Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 6. SEPTEMBER 2019 Í januar í ár lat ein maður úr Eysturríki lív í Fugl­oy undir syndarligum umstøðum. Í samstarvi við fólk í Fugloy, sjálvboðin bjarg­ing­arfólk og Atlantic Airways gjørdi løg­reglan í Føroyum eitt stórt arbeiði fyri at finna viðkomandi. Familja hansara komu til Føroya og fingu møgu­leika at vitja í Fugloy. Eysturríkski sendiharrin í Danmark hevur sent løgregluni í Føroyum takkarskriv við millum annað hesum orðum: »Eg takki løgreglu og øllum, sum leitaðu, fyri stóra arbeiða teirra fyri at finna eyst­ur­ ríkska ríkisborgaran í januar 2019. Vit virðismeta høgt ta hjálp og tann stuð­ul, vit fingu frá Før­oya fólki«. Takkarskriv frá Eysturríkska sendiharranum VANLUKKA Í FUGLOY Les eisini blaðið á telefonini Tað var drama tá ið Hjørdis brann Siðsøga síða 22-23 Jákup E. Petersen nýggjur prestur í Norðstreymoy Politikkur síða 6-7 MEST hevur í dag yvirtikið nýggja havrannsóknarskipið Skipasmiðjan MEST hevur í dag yvirtikið nýggja havrannsóknarskipið og hevur sam­stund­is skrásett skipið undir før­ oysk­um flaggið. Tað boðar skipasmiðjan sjálv frá á mest.fo. – Eins og ætlað yvirtók MEST hav­rann­ sókn­ar­skipið í dag í Kleipéda. Á myndini eru før­oy­ing­ar­nir, sum vóru á staðnum tá flagg­ið var vundið í húnar hátt. Teir eru Mour­itz, Bartal, Sunvard, Per, Dánjal Jákup og Høgni, skrivar skipasmiðjan. Upplýst verður, at skipið nú er klárt at sleipa til Føroyar. Ætlanin er at sleipa tað úr Lit­ava til Skála, har man væntar at vera um miðj­an september. Tað var í mai 2017, at Fiskimálaráðið og MEST skrivaði undir sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið. MEST gav West­ern Baltic Shipyard í Litava ar­ beiði at gera skrokkin, ið nú er handaðar MEST. Í blaðnum... Javnstøðan á tingi fekk eitt skot fyri bógv­in á løgtingsvalinum leygardagin. Best sum vit hildu, at nú stóð væl til – lut­víst nógvar kvinnur komu á ting sein­ast – og í landsstýrinum sótu eins nógv­ar kvinn­ur og menn – so hildu vit, at í minsta lagi einar 14-15 kvinnur fóru at vera valdar á ting hesaferð. Men so var ikki. Talið á kvinnum lækk­aði úr 10 niður í 8. Onk­ur hev­ur spei­rikið Tjóðveldi og Høgna Hoy­dal við, at nú verður hann einsamallur hani við fimm kvinnum. Eingin hevur havt á orðið, at í Fólka­ flokk­i­num, Sambandsflokkin og í Javn­ að­ar­flokk­inum er bara ein einsamøll høna, og at í hinum flokkinum eru bara han­ar, sum sjálv­andi ikki er serliga frukta­bart. Og so finnast vit at Demo­ krat­ia, sum hevur gjørt alt ov lítið, og tey sum ikki halda tað vera so ringt kortini siga bara, at »kvinn­ur kunnu bara sjálvar velja kvinn­ur«, so er trupulleikin loystur. Landsstýriskvinnan við ábyrgd av javn­støð­uni var frammi um dagarnar við, at vit eiga at um­hugsa eina kvotu­ skip­an til kvinn­ur og menn á tingi. Helst ein utopiskur tanki at umskapa til veru­leika. Eingin vil hava kvotur á, hvussu vit velja fólk á ting. Og tó. Tað vilja sand­oy­ing­ar, nú teir á fyrsta sinni síð­ani 1906 einki tingfólk hava. Men hví skulu sandoyingar hava tveir ting­sess­ir av 33? Í Sandoyar sýslu eru 934 fólk við valrætti. 802 teirra vóru á vali. Skal ein flokkur ella einstaklingur velj­ ast á ting, so krevur tað 1/33 av at­kvøð­u­ num. Á vali­num leygardagin merkti tað, at 1.024 at­kvøð­ur skulu til fyri at fáa ein tingsess. Gamla valskipanin við valdømum var ein kvotuskipan, har t. d. Sandoyggin hevði fingið tveir tingsessir, sum hvør kost­aði 401 atkvøðu leygardagin, hó­ast »rætti prís­urin« var 1.024 atkvøður fyri hvønn teirra. Tað vóru kanska einar 16.000 kvinn­ur á vali leygardagin. Og bara 8 komu á ting. Tað vil siga, at hvør kvinna kostaði 2.000 atkvøður. Pol­itiska skipanin – mannað við nógv­um monnum – eigur einsamøll á­byrgd­ina. Koyr­ið kvinnur fram. Gevið kvinn­um ábyrgd. Tak­ið onkra kvinnu fram um onkran mann, so fer at bragda. Men mest av øllum: Skulu kvinnur hava vald, so mugu menn missa vald. Har trýstur skógvurin helst illa... Hanin í Tjóðveldi – hønurnar í hinum Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Havrannsóknarskipið er nú føroyskt