týsdagur 3. september 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 101
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Bárður skal royna
att skipa samgongu
Teir tríggir
borgarligu flokkarnir
hava peikað á Bárð
á Steig Nielsen,
Sambandsflokkurin,
um at standa á
odda fyri at skipa
nýggja samgongu
Árni Gregersen
Roynd verður nú av álvara
gjørd at skipa eina borgarliga
samgongu.
Fólkaflokkurin, Sambands
flokkurin
og
Miðflokkurin
fingu yvir 50 prosent avv øll
um atkvøðunum og 17 av teim
um 33 tingsessunum, tá ið
upptalt var.
Í gjár vóru teir tríggir floks
formennirnir, Jørgen Niclas
sen, Fólkaflokkurin, Bárður á
Steig Nielsen, Sambandsflokk
urin og Jenis av Rana, Mið
flokkurin, á fundi við tingfor
mannin, Páll á Reynatúgvu og
boðaðu honum frá, at teir
tríggir flokkarnir eru sinnaðir
at skipa nýggja samgongu.
Frammanundqan hevði for
maðurin í Javnaðarflokkinum,
Aksel V. Johannesen, boðað
tingformanninum frá, at hann
legði frá sær sum løgmaður og
har við eisini leiklutin at
standa á odda fyri samráðing
unum um nýggja samgongu.
Tað verður formaðurin í
Sambandsflokkinum, Bárður á
Steig Nielsen, sum skal ganga
á odda í royndunum at skipa
eina
borgarliga
samgongu
millum
Fólkaflokkin,
Sam
bandsflokkin og Miðflokkin.
Tá ið teir tríggir floksfor
mennirnir í gjár vóru á fundi
við Páll á Reynatúgvu peikaðu
teir allir á Bárð Nielsen, sum
samráðingarleiðara,
hóast
Fólkaflokkurin er størstur av
teimum trimum flokkunum.
Fólkaflokkurin er altso
størstur av teimum trimum
flokkunum, sum hava ætlanir
um at skipa nýggja samgongu.
Flokkurin fekk átta tingfólk
leygarkvøldið,
meðan
Sam
bandsflokkurin fekk sjey og
Miðflokkurin tvey.
Felags áralag
Tá ið farið verður undir at
samráðast og skriva eitt sam
gonguskjal er fyrsta treytin, at
teir flokkar, sum seta seg sam
an, eru samdir um at gera eitt
samgonguskjal.
Tað skal tryggja, at flokkar
nir finna loysnir á málum, sum
teir ikki eru 100 prosent samd
ir um. Ymiskir mátar eru,
hvussu tað kann gerast. Flokk
arnir kunnu boyggja seg hvør
móti øðrum, men teir kunnu
eisini semjast um, at eitt mál
varðveitir sama status í fýra
ár, um tað gevur frið.
Í hesum føri er eitt stórt mál
fiskivinnunýskipanin.
Fólkaflokkurin hevur gjørt
heilt greitt, at í lógini um fyri
siting av sjófeingi er nógv sum
skal broytast. Flokkurin hevur
sagt, at uppboðssølan av fiski
rættindum skal burtur og
menningarkvoturnar
skulu
eisini burtur. Flokkurin vil eis
ini hava, at loyvini verða longd
úr átta uppí 12 ár.
Sambandsflokkurin var nærri
samgonguni, hóast flokkurin
ikki er samdur í øllum og Bill
Justinussen úr Miðflokkinum
atkvøddi fyri skipanini.
Nú skulu flokkarnir semjast
um, hvat og hvussu nógv lógin
skal broytast.
Á
etiska
økinum
fyllir
hjúnabandslógin nógv. Mið
flokkurin er hart ímóti og tað
sama eru limir í Fólkaflokkin
um, millum annað Jógvan á
Lakjuni.
Eisini á hesum øki skal ein
semja finnast, sum allir flokk
arnir taka undir við.
Eydnast at koma so langt
sum at fara undir at skriva
samgonguskjal, so fer tað helst
at taka einar tvær vikur.
So kemur stríðið um býtið
av málsøkjum og so er tað
hvørjir persónar skulu manna
álitissessirnar í hesum val
skeiðnum . Tað er ein kabal,
sum mangan er torfør at fáa at
ganga upp, men sum flokkar
nir mugu arbeiða við, tí hetta
er eisini ein partur av sam
starvinum, sum skal virka
komandi fýra árini.
Uppgávan hjá formannin
um
í
Sambandsflokkinum
komandi dagarnar verður at
fáa samstarvið á glið og fáa
serliga teir størru borgarligu
flokkarnar at draga eina línu.
Bárður á Steig Nielsen
Jørgen Niclasen
Páll á Reynatúgvu , tingformaður