Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. september 2019 · Nr. 104 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Øll skulu føla seg heima í Húsinum Bárður heldur fram at samráðst NØVN SÍÐA 14-15 Fólkaflokkurin er 4,1 prosentstig størri enn Sam­ bands­flokkurin Á løgtingsvalinum næstsíðsta leygardag fekk Fólkaflokkurin 24,4 prosent og 8 tingsessir, með­an Sam­bands­flokk­urin fekk 20,3 prosent og 7 ting­ sessir. Men tað er als ikki ó­van­ligt, at næststørsti flokk­ur í sam­ gongu fer við løg­mans­sess­i­ num. Síðani fyrsta landsstýrið varð skipað eftir nýggju stýr­is­ skip­an­ar­lóg­ini í 1998, er tað at kalla sið­venja, at størsti flokk­ ur ikki fær løgmann. (1) Tað hendi í 1998, tá Tjóð­ veld­is­flokk­urin v­ar størsti flokk­ur, men gav Fólka­flokk­i­ num løgmann. (2) Tað hendi aftur í 2002, tá sam­gogan millum Fólka­flokk­ in, Tjóðveldi og Sjálv­stýr­is­ flokk­in helt fram við hjálp frá Mið­flokk­inum. (3) Í 2004 var fyrra ABC sam­ gongan skipað mill­um Fólk­ a­flokk­in, Sam­bandsflokkin og Javn­að­ar­flokkin. Størsti flokk­ur í hesi samgongu var Sam­bands­flokkurin við 23,7 pro­sent­um, men kortini fekk Javn­að­ar­flokkurin løgmann við 21,8 prosentum. (4) Eftir løgtingsvalið í 2008 var sama skilið. Tá var CHE sam­gong­an skipað millum Javn­að­ar­flokkin, Tjóðveldi og Mið­flokk­in. Tá var Tjóðveldi størsti flokkur við 23,3 pro­sent­ um og 8 tingsessum, meðan Javn­að­ar­flokkurin b­ara hevði 19,3 pro­sent og 6 tingsessir. (5) Í sepetmber í 2008 var nýggj samgongan skipað, seinna ABC samgongan, og tá fekk Sambandsflokkurin løg­ mann við 21 prosentum, meðan Fólka­flokk­urin var eitt lítið vet størri við 20,1 (289 atkøvður á muni). Í 2011 og í 2015 fekk størsti flokk­ur løgmann. Í 2011 fekk Sam­bands­flokkurin løgmann sum størsti flokkur, og í 2015 fekk Javn­að­ar­flokk­ur­in løg­ mann sum størsti flokkur. Men síðani stýr­is­skip­an­ar­ lóg­in varð broytt í 1996 hevur størsti flokkur fimm av sjey ferð­um latið løgmanssessin til ein minni flokk. Um tað hendir aftur hesa­ ferð, so er tað í tráð við sið­ venju – um hon ikki er broytt við tveim­um teimum seinastu sam­gon­g­u­num. Vanligt at næststørsti flokkur fær løgmann Tað stóð á gomlum nøglum beint áðr­enn Bárður Nielsen, sam­ráð­i­ng­ar­ leiðari fór inn til løgtingsformannin á mid­deg í gjár at greiða frá, hvussu tað gekst við at skipa nýggja borgaliga. Tað er fiskivinnan, sum er stóri knút­urin og sum gjørdi, at Fólka­ flokk­urin ikki kundi semjast við hinar flokk­arnar, skilst. Men klokkan fimm min­uttir í 12 fór Jørgen Niclasen á fund við Bárð Nielsen og Jenis av Rana – og klokkan 12:03 fór kom Bárð­ ur Niel­sen av hesum fundi fyri at fara á fund til løgtingsformannin. Gott korter seinni kom Bárður Niel­sen útaftur og kundi greiða fjøl­ miðl­um frá, at hann hevði fing­ið longda freist uttan tó at vera í­tøki­ lig­ur um, hvussu langa freist. Men leygarmorgunin klokkan 10 skal ting­fundur vera, og tá skal løg­ ting­ið velja løgtingsformann, og tá skal upp­skot eisini leggjast fram um at velja løg­mann. Eru flokk­arnir tá ikki samd­ir, so kemur sperðil í. Eyðvitað er hetta einasta høvið hjá Fólka­flokk­inum at koma í sam­gongu, og tí slúka fólkafloksfólk helst nógv­ ar kamelar í hesum døg­um. Fólka­ flokk­urin hevur einki ann­að alt­ern­ a­tiv enn at reka Sambandsflokkin í føvn­ing­in á Javnaðarflokkinum, og tað ger Fólka­flokk­ur­in alt fyri ikki skal henda. Tí hevur Báður Nielsen góð kort á hond­um, sum hann uttan iva fær brúkt til at taka løgmanssessin frá Fólka­flokk­i­num. Tað er ein kamelur, sum Fólka­flokk­urin skal slúka, eftir at sam­gong­u­skjalið er komið upp á pláss. Og so verður stríðið um máls­ økini. Uttan iva skal Fólkaflokkurin hava fleiri av teimum tungu máls­ økju­num aft­ur­fyri at hann ikki fær løg­mann. Fíggjarmál er eitt tað tyngsta, og har er Jørgen Niclasen sjálv­skriv­aður. Tann flokkur, sum hevur fíggjarmál hev­ur fingurin á pulsinum, stend­ ur fyri gerð av fíggjarlóg og fíggj­ar­ kørm­u­num. Fiskivinnumálini kann Fólka­flokk­urin ikki lata gleppa sær av hond­um, og har Jacob Vestergaard sjálv­s­kriv­aður. Síðani skal flokkurin vera takt­ isk­ur. Nýggja stjørnuskotið í Havn Christ­ian Andreasen hevur neyvan ráð at fara í landsstýrið – uttan so at hann verður løgmaður. Hann má sleppa øllum nevndum og og sín­um advokatvirksemi, sum hanns kal í landsstýrið, so hann má freistast álvarsliga, um tað skal henda. Tí verðu hann valla landsstýrismaður. Hinvegin hevur Fólkaflokkurin enn brúk fyri at styrkja Havnina, og tí er Annika Olsen eitt boð upp á lands­stýrisfólk – og so hevur Jørg­ en Niclasen ikki eins stóran kapp­ ing­ar­neyta í Christiani Andreasen. Men so skal Annika Olsen sleppa borgarstjórasessinum í Havn. Tað eru mangir leikir í longum talvi. Tá stríðið um politikkin er komið upp á pláss kemur stríðið um persónarnar. Tað kann eisini gerast ein tungur burður. Tá tey hava stríðst um poli­ tikkin, so bíðar persónsstríðið TÍÐINDI SÍÐA 13 SAMGONGAN ER Á MÁLLINJUNI TILMELDING: Send teldupost til: pz@midlar.fo við firma/stovns navni, kontaktpersóni og telefonnummari. KOSTNAÐUR: 2000,- pr. lið MVG kemur afturat prísinum HØVUÐSVINNINGUR: Túrur fyri 12 persónar í Vestmannabjørgini við Skúvadal Sjóferðir, suppa og salatbar á Vestmanna Tourist Centre og vitjan á Søgusavninum. 2. VINNINGUR Búff og Bowl fyri 12 persónar í Bowlinghøllini á Hálsi Í vetur skipar FM1 aftur fyri firmakapping fyri fyritøkur og stovnar. Spurnarkappingin gongur fyri seg á FM1 hvønn fríggjadag millum kl. 14.00 og 15.00. Spurningarnir verða í almennari og aktuellari vitan og ljóðspurningar. Ársins firmakapping á FM1