Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. september 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. september 2019 · Nr. 100 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RENÉ: EIN TÓM KENSLA – Eg standi eftir við eini tómari kenslu. Vit eru ikki nóg neyvir og tað eru málini, sum telja. Allir dystirnir eru ein finala og vit høvdu ikki ráð at missa stig í dag. Nú mugu vit bara taka ein dyst á gangin. Nú er tað ikki upp til okkum longur, men vit mugu vinna dystirnar, ið vit hava eftir, sigur Réne Shaki Joensen. Tróndur Arge – við Djúpumýru HB er sent úr FM-stríðnum. Torbjørn Grytten, Jóannes Bjartalíð og liðfelagirnir úr KÍ hálsfevnast undir mál­ talv­uni á KÍ-høllini. Klokk­an nærkast teimum 90 min­ uttunum og KÍ hevur just skorað til 3-1. Tað eru níggju stig upp B36 á fyrsta plássi og gongd­ in seinastu dystirnar er, at HB vinnur ikki hinum topp­ lið­unum. HB hevur leikliga helst verið omaná móti B36, NSÍ og KÍ, men samanlagt hevur tað bara givið tvey stig. Eftir at hava fingið fýra av níggju møguligum stigum seinastu trý umførini, er KÍ aftur á rættari kós. Liðið hevur fimm stig upp til B36, og trý upp til NSÍ. KÍ og NSÍ hava ein útsettan dyst sína millum. – Málið er at fáa eina FM- finalu í Gundadali móti B36 26. oktober, sigur ein smíl­ andi Mikkjal Thomassen, venj­ari hjá KÍ. B36 og KÍ møtast í 27. og seinasta umfarinum. Broytingar Tað eru broytingar á báð­um liðunum til dystin. KÍ hev­ ur Simen Sandmæl tøkan frá byrjan, meðan Páll A. Klettskarð byrjar á bonk­ inum. Patrik Johannesen er einsa­mallur á topp. Hjá HB er ongin Ari Mohr Olsen. Maðurin, sum tríggjar ferðir hevur søkt HB, beklaði til venjing í vikuni upp til dystin. Tí er Sebastian Pingel við frá bryjan. Pætur Petersen verður eisini valdur fram­um Símun Samuelsen á vinstra vongi. KÍ skorar – og sleppur við skrekkinum Longu í fyrstu minuttunum er KÍ um reppið at gera sjálv­ mál. Ísak Simonsen skal rudda vekk í egnum brots­ teigi, men endar við at skjóta bóltin á egnan yvirleggjara. Dysturin er eitt lítið korter gamal, tá Simen Sandmæl fær bóltin í høgru og leggur innfyri. Har kemur Jóannes Bjartalíð rennandi og skorar. Bæði myndir og sjón­bandamyndir tykjast at vísa, at Jóannes Bjartalíð er rang­staddur í støðuni. Í hinum endanum sleppur KÍ aftur við skrekkinum, tá fyrst Lasse Andersen stútar frí­sparksinnlegg á tvør­ stong­ina, og síðani tá Hørður Askham stendur púra leysur til hornapark, men Kristian Joensen stórbjargar. KÍ fær ein møguleika at økja um leiðsluna, tá Patrik Johannesen blívur leysur í vinstru síðu, men Teitur M. Gestsson bjargar úr spískum. Adrian og dreymaskotið HB byrjar væl í seinna hálv­ leiki og leggur KÍ undir trýst. Hóast HB hevur bóltin nógv, so gongur strilti at fáa um­ sett til skota á mál. Tað er so bara inntil at Adrian Justinussen úr eini 25 til 30 metra frástøðu meddar smekk­ar bóltin í yvirleggjara og inn. – Tú mást bara taka hatt­ in av fyri einum spælara við slík­um eginleikum, ið hevur skot­ið so nógv mál upp frís­pørk og langskot, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ. Torbjørn vendir dystinum Tá 66 minuttir eru spældir ger Mikkjal Thomassen eina norska útskifting. Magnus Stamnestrø fer úr og inn kemur Torbjørn Grytten. Hann hevur verið nógv skadd­ur í ár, men hesa ferð bragd­ar. Bara tveir minuttir eftir at hann er komin á vøllin vinn­ur hann KÍ eitt brots­ spark. Somuleiðis innskifti Boris Dosljak spælir norska fram­herjan leysan. Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB, kem­ur út í móti, men er ov seinur og ger brotsspark, sum Jóannes Bjartalíð um­ setur til mál. Seks minuttir fyri tíð er norð­maðurin aftur upp á spæl. Hann verður spældur leysur í vinstru eftir innkast og skorar til 3-1. – Hann kemur inn og er av­gerandi fyri okkum. Eg unni honum tað, tí hann hevur stríðst við skaðar og verið heilt niðri í kolk­jall­ aranum. Hvørja ferð hann hevur verið á veg aftur, so hevur baklærið drillað. Nú hava vit tikið okkum øgiliga góða tíð at venja hann upp­ aftur. Hann kann nakað heilt serligt og hevur nakrar ser­eginleikar, ið eru á hædd við Adrian og aðrar, sigur Mikkjal Thomassen. HB fær ikki fult HB hevur møguleikarnar at vinna dystin. Teir hava held­ur ivasamt brotsspark við støðuni 2-1, men Kristian Joensen, málverji hjá KÍ, bjargar. Beint eftir 3-1 málið skorar René Shaki Joensen, men eitt vet rangstaddur – og hesa ferð kemur flaggið upp. Hartil verður træverkið rakt tríggjar ferðir. – Eg standi eftir við eini tómari kenslu. Vit eru ikki nóg neyvir og tað eru málini, sum telja. Allir dystirnir eru ein finala og vit høvdu ikki ráð at missa stig í dag. Nú mugu vit bara taka ein dyst KÍ SENDIR HB ÚR FM- STRÍÐNUM FÓTBÓLTUR Dysturin hesa vikuna... Torbjørn Grytten bleiv avgerandi luturin í klassikarunum millum KÍ og HB. Við støðuni 1-1 bleiv vann hann fyrst KÍ eitt brotsspark, og síðani skoraði hann 3-1 málið, sum endaliga sendir HB úr FM-stríðnum