Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NR. 101 • 4. SEPTEMBER 2019 4 Hellutúrur á Mentanardøgunum L ítla, hugnaliga bygdin Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu, og ofta hevur ein gongutúrur um Skarðið til Hellurnar verið á skránni á Mentanardøgunum. Í ár verður Hellutúrurin tó eitt sindur øðrvísi enn vant. Justinus Eidesgaard býr stóran part av árinum á Hellunum, og her hevur hann arbeitt við fleiri spennandi verkætlanum. Tey flestu hava helst hoyrt um Lamba-Símunar hús, sum eru blivin endurreist við rekaviði og eftir gomlum byggisiði. Eisini hevur hann í ár verið við til at umvælt gomlu bygdagøtuna millum Hellurnar og Oyndarfjørð. Hesar báðar verkætlanirnar fara vit at uppliva og hoyra meira um á Hellutúrinum í ár. Túrurin í ár er skipaður soleiðis, at vit koyra við bussi til Hellurnar, har vit fara til lest­ur í Bønhúsinum. Her fer Niels Midjord at syngja nøkur hóskandi løg. Síðani verður farið til Lamba-Símunar hús, har vit fáa frásøgn frá Justinus, vit fáa ein góðan drekkamunn í hugna­ ligu húsunum, og so hoyra vit helst nøkur løg aft­urat. Haðani fara vit ein gongutúr við frásøgn til Oyndarfjarðar eftir nýumvældu gøtuni fram við fjørðinum. Vit enda við suppa umborð á Drag­anum á vegnum aftur til Fuglafjarðar, har onnur spennandi tiltøk eru at fara til. Atgongumerki á www.mh.fo (475 kr.) pláss 28 pers. Mynd: Justinus Eidesgaard