á bryggjuni í Nólsoy og skrivaðu nøvn upp á fólki, sum vóru til staðar. Nólsoyingar siga, at teir her­tóku Ternuna fyri at mót­ mæla at hon, í tíð og ótíð, verð­ ur tikin úr Nólsoyarsiglingini til at røkja aðra siglingina um Skopunarfjørð, tá ið okkurt er áfatt við Teistanum. Teistin skal á beding í dag, og aftur nú skuldi Ternan set­ ast í sigling um Skopunarfjørð og Jósup skuldi sigla til Nóls­ oy­ar ístaðin. Nólsoyingar krevja eisini, at nýggja samgongan, sum verð­ ur skipað eftir løgtingsvalið í gjár, beinleiðis setir tað í sam­ gongu­skjalið, at ein nýggj nóls­ oy­arferja skal byggjast.