Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-05, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2019síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 6. september 2019 · Nr. 102 Sosialurin Granskingarráðið heiðrar miðling av gransking Granskingarráðið fer aftur á Vísindavøkuni í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransk­ ing ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.  Miðla torskild evnir einfalt Tað eru ikki bert granskarar, sum kunnu verða heiðraðir fyri at duga væl at miðla gransking. Eisini miðlafólk og onnur, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hava lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hes­um í okkara gerandisdegi, kunnu fáa heiðurin. Granskingarráðið vil við miðlaheiðurslønini gera vart við, at tað ikki bert hevur týdning, hvussu dugnaligir granskarar eru at miðla vísindaliga, tí hend­an miðlingin er ofta til aðr­ar granskarar og ikki til al­ menningin. Tað krevjast aðrir og ser­ligir førleikar at kunna meira al­ment um gransking og gransk­ing­ar­ úrslit. Evnini eru ofta bæði um­ fatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søg­ urnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virði.  ØLL KUNNU VERA VIÐ Øll kunnu senda uppskot inn um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2019. Í uppskotinum skal grund­ gevast fyri, hví við­komandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, send­ ing­ar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina.   Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Gransk­ ingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu upp­ skot­ini.   Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:  MIÐLING Á EINUM HØGUM STIGI TIL EIN BREIÐAN SKARA  Evnini at fanga fólk uttan­fyri granskingarheimin og sam­ stundis at varðveita eitt høgt fak­ligt stig innan gransking eins og miðling.  ÍKAST TIL AT ØKJA UM FATANINA AV GRANSKING FYRI SAMFELAGIР Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.  FANGANDI OG KJAKKVEIKJANDI MIÐLING  Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars. Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heið­ urin, er 9. september 2019. Upp­ skot skulu sendast til Gransk­ ing­arráðið við telduposti til  gransk­ing@gransking.fo, við boð­um á Facebook ella við brævi til Granskingarráðið, Bryggju­ bakki 12, Postrúm 259, 110 Tórs­ havn.  SEKS HAVA FINGIÐ HEIÐURSLØN Miðlaheiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 2012 og hevur verið latin á hvørjum ári síðani uttan í 2016. Hesi hava fingið miðla­heið­ urs­løn Granskingarráðsins: 2012 Dorete Bloch, professari í lívfrøði  2013 Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði 2014 Kári Sólstein, journalistur. 2015 Bogi Hansen, professari í havfrøði 2017 Jens-Kjeld Jensen, heiðursdoktari 2018 Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítrottarfysiologi Sjóvinnuhúsið karmur um Vísindavøkuna Vísindavøka varð í fjør fyrstu ferð hildin í nýggju stásiligu hølunum hjá Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, sum millum annað hýsir deildum hjá Fróðskaparsetrinum. Sjóvínnuhúsið verður aftur í ár karmur um Vísindavøkuna. Vísindavøkan fær munandi meira pláss í ár. Framløgur verða eins í fjør hildnar í Kongshøll, og í ár verða framsýningar og tiltøk hjá granskingarstovnunum á øll­ um Svalanum. Í tjaldi á parkeringsplássinum uttanfyri fer Havstovan at sýna fram fiskar, og lærarar og næm­ ingar frá Glasi fara at skipa fyri ymiskum eksperimentum. Framsýningarnar og tiltøkini inni í húsinum eru serliga ætlaðar næmingum frá miðdeild og upp­ eftir. Í tjaldinum uttanfyri verða eisini framsýningar og tiltøk, ið hóska til tey smærri børnini. Kapping um bestu snarrøðuna Á Vísindavøkuni í fjør varð á fyrsta sinni roynt at skipa fyri eini kapping millum granskarar um bestu postara snarrøðuna. Hetta eydnaðist so væl, at til­ takið verður endurtikið í ár. Luttakararnir í kappingini skulu hava eina framløgu um ein ávís­an postara ella vísindaliga plak­at, sum varir í mesta lagi 150 sekund.  Seks fólk tóku av avbjóð­ing­ ini at kveikja áhugan hjá áhoyr­ ar­unum fyri júst teirra postara í fjør. Tá framløgurnar vóru lidn­ ar, metti ein dómsnevnd um avrikini. Dómsnevndin valdi at heiðra Trónd Krage­steen frá Fiskaaling fyri hans­ara framløgu um post­ar­an ”Sjóvar­ fals­drivið smittu­sam­band mill­ um aliøkir í Føroyum”, sum nevnd­in metti var bæði stuttlig og upp­lýsandi við fleiri góðum og greið­um dømum. Snarrøður verða nógv brúkt­ ar á vísindaligum ráðstevnum, har granskarar í hópatali koma við postarum við kunning um teirra gransking. Fyri at kunna hinar luttakararnar skjótt um, hvørji evni eru á skrá, sleppa granskararnir at brúka 1-3 minuttir til at greiða frá. Hetta verður á enskum nevnt ”poster pitch”, á føroyskum postara snarrøður. Í 2018 fekk Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heiðursløn fyri miðling av gransking Tróndur Kragesteen vann fyrstu postara snarrøðukappingina hjá Granskingarráðnum. Nógv fólk rúmast til framløgurnar í Kongshøll. Á Svalanum í Sjóvinnuhúsinum er gott pláss til framsýningar hjá granskingarstovnum.