Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019 2 Vælkomin á mentanardagar í Fuglafirði 05.-08. september 2019 T að er 7. árið á rað, at mentanardagar verða hildnar í Fuglafirði, og hava hesir dagar aftur­lítandi sett sín serstaka dám á býin/býlingar við hópin av mentanarligum spennandi tiltøkum, sum alsamt eru við til at gera kommununa enn meira sjónliga og harvið lyfta býin enn meira fram á mentanarpallin og aðrar pallar við. Eg vóni, at bygda- og avbygdafólk og serliga avbygda fuglfirðingar taka væl ímóti tiltøkunum og vitja okkara bý við áhuga, og harvið kunnu bera ein positivan boðskap við sær, soleiðis at kommunan kann koma at fáa ein enn meira útbreitt jaligt alment ummæli, eisini uttan fyri okkara landoddar, og at sjóneykan á tilboð okk­ ara kunnu verða við til at skapa enn betri komm­ unalan trivna og fólkavøkstur. At vit sum kommunan hava megnað at skipa fyri mentanardøgum samanhangandi í nevndu ár vísir eisini, at vit eiga góð starvsfólk, sum átaka sær hesa uppgávu við víðskygni við atliti til breiðar samskipanir av alskins tiltøkum, tí utt­ an hesi so høvdu mentanardagarnir ikki havt tað ment­anarliga vavi, sum teir ídag hava. Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja øllum okkara borgarum og øllum landsmonnum okk­ ara vælkomnum at vitja okkum hesar dagar á ment­anardøgum. Hjartaliga vælkomin á mentanardagar 2019 Sonni á Horni borgarstjóri POP-UP upplivingar M entanardagarnir í Fuglafirði eru kendir fyri at hava stuttligar, forkunnugar og spennandi upplivingar. Eisini tá tað kemur til framsýningar og sølu. Matm­ arknaðurin leygardagin er helst tann markn­ að­urin sum dregur nógv flest fólk til býin, og tann sum hevur størsta og mest fjøl­broytta úr­ valið av føroyskari matframleiðslu við nógv­um smakkiroyndum og spennandi sølu­vør­um frá einari rúgvu av stórum og smáum før­oysk­um framleiðarum. At marknaðurin liggur á torg­ inum beint við Mentanarhúsið, ger at fólk fáa kassabilakappkoyringina við og hava stutt at fara til øll tey spennandi tingini, sum ganga fyri seg tætt við Mentanarhúsið og býnum annars. Í ár eru eisini tríggir aðrir sølumarknaðir ella framsýningar. Beint inn frá matmarknaðinum, uppi á loftinum í Mentanarhúsinum er ein pop- up handil við góðum føroyskum sniðgevum. Her finna vit nøvn sum elsabech, by Olafsdóttir og Leivd. Í framsýningarhølinum í Norðoya Spari­kassa er pop-up gallarí, har ungu, lokalu lista­kvinn­ ur­nar Helena Kjeld og Elin Larsen vísa og selja síni sera ymisku verk. Hinumegin vegin, niðri við Bila­savnið, hevur Blómuhúsið eisini ein spenn­ andi pop-up handil. Meðan matmarknaðurin og Blómuhúsið bara hava opið leygardagin, hava hinar báðar sølu­ fram­sýningarnar opið fríggjadag til sunnudag, so tað ber til at vitja framsýningarnar fleiri ferð­ ir.